Nevndin gongur SEV á møti við hesi grundgeving: Mett verður ikki, at ætlanin kemur at misprýða ella skemma náttúruna ella vandi er fyri at sermerkt landslag ella leivdir av sermerktari náttúru fara fyri skeyti.
Eg havi áður sitið í nevndini hjá Føroya Sílaveiðifelag og Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag, (FNU) og kenni meg hava skyldu at tala at.
Grundgevingin er púra burturvið
Vesturdalsá er sermerkt náttúrufyribrigdi, har hon kemur oman gjøgnum hamrarnar og síðani býtir seg sundur í tveir partar, har annar helmingurin fer móti Funningsfirði og hin helmingurin móti Skálafirði.
Eftir ætlanini hjá SEV verður hvør vatndropin tikin úr ánni - ber hella verður eftir.
Misvísandi prosent
SEV roknar við at taka ávikavist 45% og 8% av samlaðu vatnnøgdini; men legg merki til, at mált er, har áirnar renna út í ávikavist Funningsfjørð og Skálafjørð, og at hetta eru meðaltøl.
Viðbrekin á
Fjarðará er viðbreknari enn flestu stóru áir í Føroyum. Tá tað regnar, veksur hon óvanliga skjótt, og slítir í, minkar hon aftur beinan vegin.
Um summarið er mangan stak lítið vatn í ánni, og langt oman í dalin kemur tá meginparturin av vatninum frá Vesturdalsá. Heltnará hevur lítið vatn, tá turkur er.
Fjarðará megnar ikki sum er at taka ímóti óhumskuni frá Fjósunum Millum Fjarða, og verri verður, um Vesturdalsá verður turrløgd.
Avgerandi fyri, hvussu rein áin er og hvat lív nørist í ánni, er vatnmongdin, tá turkur er og áin er lítil.
Millum Fjarða áður ein perla
Bæði sílaveiðifelagið og FNU hava áður víst á, at Fjarðará var ein perla í føroysku náttúruni, - rein og noslig og yðjandi full av maðkapirrum og sílum.
Summardagar hugnaðu familjur við børnum sær frammi í dalinum, har áin buktar seg omaneftir.
Fjarðará var mett móti eini mørk í jørð, - so ríviligt var av sílum.
Hugburðurin má broytast
Í staðin fyri at oyðileggja ánna heilt, eigur at verða farið hin vegin, - at vinna tað aftur, sum dálkað og spilt er, - so Fjarðará aftur verður ein gimsteinur mitt í Føroyum.
Óneyðugt at taka Vesturdalsá
Vit hava nóg mikið av el-megi sum er, og SEV hevur vtá, at vindorkan er bíligari. Tríggjar ferðir dýrari er at taka Vesturdalsá, enn at seta eina vindmyllu, sum gevur somu el-orku.
Við vón um, at Vesturdalsá og Fjarðará vera varðveittar, og at mest møguligt av tí, sum farið er í tankaloysi og eirindaloysi, verður vunnið innaftur.
Tórshavn 25. mars 1999
Óli Mikkelsen