fólkini á facebook-bólki teirra, og tað hava bara verið stuðlandi viðmerkingar, ið hann hevur fingið. - Reaktiónirnar frá spælarum, venjarum og áskoðarum hava verið fyrimyndarligar. Tá eg gekk út aftan [...] lætta bjarging og misti bóltin í málið, hevur ongar umberingar fyri droppið, sum tað verður kallað á fótbóltsmáli. Hann viðgongur tó, at bólturin ferðaðist óregluliga í luftini, sum er ein kynstur hjá [...] aftan á dystin stóðu allir B36-arar og klappaðu oman í móti mær og róptu uppmuntrandi orð. Í umklæðingarrúminum vórðu nógv herðaklapp givin og eisini onkrar skemtiligar viðmerkingar frá bæði spælarum og venjarum
ðgur lá og hótti á hvørjum ári. Men tíðliga hósmorgunin góðtók hann ein tvey-ára sáttmála, tí hann kundi staðfesta, at Starvsmannafelagið ikki var at vika í spurninginum um longdina á sáttmálanum. Ikki [...] at tað skal raka soleiðis, hvørja ferð ein arbeiðssteðgur er, ikki bara í hesum førinum, men eisini á privata arbeiðsmarknaðinum. Tað vísir seg altíð, at tað sum heild er útjaðarin, ið verður raktur, og
Beinta Á. Gregersen var leiðari, tá ungdómshúsið í klaksvík lat upp á fyrsta sinni í februar 2006. Hon gekk á odda við innrætting og uppbygging av virkseminum í húsinum, sum skjótt bleiv eitt vælumtókt [...] spenningi. Í næstum fer virksemið í Húsinum nevniliga at flyta úr hølunum á Klaksvíksvegi, og niðan í Atlantis, har tey ungu fara at búleikast á ovastu og niðastu hædd í bygninginum, sum eisini húsar biografinum [...] vit skapaðu eitt forvitnisligt og stuttligt umhvørvi, har børn og ung sluppu at royna og menna seg á økjum, sum høvdu áhuga fyri tey. Samstundis kundu tey vera seg sjálvi og knýta vinabond tvørtur um ymisk
treytir fyri tey ymsu loyvini verða hildnar. Fyri trimum árum síðan var ein keðilig hending á Summarfestivalinum, sum gekk út uppá, at politiið var farið út um mark við tveir dreingir. - Hatta var eitt keðiligt [...] heilt stóran týdning fyri grundarlagnum hjá Summarfestivalinum hevur politiið, sum skal tryggja, at alt á festivalinum fer rætt og lógliga fram. - Vit byrjaðu longu síðsta september at fyrireika til festivalin [...] ár, tá vit høvdu eftirmetingarfund við kommununa og fyrireikarar, sigur Hallgrím Hansen, varaleiðari á politistøðini í Klaksvík. - Síðan nýggjár hava vit havt meira ítøkiligar fyrireikingar við at útgeva
Eli Joensen, ið var ein teirra, ið hjálpti fremmanda bátinum í nátt. Tá manningin umborð á Hvannhólmi kom fram á Globus, lá hann og bangaði móti grótinum. - Tann aftara endin lá leysur, meðan tann fremji [...] móti grótinum. Líkindi vóru tó góð, men tað hevði ikki verið leingi aftrat áðrenn hol kom á bátin. - Tað gekk væl at fáa bátin leysan aftur. Tað er altíð eitt sindur av panikki í eini slíkari støðu, men [...] sum heild róligir. Vit fingu ein enda um beinanvegin, og sleptu so, tá Brimil kom á staði. Óvist er hví báturin fór á land, men mett verður, at talan var um ein róðurskaða.
