fyri skeyti. Eg havi áður sitið í nevndini hjá Føroya Sílaveiðifelag og Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag, (FNU) og kenni meg hava skyldu at tala at. Grundgevingin er púra burturvið Vesturdalsá er [...] Nevndin gongur SEV á møti við hesi grundgeving: Mett verður ikki, at ætlanin kemur at misprýða ella skemma náttúruna ella vandi er fyri at sermerkt landslag ella leivdir av sermerktari náttúru fara fyri [...] Misvísandi prosent SEV roknar við at taka ávikavist 45% og 8% av samlaðu vatnnøgdini; men legg merki til, at mált er, har áirnar renna út í ávikavist Funningsfjørð og Skálafjørð, og at hetta eru meðaltøl
latnar. Tey, ið keypa atgongumerki til Flaggdagskaffi, hava rætt at atkvøða um ta vakrastu køkuna. Tá ið vinnarin er kosin, verður sett á køkurnar og fólk kunnu eta seg mett. Enn er ikki greitt, hvussu nógv [...] eigur og rekur tvey hús. Húsini, har Føroya Húsarhaldskúli er á Stoksoyrarvegnum, og húsini í Bøgøtu, har handarbeiðsskúli er í kjallaranum. Nógvur peningur skal til fyri at reka so stórt virksemi. Ábøtur [...] Ábøtur og umvælingar verða javnan gjørdar, og tað er eitt nú til tað, inntøkurnar fara til. Tvær ferðir um mánaðin skipar felagið fyri bingo, men tað er ójavnt, hvussu nógv fæst burtur úr tí. Í nevndini fyri
bera til at seta upp longu tíðliga í summar. Tað fer at bera til at seta eini tvey túsund upp afturat í juli og august, men um vit skulu gera hetta, so er hetta treytað av, at vit fáa stuðul til hetta [...] hetta, og tað er hetta, sum vit kanna í løtuni. Men ber tað til at fáa stuðul til sovorðið, tá tað tykist ógjørligt at fáa stuðul til spreingiarbeiðið fyri rennibreyt? ? Nú mugu vit ikki blanda hetta saman [...] verður mett, at um tað fer at roynast hampuliga væl, tá landsliðið í juni fær vitjan av Skotlandi og Bosnia, so fer áhugin millum fótbóltsáhugað at vera sera stórur, tá Estland og Litava koma til Føroya
long tíð, til stólarnir eru settir upp. Kappast ikki Stjórin á Føroya Fiskavirking í Vestmanna ynskir at gera greitt, at virkið ikki kappast við Atlantis, ið arbeiðir laks. Hann sigur, at Føroya Fiskavirking [...] bygdini. Onnur vaktin arbeiðir frá klokkan átta á morgni til klokkan fýra seinnapartin, og seinna vaktin heldur fram frá klokkan fýra seinnapartin til midnátt. Hesi klára arbeiða umleið 5.000 tons av fiski [...] at arbeiða upsa og hýsu, meðan hann væntar, at Atlantis fer at halda seg til laksin. Rógvi Reinhert heldur, at framtíðin hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna er bjørt, hóast hann ásannar, at virkinum tørvar
alla yrkingina, frá fyrstu til síðstu reglu. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur ofta vent sær til Alexandur Kristiansen, tá ið barnabøkur, ið bera uppá rím, skulu týðast til føroyskt. Og í vikuni kom ein [...] so skjótur sum Steinbjørn B. Jacobsen, Rói Patursson og aðrir at taka tað nýggja til mín, og hóast eftirtíðin hevur mett meg sum part av nýggja rákinum, ið kom fram í seksti árunum, haldi eg ikki sjálvur [...] saknin. - Marianna vildi fegin hava fatur á nýggjum sangum og rímum til børnini. Hon bað meg týða okkurt, og so byrjaði eg at yrkja til børn. Síðani H. A. Djurhuus gav rímurnar og sangirnar út fyrst í hesi
