Føroyingar og póllendingar hava havt nógv við hvønn annan at gera gjøgnum árini. Føroyskir menn eru giftir pólskum konum, dugnaligir handverkarar úr Póllandi hava starvast á skipasmiðjunum, og pólskir læknir hjálpa fólki á føroysku sjúkrahúsunum.
Eisini í fótbóltinum hava póllendingar roynst væl hjá føroysku feløgunum, og í morgin verður tað ein pólskur venjari, sum kann kalla seg føroyameistari 2006.
Líkamikið um tað verður EB/Streymur ella HB, sum vinnur FM, so verður tað ein pólskur sigur, tí hjá báðum feløgunum eru póllendingar venjarar.
- Tað er sera stuttligt, at tað eru eg og Piotr, sum kappast um at vinna FM. Vit báðir hava tann fyrimunin fram um nógvar av hinum venjarunum í Føroyum, at vit hava royndir sum yrkisspælarar uttanfyri Føroyar, og tær royndirnar koma væl við hjá okkum í venjarayrkinum, sigur Krzysztof Popczynski, sum er venjari hjá HB.
Piotr 17 ár í Føroyum
Piotr Krakowski er tann, sum hevur verið nógv longri í Føroyum. Hann kom til Sands at spæla við B71 í 1989, og hann var venjari í B71 frá 1990 til 1996. Síðani hevur hann verið venjari í FS Vágum, ÍF og B36. Seinastu fýra árini hevur Piotr vant EB/Streym.
Krzysztof Popczynski kom til Vágs at spæla í 1998, og árið eftir var hann spælandi venjari hjá liðnum, sum vann føroyameistaraheitið. Krzysztof var venjari í GÍ í trý ár, áðrenn hann endaði í HB í ár.
Góðir vinmenn
Piotr og Krzysztof hava ongantíð spælt á sama liði ella verið í sama felag. Í Føroyum hava teir bara kappast ímóti hvørjum øðrum, men teir eru góðir vinmenn fyri tað.
- Eg og Piotr fjala einki fyri hvørjum øðrum. Vit tosa nógv saman og hava eisini hjálpt hvørjum øðrum nógv í ár. Eg haldi, at eg kann siga um okkum báðar, at vita taka okkara venjarayrki í stórum álvara. Vit royna at verða seriøsir og arbeiða miðvíst, og tað gevur úrslit, sigur Krzysztof.
- Ja, tað er góð reklama fyri okkum póllendingar, at eg og Krzysztof enda sum nummar 1 og 2 í morgin, sigur Piotr við einum skálkabrosi.
Ymiskir persónar
Piotr og Krzysztof eru ymiskir sum persónar. Umframt at verða góður og gløggur venjari, er Piotr skemtari, sum kann siga nógvar stuttligar søgur um gamlar venjarar hjá sær, og hvat hann annars hevur upplivað sum fótbóltsspælari. Krzysztof er tann blíði, men eitt sindur friðarligari og seriøsi maðurin, sum arbeiðir sera miðvíst við sínum liðum.
- Piotr hevur nógv fleiri royndir enn, og hann kennir føroyskan fótbólt sera væl. Eg kenni eisini betur umstøðurnar her, enn eg gjørdi, tá ið eg kom av fyrstan tíð, men Piotr hevur hóast alt verið her nógv longri enn eg. Piotr er ein stuttligur maður og góður venjari, og hann er sera arbeiðssamur, sigur Krzysztof um landsmannin.
- Krysztof er ein góður venjari, og hann hevur stýr á øllum tí, sum hann fæst við. Hann gjørdi eitt gott arbeiði í VB, og hann bygdi eisini nakað spennandi upp í Gøtu. Krzysztof arbeiðir nógv við teldu, alt skal skrivar niður, og hann hevur nógv pappír um alt í sambandi við venjing og dystir. Eg komi har við einum lítlum lepa í lummanum, og tað er tað, sigur Piotr flennandi.
- Eg ynski Piotr alt tað besta í morgin, og líkamikið um tað verður hann ella eg, sum verður føroyameistari, so ætli eg mær at ringja til hann eftir dystin, sigur Krzysztof.