Nú um høgtíðina frættist, at eitt skip við umleið 1500 kurdiskum flóttafólkum var strandað uttan fyri suðurstrond Italia, og at manningin var farin av skipinum og hevði latið ferðafólkið vera eftir umborð. Bjargingarskip úr Italia sóust á myndum frakta illa á hold komin fólk ? menn, kvinnur og børn ? í land.
Hvørjir eru nú hesir kurdar, sum vit í heilum hoyra um í fjølmiðlum? Hvar búgva teir, og hvør er orsøkin til, at vit so ofta frætta um teir? Leita vit í einum atlassi, finna vit onki ríki við navninum Kurdaland ella Kurdia, men á kortinum yvir Miðeystur stendur tvørtur um trý-fýra landamørk navnið Kurdistand. Hetta er upprunaøkið hjá Kurdum, og vísir okkum so samstundis, at Kurdar er eitt av teimum fólkasløgunum, sum onki heimland eiga, men eru spjaddir um fleiri ríki.
Av somu grund er ringt at fáa svar upp á, hvussu nógvir kurdar eru til í verðini, tí fleiri ríkisstýri, t.d. tað turkiska, nokta fyri, at teir finnast. Menn rokna við, at samlaða talið av kurdum er á leið 30 milliónir, og at teir fordeila seg soleiðis:
Í Turka-
landi:uml. 15 mill
Í Iran:uml. 6 mill
Í Iraq:uml. 4 mill
Í Sýria:uml. 11/2?2 mill
Í Armenia og Adzer-
badjanuml. 100.000
Afturat hesum kemur so hópin av innflytarum og flóttafólkum serliga í Europa (stórur partur ? summastaðni størsti parturin ? av teimum, sum sigast at vera turkiskir innflytarar ella turkisk flóttafólk, eru í veruleikanum kurdar).
Í Týsklandi: uml. 700.000 (av 2 mill. upprunaliga turkiskum ríkisborgarum)
Í Frakland: uml. 120.000
Í Danmark: uml. 30.000 (helst uml. 80% av sonevndum turkum).
Kurdar hava ongantíð verið savnaðir í einum kurdiskum ríki. Hetta hongur fyrst og fremst saman við, at teir av vinnumentan upprunaliga hava verið nomadar, og samfelagsskipanin hjá nomadum er miðspjødd (decentraliserað), t.v.s. uttan nakra samlaða yvirstjórn. Ikki fyrr enn í síðstu øld og serliga eftir fyrsta veraldarbardaga eru kurdar vorðnir búfastir í størri mun bæði sum bøndur í landsbygdum og sum arbeiðarar og tænastuvinnufólk í býum. At hetta hendi, komst fyrst og fremst av tí, at londini í Miðeystri blivu til í tí líki, vit kenna, og soleiðis komu fram landamørk, sum forðaðu kurdum at ferðast tær leiðir, teir vóru vanir at ferðast í øldir.
Hetta førdi so eisini tað við sær, at kurdar komu at búgva í fleiri ymsum londum ? lond, sum høvdu nokk at gera við at finna ein samleika politiskt, og tí høvdu stjórnirnar í hesum londum onki forstáilsi fyri kurdanna tjóðskaparkenslu, tvørturímóti kendu tær hesa kenslu sum eina hóttan móti statsins existensi. Tí komu kurdar at vera og eru enn í andstøðu til sitandi stjórnir í hesum londum, meira í summum, minni í øðrum.
Í Turkalandi er tað bannað at siga, at mann er kurdi (tað gevur fongsilsrevsing), og líka upp til okkara dagar hevur eisini verið bannað at nýta kurdiskt mál alment í skrift og talu, undirvísingarmálið t.d. hevur altíð verið turkiskt (hetta er sera áhugavert, tá ið ein tonkir upp á, at munurin millum turkiskt og kurdiskt er nakað tann sami sum millum føroyskt og kinesiskt). Ein fylgja av hesum hevur sjálvandi verið tann, at kurdar hava verið nógv verri fyri, tá ið tað snýr seg um útbúgving, og tí eru teir tann fátækasti parturin av borgarunum í tí turkiska statinum. Tí kann ongin undrast yvir, at so nógvir teirra eru fluttir av landinum ? bæði lógliga og ólógliga. Teir hava bæði tjóðskaparligar og búskaparligar grundir til tað.
Í Eysturturkalandi, har flestu kurdar búgva, er varandi undantaksstøða, og í Norðuriraq, har kurdar eisini búgva, eru harðir bardagar við stuttum millumbilum. Frá kurdiska umráðnum í Vesturiran hoyrist ikki so nógv beint nú, men eisini har hevur ofta leikað hart á, og samanlagt eru hundraðtúsundir av fólki deyð í stríðunum í hesum økinum, líka so ofta børn, kvinnur og oldingar sum vápnaførir menn.
Tá ið so kurdarnir afturat øllum øðrum eru vorðnir brikkur í altjóða politiska spælinum ? Turkaland og Grikkaland, Iraq móti Vesturheiminum, Iran móti U.S.A., Ísrael og Arabaralond osfr. ? sigur tað seg sjálvt, at teirra vón um politiska og tjóðskaparliga viðurkenning er ikki stór, og tað, at einaferð eitt Kurdistan fyri allar kurdar kemur at vera, er langt at síggja ímóti.