varð m.a. raðfest øðrvísi og krøvini til skipið løgd føst, so bar væl til at byggja nýggja vaktarskipið, ið føroyingar skulu hava, her heima í Føroyum. Eisini til kappingarføran prís. Eisini innan byggivinnuna [...] eftir einari føroyskari útbjóðingarrundu. Seinkingin verður ikki mett at vera týdningarmikil, tí oljuprísirnir hava verið met lágir. Mett verður, at vit her eru við eitt vegamót, har møguleiki er fyri, [...] hvørjar vinnur vit fara at dúa uppá framyvir. Mett verður, at stutt er til eina støðu, har eingin skikkað arbeiðsmegi er eftir - jús nú er nærum arbeiði til allar hendur. Uttan nakra olju. Útflutningsráð
september til 29. oktober hava ungdómar høvi til at hittast á einum slóðbr´tandi og øðrvísi háskúlaskeiði. Tá verður á fyrsta sinni í Føroyum skipa fyri sonevndum integreraðum skeiði á Føroya Fólkaháskúla [...] Skeiðið er ætlað ungum millum 17 og 25 (30) ár og freistin at tekna seg til er sett til 1, september 1999. Íblástur úr Noreg Íbla´sturin til at skipa fyri slíkum integreraðum skeiði er íkomin, tí ein arbeiðsbólkaur [...] eitt ár. Nakað, ið hon legði til merkis, var, at menningartarnað har tóktust vera á høgum støði, um ein hugsar um teirra støðu. T.d. høvdu tey eitt studentaprógv, tillagað til tey, og hesum vóru tey errin
afturat. ? Men annars er tað ikki okkum, fólk skulu venda sær til, um trupulleikar stinga seg upp. ? Tann rætti at venda sær til, er Føroya Arbeiðsgevarafelag, tí tað eru arbeiðsgevararnir, sum trýsta okkum [...] stórur spurningur, hvat skipasýnið sigur til slíka mannagongd. Tað verður somuleiðis hildið at verða lítið sannlíkt, at tað skal bera til at fáa Smyril at sigla til aðrar havnir, enn tær vanligu. Tí so taka [...] verður Smyril lagdur. Tí tá ið ongin er at binda og loysa skipið, ber ikki til at sigla. At fáa onnur fólk at gera tað, verður mett at vera ómøguligt, tí so gera tey verkfalsrakt arbeiði, og tað vil ongin
honum verður av mongum mett sum fremsti kandidaturin til aftasta plássið í 1. deild og harvið beinleiðis niðurflyting, men venjarin heldur avgjørt, at tað eru møguleikar í liðnum til eina betri endastøðu [...] málverja. Fróði Mortensen hevur áður vart málið hjá Sumba. Hann býr nú í Danmark, men hann er komin til Føroya at hjálpa sumbingum í morgin. Nikola Biberdzic fekk reytt kort í Fuglafirði, og hann er leikbannaður [...] Venjarin hjá toftamonnum metir uppgávuna í Sumba at vera torføra, men hann heldur, at tað eigur at bera til hjá hansara liði av vinna. Einasti spælarin hjá B68, sum ikki er tøkur, er vongspælarin í vinstru,
nakra hóming av at fáa nýggjar vinnur til Føroya, so er hetta ein av avgjørdu treytunum fyri, at so verður. Skattaprosentið fíggjarpolitiskt amboð Í svari sínum til Óla Breckmann vísti Karsten Hansen á [...] meðan hin byggir á tað sosialistiska grundsjónarmiðið, og tað er slíkt, sum kemur til sjóndar tá búskaparmál eru til viðgerar. Fólkaflokkurin hevur alment sagt, at teir heldur vilja hava eina lækkan av [...] støðan í samfelagnum, sigur Karsten Hansen at enda í svarinum til Óla Breckmann. Grundleggjandi ósamdir Eins og tað stendur í innganginum til hesa grein, so eru stóru flokkarnir í samgonguni grundleggjandi