B36-málverjin, Tórður Thomsen, sum í oddabrakinum ímóti HB í gjár gjørdist leikarin í óhepna høvuðsleiklutinum, tá ið hann fonglaðist við eina – at síggja til – lætta bjarging og misti bóltin í málið, hevur ongar umberingar fyri droppið, sum tað verður kallað á fótbóltsmáli. Hann viðgongur tó, at bólturin ferðaðist óregluliga í luftini, sum er ein kynstur hjá fleiri og fleiri fótbóltsleikarum.
- Bólturin ferðaðist sjálvsagt aftur og fram, men tað er eingin umskyldningur - eg skal bara bjarga hasum skotinum. Hatta hendir tvær til tríggjar ferðir um árið, um man telur øll skot í málmansvenjing, vanligari venjing og í dysti við, øll hini 500.000 skotini heldur man trygt óansæð hvussu bólturin ferðast. Men hesa ferð hendi tað í dysti í Gundadali ímóti HB, so tað var bara harmiligt, sigur Tórður.
- Um tú slapp at royna at bjarga skotinum umaftur, hvat hevði tú so gjørt øðrvísi?
- Um eg kundi gjørt nakað annarleiðis, so hevði eg kanska heldur roynt sligið bóltin til síðurnar í staðin fyri at royna at halda skotinum, sigur hann.
Tórður kom eftir dystin við umbering til B36-viðhaldsfólkini á facebook-bólki teirra, og tað hava bara verið stuðlandi viðmerkingar, ið hann hevur fingið.
- Reaktiónirnar frá spælarum, venjarum og áskoðarum hava verið fyrimyndarligar. Tá eg gekk út aftan á dystin stóðu allir B36-arar og klappaðu oman í móti mær og róptu uppmuntrandi orð. Í umklæðingarrúminum vórðu nógv herðaklapp givin og eisini onkrar skemtiligar viðmerkingar frá bæði spælarum og venjarum. Hatta kann henda fyri øll. Hesaferð var tað mín túrur, men tað er einki annað at gera enn at reisa seg aftur og venja hart soleiðis tað ikki hendur aftur í nærmastu framtíð, sigur Tórður Thomsen at enda.