royndi at halda mær uppi á forrútinum, bleiv eg fleiri ferðir skolaður í havið. Eg stríddi meg uppá aftur. Alt gekk so skjótt fyri seg. Tankin, at fáa fatur á onkrum at bjarga mær á, streyfaði. Nógv fleyt [...] uppi á forrútinum á frambygda bátinum, sum var sokkin og stóð upp og niður í sjónum. - Sjógvur stóð um meg alla tíðina, og eg skolaði av fleiri ferðir. Luftin, sum sat í húsinum og helt gronini á bátinum [...] sálarliga havi eg tað gott. Soleiðis greiddi Hans Magnus Hansen frá eftir hendingina á Norðhavinum, 22. mars 2004. Hann var á veg til lands í 29 fóts stóra útróðrarbáti sínum, Norðstjørnuni, tá ið hann fekk
svimjivestar. Sune Berglind vísir á, at Vatnsport.fo fevnir breitt, og samanumtikið sigur hann, at nýggi handilin hjá honum á Óðinshædd hevur alt til spæl, bæði undir vatni og oman á vatni. ##med2## [...] Djórahandilin á Óðinshædd í Havn, har eisini Posta heldur til, hevur nú keypt fyritøkuna, Vatnsport.fo, sum Janus Rein hevur átt. Vatnsport.fo er nú opin sum vanligur handil og húsast eisini á Óðinshædd. [...] Viðskiftafólk kunnu ganga úr Djórahandlinum og inn í Vatnsport.fo, men handilin hevur eisini egna inngongd á vestursíðuni í bygninginum hjá Posta. Vatnsport.fo heldur fram við nethandlinum við nýggja eigaranum
norðan, Íslandi, og so ikki at gloyma Týsklandi, sum vitjar á Tórsvølli um eina viku. Ein av leikarunum í landsliðsferðalagnum er sum vant Jákup á Borg, sum seinastu tvey árini hevur verið fastur millum teir [...] fyri fyrstu ferð sá dagsins ljós. Hevði farið Terminin hjá Susi var sett til 3. juni, so í so máta gekk alt akkurát soleiðis, sum spátt varð, men Jákup dylir ikki fyri, at hetta var nakað, sum tey høvdu [...] einki mál, sum eg havi ella komi at skjóta, kann samanberast við hetta. - Og eitt er víst. Høvdu vit á vøllinum kunna sýnt nakað av tí styrki, sum konufólk hava, tá tey skulu eiga, so ivist eg ikki í, at
sálarliga sjúkar. Egnar royndir - Eg fari at greiða frá skøkjulevnaði út frá míni egnu søgu. Eg gekk ongantíð á gøtuni og brúkti ikki rúsevni, so fólk hildu, at eg var ein luksusskøkja. Tey hildu, at eg var [...] kvinnur, ið sjálvar hava valt at gerast skøkjur. Tey vita ikki, at hetta ikki er eitt starv, ein velur á jøvnum føti, sum ein hevði valt at blivið pedagogur ella journalistur. Fólk halda, at um ein ikki hevur [...] tað næsta, so eru avleiðingarnar ræðuligar fyri tær kvinnur, ið eru skøkjur, og tær hava stóran tørv á hjálp. Alvleiðingarnar eru millum annað, at 70 prosent av teimum fáa post-traumatiskt stresssyndrom
stuðul í stríðnum fyri at fáa ein nýggjan sáttmála. Men meðan flestu av hinum feløgunum hava víst á, at tey eru ónøgd við, at Fíggjarmálaráðið brúkar avtaluna við eitt fakfelag sum leist til samráðingarnar [...] nevnir Starvsmannafelagið einki um tað. Tað er nevniliga Starvsmannafelagið, ið sum einasta fakfelag á almenna arbeiðsmarknaðinum, hevur gjørt sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Ein loysn fyri fakfeløgini hevði [...] ikki hug at royna aftur beint nú, sigur Súni Selfoss. Formaðurin í Starvsmannafelagnum leggur dent á, at tá tey fara til samráðingar, so er tað fyri at samráðast um eina nýggja avtalu til sínar limur,