Góðar framtíðarvónir

Stjórin á Føroya Fiskavirking í Vestmanna, Rógvi Reinert, hevur góðar vónir fyri framtíðini hjá virkinum, hóast hann ásannar, at virkið eldist og nýggjar íløgur krevjast

Dagfinn Olsen & John Johannessen



Á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna er støðugt arbeiði hvørja viku í árinum, hóast tað onkuntíð kemur fyri, at arbeiðsvikan ikki er longri enn einar tríggjar dagar. Millum 80 og 110 fólk arbeiða á virkinum í tveimum vaktum, og er hetta sostatt størsta arbeiðsplássið í bygdini. Onnur vaktin arbeiðir frá klokkan átta á morgni til klokkan fýra seinnapartin, og seinna vaktin heldur fram frá klokkan fýra seinnapartin til midnátt. Hesi klára arbeiða umleið 5.000 tons av fiski um árið.


Kláraðu kreppuna

Hóast árini frá 1992 til 1997 vóru tung, so megnaði virkið at stríða seg gjøgnum kreppuna. Virkið steðgaði ongantíð upp, hesi árini. Nú er so komið uppundan aftur, og 1998 og 1999 hava verið tvey góð ár hjá virkinum.

Fyri góðum trimum mánaðum síðani gjørdi virkið eina stóra íløgu, tá nýggj og nýskapandi fløðilinja, framleidd í Føroyum varð keypt. Stjórin metir hetta sum eina góða íløgu, hóast onkrir byrjanartrupulleikar stungu seg upp í fyrstuni. Men tó heldur Rógvi Reinhert ikki, at trupulleikarnir vóru størri enn væntað. Hann heldur, at tá hugsað verður um, at talan er um eina nýskapandi verkætlan, kann ein ikki vera annað enn nøgdur. Tó gleðir hann seg til, at allir trupulleikarnir eru fingnir í rættlag.

Rógvi Reinhert heldur, at hóast nýggja fløðilinjan er so mikið framkomin, at hon hevur neyvt eftirlit við arbeiðinum hjá hvørjum einstøkum reinskerara, verður hetta ikki av starvsfólkunum mett, sum nakað hóttandi eftirlit. Heldur verður tað nýtt soleiðis, at tað einstaka starvsfólkið kann verða vegleitt um, hvussu tað á bestan hátt kann berta um arbeiðslagið og harvið eisini góðskuna á framleiðsluni. Hetta, er hann vísur í, fer at geva bæði virki og fólki betri úrtøku.


Keypa stólar

Fyri at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá reinskerarunum, hevur virkið tikið avgerð um, at seta stólar upp framvið nýggju fløðilinjuni. Sostatt kunnu reinskrararnir sita niðri og skera, ið staðin fyri at standa uppi og møðast í beinunum.

Rógvi Reinhert sigur, at tað fer ikki at ganga long tíð, til stólarnir eru settir upp.


Kappast ikki

Stjórin á Føroya Fiskavirking í Vestmanna ynskir at gera greitt, at virkið ikki kappast við Atlantis, ið arbeiðir laks. Hann sigur, at Føroya Fiskavirking fer framhaldandi at leggja seg eftir at arbeiða upsa og hýsu, meðan hann væntar, at Atlantis fer at halda seg til laksin.

Rógvi Reinhert heldur, at framtíðin hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna er bjørt, hóast hann ásannar, at virkinum tørvar íløgur fyri at kunna dagføra seg. Tó heldur hann, at um farið verður aftur til eina stuðulsvinnu, kann verða skjótt, at virksemið verður køvt.