hugurin at spæla er framvegis sera góður. - Vit eru ein stamma, ið hevur verið við leingi, og eg haldi, at tað hevur sera stóran týdning við hesari stammuni. So leingi sum tú vinnur, er hugurin at spæla [...] Ein av mongu Stjørnuleikarunum, sum í gjár vann enn eitt gullmerki, er Joan Midjord Djordjevic. Hon var sjálvsagt ógvuliga fegin um, at tað eydnaðist Stjørnuni aftur at vinna føroyameistaraheitið. - Eg [...] vóru uppsettar frá fyrsta bríksli, hóast tað gekk eitt sindur striltið við at koma ígongd. Soleiðis er tað tó ofta, tá ið man spælir slíkar dystir, at man hevur eitt sindur av nervum, tá ið dysturin byrjar
Spurdur, um tað er neyðugt hjá einum presti, sum hevur kirkjuna at prædika í hvønn sunnudag, eisini at tala í øðrum samkomum, sigur Hans Eiler: - Tað er ikki neyðugt. Men mítt høvuðsmál er, at menniskju [...] SAMRØÐA - Jú, hatta málið kostaði okkum nógv. Men tað er ikki barnaverndarmálið, sum ger, at vit flyta! Hans Eiler Hammer er avgjørdur, nú hann kann líta aftur um bak sum prestur í Norðoyggjum [...] í býnum, av tí at pápi hansara var trúboðari har. Spurdur, um hetta hevur verið ein fyrimunur, sigur Hans Eiler: - Tað er ringt at vera profetur í egnum heimlandi. Fólk vænta nógv av tær, sigur hann, og
frívaktini. - Er nógvur fiskur, fara vit vanliga í koyggjuna, tá ið deksvaktin er av og hvíla okkum til næstu vakt. Men er minni at gera, sita vit og práta, spæla kort ella hyggja í sjónvarp ein part av frívaktini [...] skipinum. - Tað er kanska eitt sindur keðiligt at standa við eina skermimaskinu eina heila vakt, men hetta er fínasta slag kortini, sigur hon. Lina sigur, at hon og onnur umborð antin hava ein MP3-spælara [...] ella ein sonevndan disk-man, og tónleikurin er góður at stytta sær stundir við á vaktini. Umborð á Atlantic Navigator gongur manningin 6 tímar og hevur frí teir næstu 6. Vit spurdu eisini Linu, hvat tey
000 krónur er ein sera góð løn, og hann sigur, at løgtingslimir, sum ikki eru nøgdir við hetta, eiga at halda seg frá at stilla upp. - Tú fert ikki upp í politikk fyri at fáa eina góða løn, men tí tú hevur [...] Spurningurin, um løgtingsarbeiðið er ov illa lønt – og kanska ikki er nóg professionelt – hevur verið nógv umrøddur í sosialu miðlunum í dag, og sum dagurin er liðin, eru tað fleiri og fleiri, sum hava [...] egnarum og you name it, sum hann tekur til. Hanus Samró vísir á, at tað er ein heiður og æra at umboða fólkið, og um tað ikki er nóg mikið, hava leiðararnir og akademikararnir einki at gera í løgtinginum
Tey hava eitt strævið lív, og tí er ikki tíð til okkum gomlu. Av tí sama verður heldur ikki lurtað eftir, hvat vit hava at siga, og hvørjar royndir vit hava. ³Hatta er ein farin tíð!², siga tey. Og vit skulu [...] dagin vit verða sjúk, er eingin hjálp at heinta. Og er tað nakað eg ræðist, so er tað at gerast sjúk. Børnini búgva øll aðra staðni, og vit hava eingi avvarðandi her. Fyrr var tað ein sjálvfylgja, at øll [...] Og tað er ikki so løgið, tí tey yngru kunnu ikki vita, hvat vit ynskja. Gomul fólk rópa ikki upp um, hvat tey hava brúk fyri. Vit hava livað í teimum tíðum, tá ið alt var so fátæksligt. Tað er hugsandi
