latið ferðafólkið vera eftir umborð. Bjargingarskip úr Italia sóust á myndum frakta illa á hold komin fólk ? menn, kvinnur og børn ? í land. Hvørjir eru nú hesir kurdar, sum vit í heilum hoyra um í fjølmiðlum [...] ringt at fáa svar upp á, hvussu nógvir kurdar eru til í verðini, tí fleiri ríkisstýri, t.d. tað turkiska, nokta fyri, at teir finnast. Menn rokna við, at samlaða talið av kurdum er á leið 30 milliónir, og [...] frætta um teir? Leita vit í einum atlassi, finna vit onki ríki við navninum Kurdaland ella Kurdia, men á kortinum yvir Miðeystur stendur tvørtur um trý-fýra landamørk navnið Kurdistand. Hetta er upprunaøkið
føroyskum vinnulívsmonnum eina hóming av, hvussu tað er at verða veitari til oljuvinnuna. Á ferðini verður dentur lagdur á at menna tað einstaka virkið og at knýta bond ímillum virkið í Føroyum, og sama slag [...] ólkini skulu læra í verki, tað, tey læra á ráðstevnum og skeiðum Men hvat er tað, sum fær eitt virki í Noregi at hjálpa ein um kappingarneyta í Føroyum fram á leið?? Ja, tað er nettupp tað, at í oljuvinnuni [...] akkurát hevur mælt føroyingum til at leggja trýst á norðmenn við? ? Tað veit eg ikki. Hatta er ein trpul spurningur. ? Sjálvandi eiga vit sumn land at brúka allar møguleikar til okkara fyrimun. ? Men
prenta hesar frágreiðingar. Tað er Edvard Í Skorðini Joensen, sum gongur á Journalistháskúlanum í Århus, men sum í løtuni er í praktikk á Sosialinum, sum hevur skrivað frágreiðingarnar. Amadeus Tann, sum hyggur [...] Eysturríkska skaldið Hugo von Hofmannsthal hevur einaferð sagt: »Erkabiskupsdømið Salzburg er eitt land í hjartanum á hjarta Europu. Tað liggur miðskeiðis millum Schweiz og slavisku londini. Miðskeiðis millum [...] kalla. Tó í mong Harrans ár við øðrum liti og undir øðrum navni. Hesin Amadeus, sum nú flytir ferðafólk á veiðiferðir fram við landi, er tann fyrr so kendi læknabáturin Reyði Krossur. Men navnið Amadeus kallar
í februar í fjør vísti eisini, at Føroyar eru komnar á talvheimskortið, sigur hann. ? Tað sum eisini hevur týdning er, at fleiri ungir telvarar eru á veg fram. Jerevan-liðið var ungt og kláraði seg væl [...] vónandi kann eg halda mær uppi í nøkur ár afturat, sigur Predrag Nikolic og vísir á, at eftir eina ringa byrjan upp á árið í fjør kom hann fyri seg aftur móti endanum av árinum. Talv, kríggj og fótbóltur [...] sindur av rútmuni, og nógv rýmdu, men í Bosnia hava vit í løtuni eina kjarnu upp á fýra stórmeistarar, sum fegnir vilja umboða land sítt til altjóða kappingar. Tað sum føroyingar fyrst og fremst hefta seg við
Norrøna Felagið í Føroyum Á fundi í Norrøna Felagnum mikukvøldið, fer Tove Danielsen at hugleiða um donsk-føroysku viðurskiftini fyrr og nú. Tover er dani, fødd í Falster í 1948. Hon er útbúgvin innan [...] Føroyum. Tove Danielsen hevur eisini verið virkin innan føroyskt felagslív. Sama dfagin hon er á skránni hjá Norrøna Felagnum í Norðurlandahúsinum, eru fimm ár liðin síðani Færøsk-Dansk Forening varð stovnað [...] Dansk-Færøsk Forening. Næsti fundur hjá norrøna Felagnum verður í Norðurlandahúsinum hin 18. februar. Tá fer Birita Hansen, sum er Nordjobbráðgevi og dagliga starvast á Arbeiðsloysisskipanini, at greiða frá
