Sumbingar fáa málverja úr Danmark

Fótbóltur: Hóast teir eru plágaðir av leikbannum, so rokna sumbingar við góðum úrsliti móti B68

Birgir Jørgensen er venjari hjá Sumba. Liðið hjá honum verður av mongum mett sum fremsti kandidaturin til aftasta plássið í 1. deild og harvið beinleiðis niðurflyting, men venjarin heldur avgjørt, at tað eru møguleikar í liðnum til eina betri endastøðu enn so.

? Men skulu vit skava stig saman, so er tað sjálvsagt av týdningi, at vit vinna á heimavølli, og eg meti B68 at vera eitt av teimum liðunum, sum vit skulu vinna móti, sigur venjarin hjá Sumba.

Dýra biðidag varð málverjin, Anfinn Thomsen, rikin av vøllinum í Fuglafirði, og hann er tískil leikbannaður í morgin. Hin málverjin hjá Sumba eitur Rúni Lisberg, og í vikuni varð hann skorin í knænum og gongur tískil á høkjum og kann einki gera við fótbóltin. Tí hava sumbingar kent seg noyddar at fara út um landoddarnar at skaffa sær málverja. Fróði Mortensen hevur áður vart málið hjá Sumba. Hann býr nú í Danmark, men hann er komin til Føroya at hjálpa sumbingum í morgin.

Nikola Biberdzic fekk reytt kort í Fuglafirði, og hann er leikbannaður. Sonni Kjærbo hevur verið eitt sindur skaddur. Hann verður á beinkinum, men tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla frá fyrsta bríksli. Hallur Dam Joensen var í fjør yngsti spælarin í bestu deildini. Higartil í ár hevur hann verið á beinkinum, men tað kann væl hugsast, at hann fær møguleikan í morgin.


Næstan allir tøkir

B68 spældi væl 1. hálvleik móti NSÍ. Tað er við støði í tí avrikinum, at Bjørn Krogh vil hava sínar menn at vísa seg í morgin, tá teir skulu royna at skjóta fyrsta málið í landskappingini í 1999. Venjarin hjá toftamonnum metir uppgávuna í Sumba at vera torføra, men hann heldur, at tað eigur at bera til hjá hansara liði av vinna.

Einasti spælarin hjá B68, sum ikki er tøkur, er vongspælarin í vinstru, Lucio Oliveira. Hann hevur runnið, men hann hevur ikki vant saman við hinum.

Spurningurin er so, hvussu B68 venjarin velur at blanda kortini. Hann hevur í hvussu so er sekstan spælarar at velja ímillum.

Í fjør vann B68 2-1 í Sumba, og tað er væl skiljandi, at B68 venjarin meiri enn fegin hevði viljað, at tað úrslitið var endurtikið í morgin!