Danmark og í Íslandi í 1985, har hann heilsaði uppá Vígdis Finnbogadóttir, forseta Ìslands. Hilmar hevur eisini verið við til alheimsdeyvaráðstevnur, í 1982 í Sveits, í 1986 í Wales og í 1990 í Hollandi [...] Grønlandi í 5 mánaðar. Tað var p/f Hólmur í Sørvági sum átti skipið. Í 1951 er hann aftur í Danmark á bóndagarði í Sunds nærhendis Viborg, men hann kemur heim aftur. Í 1952 er hann við trolaranum Varðberg [...] desember 1910 í Miðvági. Foreldur hjá honum vóru Sofía Petersen av Steig í Sandavági og Rasmus Heinesen, skómakari, á Ryggi í Miðvági Tey fingu umframt Hilmar hesi børn: · Sunneva, fødd í 1900, deyð í 1904 ·
bilmekanikari í 17 ár. Fór í starv sum tryggingarmaður hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í 1978. Veruliga frambrotið í landspolitikki kom ongantíð. Hann sat sum løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin í Suður [...] fjeppaðust teir uppi í honum. Heðin Mortensen var krýndur kongur í Havn. Javnaðarflokkurin kundi, um hann vildi, skipa samgongu einsamallur. Politisk søga varð skrivað. Four more years! Í beinleiðis s [...] Sosialistiskt Ungmannafelag, í 1965. Men tað var ikki sum javnaðarmaður, at hann fekk sæti í býráðnum á fysta sinni sjey ár seinni. Tað var í 1972. Hann var sera virkin í kappróðri um hetta mundi, og
var útoyggjaumboðið í Hesti, Sanna Silvurstein, sum beyð vælkomin til stevnu í Hesti leygardagin. Stigtakarar av stevnuni hesaferð, vóru fólk í Hesti og Koltri, og ein týðandi leiklut í øllum tí praktiska [...] har hesin kallar hendan minniliga dagin, "Heiti dagurin í Hesti". - Petur skrivar, at tað vóru eini 1500 fólk í Hesti summardagin, 10. juni í 1934, og hetta var heitasti dagur, sum mong vistu um at siga [...] byggja. - Hesin stóð í gerð í eini 10 ár, og mest sum alt arbeiðið varð gjørt ókeypis. Mong vóru tiltøkini hesi árini fyri at útvega pening til svimjihylin. Í 1983 var hylurin tikin í nýtslu á fyrsta sinni
eftir. Systkini vóru Ebba, sum var gift í Froðba við Dánjal Jákup Jensen í Froðba. Anna, sum var gift við Óla Jákup Jensen í Havn. Haggi, giftur við Julinu. Petur, búði í Køge. Mia, sum var gift við donskum [...] hátt. Í 1944 skrivaði Kenneth eina grein um forkunnug fuglasløg, sum eiga í Føroyum. Eitt dømi var um sanglerkar, sum fyrr høvdu hildið til í Nólsoy, men sum í 1944 vóru at finna á Sandoynni. Í 1963 kom [...] flestu føroyingar vóru bretskt vinarligir, eisini í teimum myrku tíðum, tá ið vandi var fyri týskari innrás í Bretlandi”. Esther og William giftust í Føroyum í 1944 og fingu her fyrra barnið Hervør, sum doyði
syrgilig, sum tað kundi hugsast. Ingibjørg, dóttir Grækaris upp í Trøð í Kvívík, var komin til Hvalvíkar at hjálpa ommuni, Súsonnu í niðaru Geil, í handlinum. Skírismorgun fór hon við nøkrum vinkonum ein [...] sum at eitt menniskja liggur í trillubørini. Tá er tað Jóhannes, sum kemur heim við ta deyðu Ingibjørg. Hon kom tískil aftur til Kvívíkar í kistu. Aftur vanlukka í 1932 Í 1932 hendi aftur ein vanlukka [...] stoytt í mjólkarbiði, sum vórðu skipað umborð í bátin. Hetta hús var eitt slag av terminali. Tað kundi ongantíð sigast við vissu, nær báturin kom. Tí kom fólk ofta í góðari tíð og kundu bíða í mjólkarhúsinum