deiligt, reint land. Bæði á sjógvi og landi. Vit eiga og skulu klára okkum sjálv. Tá vit hava slitið, ivist eg ikki í, at vit verða nógv betri við land okkara. Fáa hugflog til nýggjar vinnur á landi. Nógv [...] fingið mat á borðið og klæði á kroppin og tak yvir høvdið. Er tað luxus? Sjálv eiga vit ein 14 ára gamlan bil, og fleiri koyra í uppaftur eldri bilum. Eg kenni heilt fá, ja tey kunnu teljast á einari hond
fimm umførum á røðarapallinum vísti á, at Yrkisfelagið hjá HF- og studentaskúlalærarunum var ótrúliga tungt at dansa við, og tí stóð aftur í botni, tó at ein avtala annars var komin undir land, partanna millum [...] ímóti hvørjum? Jákup Joensen vísti á, at landsstýrismaðurin hevði ikki svarað spurninginum. Hann vísti á, at landsstýrið hevu ábyrgdina av, at anarki og lógloysi ikki valdar á skúlunum. Eisini vildi Jákup Joensen [...] nevnt ikki nøktandi í fyrstu syftu, og tí spurdi Signar á Brúnni aftur, hvørjar ætlanir landsstýrið hevði við málinum. Tjóðveldistingmaðurin vísti á, at nú var enn ein vika gingin, og úrslitið fór nú at
Havnar umleið 1961. Úti í Búðini 1956 Mynd 2 (niðast á síðuni til høgru) er frá 24. juni 1956 úti í Búðinum, har Aksel Jacobsen hevði Taxa - tlf 39. Bilarnir á myndini eru: Fø 23 ein Austin lastvognur, sum var [...] Aberdeen og niður í lastina á Poppy. Triði bilurin var eisini ein Standard Vangaurd, Fø 347 (mynd 4). Hetta er í 1955. Petur Háberg og Rósing Rasmussen høvdu bilsøluna Norrøna (Jens Chr. Christiansen, Kissa [...] Myndin av hesum trimum bilunum (mynd 1) er tikin uttan fyri húsini hjá Jóan Petur Brekku á Lítlubrekku í 1959.) T. e. húsini, sum Vagn Leivsgarð nú eigur). Jóan Petur koyrdi hýruvognskoyring í Klaksvík
sum verður tann 11. juni ár 2.000. Eitt sindur av skemti stóðst av hesum á fundinum, av tí, at 11. juni, sum kunnugt, manna millum á donskum verður nevndur »Fandens fødselsdag«. Men hví ikki hátíðarhalda [...] hátíðarhalda hesa hending ár 2.000 og siga, at tá eru 1.000 ár liðin, síðan fyrsti missionerurin steig á land í Føroyum. Men vit vita, at írskir munkar, sum helst hava verið kristnir, hava búð í Føroyum, áðrenn [...] kristnaðir vórðu á hendan hátt, hava meint so øgiliga nógv við sína trúgv. Og nakað væl av politikki man hava verið uppi í eisini. Skaldskapurin hevur eisini fingið væl burtur úr hesi hending á Tinganesi, tá
so væl sum gjørligt. Men eisini í aðrar mátar er stórur áhugi fyri at fáa fatur á húsinum, tí tað stendur væl fyri mitt á keiiini, og kann brúkast til ymisk endamál. Húsið er einar 400 fermetrar í tveimum [...] Ætlanirnar hjá Vágbingum at keypa húsið, sum gólvuppboðssølan er í, eru nú komnar undir land. Talan er um húsið, sum fyrsta flakavirkið í bygdini, Suðurfisk, var í. Fiskavirking eigur húsið, men vágbingar [...] tveimum hæddum, umframt at ein bygningur er afturat Tá ið uppboðssølan var uppá tal, løgdu Vágbingar nógv á seg fyri at fáa eina í Vági og áður hava teir brúkt upp ímóti 500.000 krónur at gera hetta húsið tað