leggur afturat, at møguliga hava aðrir semingsmenn nýtt aðrar mannagongdir, men støðan er ein onnur í dag, og tað er ein noyddur at fyrihalda seg til. Spurdur, um samráðingar vóru øðrvísi fyri Semingsstovnin [...] rættiliga torført at generalisera. ? Hvussu samráðingar ganga er ofta treytað av, hvussu støðan er og hvørji krøv partarnir hava. Tíðin, ið er tøk, og hvussu væl fyrireikaðir partarnir eru spælir eisini inn, [...] Semingsstovninum. ? Tað er gott fyri Semingsstovnin, at tað gerast fleiri semingsmenn, tí so kunnu teir taka sær av teimum økjum, ið teir hava mest kunnleika til, tí eingin ivi er um, at tað er rættiliga møtumikið
fólk. Um vit hyggja eftir, hvat er hent tey seinastu árini, so sæst, at Føroyar avgjørt er eitt áhugavert ferðamál. Talið av vitjandi er vaksið, og uppmerksemið um Føroyar er økt. Ferðavinnan hevur tí heilt [...] inum í Visit Norðoy hin 1. juni, og hon er klár at bróta ermar upp og fara í gongd. Klaksvíkingur um ein háls Jórun Gardar kennir væl til Norðoyggjar, tí hon er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Men seinastu [...] borgarunum og gerandisdegnum á tí staði, har mann er. Tað er umráðandi, at tað fyrigongur skynsamt og burðardygt. Menningarætlan við fleiri pørtum Tað er tí neyðugt at leggja nakrar ætlanir fyri norðurøkið
alt verið her nógv longri enn eg. Piotr er ein stuttligur maður og góður venjari, og hann er sera arbeiðssamur, sigur Krzysztof um landsmannin. - Krysztof er ein góður venjari, og hann hevur stýr á øllum [...] góður og gløggur venjari, er Piotr skemtari, sum kann siga nógvar stuttligar søgur um gamlar venjarar hjá sær, og hvat hann annars hevur upplivað sum fótbóltsspælari. Krzysztof er tann blíði, men eitt sindur [...] feløgunum, og í morgin verður tað ein pólskur venjari, sum kann kalla seg føroyameistari 2006. Líkamikið um tað verður EB/Streymur ella HB, sum vinnur FM, so verður tað ein pólskur sigur, tí hjá báðum feløgunum
nógv. Millum tey virknu fólkini í felagi við Absalon er Marjun Simonsen úr Klaksvík. Hon er her og pakkar klæðir einar 3-4 seinnapartar um vikuna. - Tað er gott at man soleðis kann verða við til at hjálpa [...] hann havt mong góð fólk, millum teirra Marjun, sum hevur verið har ikki færri enn tríggjar ferðir. - Tey eru heilt óalmindiliga glað fyri at fáa hesi klæðini. Fyri tey er nærum líkamikið hvat tey fáa. - Tey [...] burturúr. - Men beinið, tú, - tað sá út sum tað var kókað soleiðis í ein heilan mánað! Enn ein túr til Rumenien Støðan í løtuni er hon, at rættiliga nógv klæðir eru í kirkjukjallaranum í Klaksvík. Tey
tað er at verða sagdur úr starvi. Hetta hendi fyri 16 árum síðani, tá virkið fór av knóranum. - Hetta var ein øgiliga snedig kensla, skal eg siga tær. Ein kom líkasum bara í eina bíðistøðu, har ein hvørki [...] fólk eru álvarsom, nú líkt er til at grundarlagið undir virkinum er burtur. Tey eru til arbeiðis í dag, men spurningurin er hvussu leingi aftrat: - Í dag pakka vit saltað longufløk til europeiska meginlandið [...] Tí, sum Bergur sigur: - Tað verður tosað um at ein loysn er á veg, og at menn her í Klaksvík eru sinnaðir at seta pening í fyritøkuna. Vit vita ikki hvat vit skulu trúgva, tí vit hoyra eisini aðrastaðni