hjá mær í Valhøll í Syðrugøtu, sum tá var ein partur av røktarheiminum í Runavík. Nú rópar ein: “Hensia kom her!” Eg hyggi, nú er tað Jona á Langasandi, kona Jóan Petur. Hon var dóttir Sørin í Hósvík [...] gekk eg eisini í sunnudagsskúla í Hvalvík. Hesin sunnudagsskúli byrjaði í 1923, og tá var tað Elsa Joensen í Ólavsstovu, sum skipaði fyri. Hon var systir Ólav av Heygum í Vestmanna. Í 1929 gingu eini [...] aftur í stovuna. Eg kann nevna teir, sum eg minnist vóru við umframt Jóan Jakku: Jóan Petur hjá Sámali, Langi Petur Hans, Amaliel, Magnus hjá Eliesari, hann livir enn, vit eru javngomul, Andreas í Køkinum
konfirmantar, sum gingu til í Kvívík hjá Grøn presti. Hann var prestur í Norðurstreymoy frá 1914 til 1940. Hetta var ein hugnalig tíð. Tað var altíð onkur spiloppari uppi í. Ein, eg serliga minnist, var [...] gingu at lesa í Kvívík, har eg búði hjá Jóannes og Fíu á Eystaruhellu. Har var gott at vera. Vit vóru sjey konfirmantar hjá teimum, fimm gentur, sum svóvu í stovuni, og tveir dreingir svóvu uppi á loftinum [...] A. Restorff í Sigmundargøtu. Nú var tað sonurin Andreas, sum rak handilin. Íbúðin var í sama húsi sum handilin. Har dámdi mær so sera væl. Sanna var tá í handlinum, og eg ar-beiddi í húsinum. Eg var
Benadikt. Hann segði, at ein mina lá niðri í fjøruni beint undir húsunum hjá okkum. Tá ið eg so komi niður í køkin, stendur ein maður uppi á minuni. Tað var Andreas Petur í Guttastovu, grannin hjá okkum. Nú síggi [...] ikki av bygdini, men fluttu niðan í ovastu húsini í bygdini, har tað var minni ábært. Tá ið minan brast í Syðrugøtu, var eg her og ferðaðist. Tað var, áðrenn vit giftust í 1942. Tann 10. november 1941 gjørdist [...] og vaskið í kjallaranum.« Fatið var fyrst farið upp undir loft og so niður í kjallaran. Vit høvdu annars fyrireikað okkum til, at hetta kundi henda. Eg hevði pakkað steintoyið í húsinum niður í tvær baljur
frásøgn byrjar í Streymnesi og endar í Gøtu. Men tað verður annars farið víða um. Talan er um sera áhugaverdar frásagnir. Hensia greiðir frá: Fýra Zachariasar í Streymnesi Eg eri fødd í Streymnesi tann [...] læra, var hann krambúðarsveinur. Í 1870 fór hann á læraraskúla í Havn, har hann longu árið eftir, í 1871, fekk læraraprógv. Hann var tann fyrsti, sum tók læraraprógv í Føroyum. Hann verður beinanvegin [...] sum itu Zakaris í Streymnesi tá. Ein var Zakaris uppi í Garði, sonur hansara æt eisini Zakaris. Hann var kallaður Sagga fyri at skilja teir at. Men eg haldi ikki, at teir vóru nær í familju við okkum
virðiligt eftirmæli. Heini var føddur í 1851 í Sandavági. Tann 31. august 1879 giftist hann í Havnar kirkju við Onnu Fredrikku Carlsen úr Havn f. 1876. Tey eru grivin í grøvini hjá pápa hennara Karl. Teirra [...] og yvir í Trøð, har tey uttastu neystini stóðu. Teir komu allir um somu tíð: Trappumenninir Pedda, Dánjal og Niklas og gamli Jákup við Stein, sum var á báti við teimum, og har komu Petur Hans í Funningsstovu [...] losjulimur Heini var limur í losjuni í Havn í hvussu er frá 1904. Tá var hann við á eini útferð 2. hvítusunnudag. So tilkomin hann var tá, mann hann helst frammanundan hava verið limur í Havnar Avhaldsfelag.