Súsan Joensen finst at Eivind Warberg, skurðlækna, sum í vikuskiftis-Sosialinum hevur eina tíðargrein. Í tíðargreinini sigur Eivind Warberg, at raðfestingin hjá sjúkrahúsverkinum viðvíkjandi mammografi-screening er skeiv. Hann sigur, at mammografi-screening ikki riggar sum tað skal og viðførir m.a. ikki ein niðursettan deyðatíttleiki.
Les eisini: Mammografi screening minkar ikki um tilburdir av krabba
Súsan Joensen, ið sjálv hevur havt krabbamein og uppliva skipanina, ið fer í gongd, tá ein hevur krabbamein, sigur at kritikkurin frá skurðlæknanum ikki er rættvís.
- Mammografi-screening er bert ein lítil partur av einum størri heild. Eivind Warberg rakar við síðurnar av í sinum kritikki. Frá tí at kommnulæknin sendi meg víðari til eg bleiv skurðviðgjørd gekk stutt tíð og eg havi bert gott at bera sjúkrahúsverkinum, sigur Súsan Joensen.
Durita Tausen, forkvinna í nevndini í krabbameinsfelagnum, vil ikki viðmverkja ítøkiliga til greinina hjá Eivind Warberg.
- Vit fyrihalda okkum bara til krabbameinsætlanina og taka undir við henni. Hon nevnir eisini mammografi-screening. Tó vil eg siga, at vit sjálvandi vilja hava eina so góða heildarloysn til krabbameinssjúklingar sum gjørligt, sigur Durita Tausen.