Tá finska kappingin er av í oktober mánaði, fer venjarin hjá VPS Vasa, Hannu Touru, frá.
Hóast fleiri royndir eydnaðist tað honum ikki at koma ásamt við nevndina í felagnum um, at samstarvið millum partarnar skuldi halda fram, tá núverandi sáttmálin gongur út síðsta dagin í oktober.
Orsøkin til at samstarvið steðgar eftir trý góð ár er, at partarnir ikki kundu gerast samdir um lønarspurningin og politikkin, sum felagið skal føra framyvir.
Touru vil hava felagið at leggja meira fyri í europeiskum fótbólti, og tað kunnu teir ikki gera, um teir selja bestu spælararnar.
VPS hevur seinastu tíðina selt tríggjar týðandi spælarar. Fyrst málverjan Jussi Jääskeläinen til Bolton fyri knapt fýra milliónir krónur, og so báðar landsliðsspælararnar Tomi Kinnunen og Juha Reini til belgisku Genk fyri umleið 10 milliónir krónur samanlagt.
? Eg skilti avgerðina hjá felagnum, men kundi ikki góðtaka hana. Tað ber ikki til at selja tveir landsliðsspælarar mitt í eini kapping, og tað kundi ikki uttan víðari fara aftur við borðinum, sigur ein misnøgdur Hannu Touru.
? Vit skulu satsa meira í europeisku kappingunum, og tá kunnu vit ikki selja spælarar, men mugu keypa góðar spælarar afturat. Tað er eingin annar vegur.
Hann heldur ikki, at hansara avgerð um at steðga eftir kappingina, fer at ávirka liðið hjá sær.
? Eg havi greitt spælarunum frá míni avgerð, og eri vísur í, at tað fer ikki at ávirka okkara avrik. Spælararnir eru yrkisspælarar og uppføra seg eisini hareftir.
Undirmeta ikki HB
Men Touru og hansara lið skal royna seg í UEFA-Cup við einum skerdum liðið, sammett við tað, sum byrjaði kappingina fyrr í ár. Og fyrsta forðingin á vegnum er HB, sum tekur ímóti á Svangaskarði í dag.
? Eg meti, at vit hava góðar møguleikar at sleppa víðari í kappingini, men harvið er ikki sagt, at vit undirmeta okkara fyrsta mótstøðulið. Tað vildi verið skeivt tí vit vita, at føroyska landsliðið kann spæla væl, sigur Hannu Touru.
Í finska felagnum eru teir vælnøgdir við lutakastið. Fyrst og fremst tí at tað er góður møguleiki fyri at koma víðari, men eisini tí mótstøðuliðið ikki er so langt burturi.
? Vit kundu enda í Aserbajan ella Moldova, men eru fegnir um at verða slopnir undan slíkari langari ferð, sigur Eero Karhumäki, talsmaður hjá VPS.
VPS liggur í løtuni á odda í finsku kappingini, men liðið hevur bert tvær ferðir vunnið meistaraskapin, og teir sigrarnir liggja nógv ár aftur í tíðini. Í 1945 var fyrru ferð teir gjørdust meistarar, og teir endurtóku bragdið trý ár seinni, í 1948.
Síðani hevur felagið ikki klára at verið fremst, sjálvt um tað fleiri ferðir hevur verið nær við, og silvurkrónurnar eru komnar í hús.
Nú er ljós fyri framman, tí teir verða mettir at verða besta liðið í Finlandi í løtuni, og liggja eisini á odda.
Men venjarin vil eisini, at teir skulu gera vart við seg í europeiskum fótbólti, og byrjanin til tað, er á Svangaskarði í dag!
ek