gar, tykist tilboðið tó vera so gott, at ovasta leiðsla í Trygd hevur hug at geva ilt av sær. Í øllum førum hevur stjórin í Trygd, Ali Celebi, í tveimum førum innan fyri eina góða viku lagt Tryggingarfelagið [...] við í eini útstykking, skuldu fáa ókeypis sethúsatrygging tað fyrsta árið, um tey valdu at taka av tilboðnum frá Trygd. Tí undrar tað okkum ikki sørt, at Ali Celebi fyrst í Dimmalætting og síðani í Degi [...] óvanligt, hvørki innan tryggingarvirksemi ella aðrar vinnur, og ei heldur eru slík tilboð ókend í Føroyum. Í grannalondum okkara finnast dømi um tilboð av sama slagi, har barnavanlukkutryggingar kunnu teknast
Lerwick: Eins og í undanfarnu dystunum í bólkaspælinum, so vunnu føroysku flogbóltskvinnurnar ein tryggan 3-0 sigur. Men í dystinum móti Álandi fingu okkara tó nakað av mótstøðu. Og tí kundi hesin dysturin [...] enn einaferð verður um ein fimm-settara í finaluni, uim tit koma so langt. - Nei. Vit eru í góðum formi, so tað skuldi ikki gjørt nakað. Vit hava vant regluliga í longri tíð, og seinastu tvær vikurnar undan [...] tá tú ikki veitst, hvussu hini eru fyri. O tað haldi eg eyðkendi bæði liðini í dag. Bæði tær og vit hava skift nógv út í mun til seinast, og tað gevur nakað av ótryggleika. Hálvfinalan verður allar helst
Drátti á stigatalvuni, ÍF, so noyðast tær í Drátti at taka til takkar við bronsuni í ár. Hinvegin heldur TB við sigrinum á Drátti tørn í kappingini við Mjølnir í oddinum. Mjølnir hevði um vikuskiftið vitjan [...] Tað er ikki langt síðani, at vit her í blaðnum høvdu hug til at nevna Dráttur sum ein møguligan FM-vinnara í meistaradeildini hjá kvinnum, men vágaliðið hevur snávað í tveimum teimum seinastu týðandi dystunum [...] dystur á Giljanesi millum júst Drátt og annað av oddaliðunum, TB. Vikuskifti frammanundan hevði Dráttur tapt greitt fyri hinum oddaliðnum Mjølnir á heimavølli, og harvið mistu tær í veruleikanum møguleikan
sita í danska fólkatinginum. Brúk fyri feriu Sjálvur sigur Johan Dahl, at einfalda orsøkin til fráveru hansara er, at hann saman við familjuni valdi at fara í feriu í tríggjar vikur eftir alt rokið í fj [...] politikarin í Føroyum hetta valskeiðið hevur helst verið Johan Dahl, og júst rokið kring fyrrverandi fiskimálaráðharran er orsøkin til, at hann er mest fráverandi tinglimurin, nú tingið er farið í summarfrí [...] 7%, og tá eru fyrstu 20 dagar hansara sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum ikki íroknaðir. Við hesi fráveru er Johan Dahl sannførandi á odda í fráveru av teimum 32 tingmonnunum, og við níggju forsømdum
sipar til Norðoyggjar, sum eru rættiliga sterkar í teirra ynskjum, júst tí at har er ikki sami tvídráttur ímillum ymisk øki, sum tað eru í Suðuroy. Heldur tú so at Suðuroyggin hevði staðið sterkari, var hon [...] n verið nóg sterk til at hon hevði sjálv megnað at loyst nógvar uppgávur í Suðuroynni, sum allar kommunurnar í oynni nú, hvør í sínum lagi, fara norður til Havnar at fáa loyst. Sum dømi nevnir hann bæði [...] vit hava spurt hann, hvat hann heldur um kommunala samstarvið í tí valdømi, sum hevur valt hann inn á Føroya Løgting og sum hevur ført hann í landsins hægsta sess. Hann vil ikki gera seg til talsmann fyri
skrivaði H.C. Andersen eina søgu um happing. Ja, tá í tíðini kallaðu tey tað ikki happing, men mishátti dunnuungin bleiv jú happaður. Tað lesa vit í ævintýrinum í dag, tí vit vita, hvussu dunnuungin hevur tað [...] honum. H.C. Andersen skrivaði eisini um dreymar um ríkidømi og kærleika. Vit kenna tað aftur í "Eldførinum" og í "Seyðagentan og skorsteinssóparin". Rík og fátæk, gleði og sorg. Tá eg lesi ævintýrini, haldi [...] sermerkta við H.C. Andersen júst, at hann fortelur so livandi. H.C. Andersen skrivar, so vit síggja tað, sum hendir, fyri okkum. So vit sjálvi kunnu finna uppá meir og seta myndir á. Í hesi bókini hjálpir ein
kiksaði hjá okkum í dag. Jerome Fernandez, Frakland - Vit spæla okkara besta dyst í dag, og tað er fantastiskt at vinna bronsu eftir allar hesar dystirnar. Nú vil eg virkiliga koma í eina finalu og vísa [...] Fyri fyrstu ferð í 40 ár eydnaðist Danmark at vinna heiðursmerki í einum HM-endaspæli, og sum ikki einaferð fekk Ulrik Wilbek rætt. Undan dystinum ímóti Fraklandi segði hann: “Eg havi ongantíð verið til [...] eg mær heldur ikki hesa ferð.” Ulrik Wilbek fekk rætt í sínum dómi. Danmark vann bronsuna, og nú kann liðið byrja at hyggja fram ímóti bæði EM og OL í 2008. Her er okkurt av tí, sum leikararnir søgdu við
keypt okkurt her í Jamm eina ferð, koma tey ofta aftur. Eisini fyri at bíleggja okkurt, sum er gjørt eftir teirra persónliga sniði. Sjálvt um tú, í vanligum handlum kanst keypa klæðir í tíni stødd, er tað [...] r handil upp í Klaksvík. Tað eru tær báðar Meiken Steinberg og Ása Justesen, sum reka handilin Jamm, har allar vørurnar eru hondgjørdar, og tú neyvan finnur tvær av sama slagi. Hugskot í bíðirøð Tað tykist [...] mesta seymar. Fólk tora væl Tað skerst ikki burtur, at nógv av pløggunum í Jamm eru so sermerkt, at øll neyvan høvdu torað at gingið í teimum. Ása heldur tó, at fólk tora nógv betri enn hon hevði vænta, tá
als ikki roknað við hesum møguleikanum. Og í dystinum var eisini líkt til, at tú alt fyri eitt kom væl við í spælið. Leygardagin vart tú hinvegin als ikki við í spælinum, ta løtuna, sum tú vart inni. Er [...] teir fyrstu ellivu. Hóast hann hevur verið partur av landsliðsmyndini í fleiri ár, so var hetta fyrsta ferðin, at hann skuldi byrja inni í einum týðandi dysti. Og tá vit eftir dystin fingu orðið á hann, duldi [...] fekk boðini í morgun klokkan 11, og sjálvandi var eg fegin um tað. Hevði venjarin einki givið til kennar um hetta áðrenn taktikk-fundin? - Nei, slettis ikki. So hetta kom púrasta óvart á meg. Í øllum førum
til at verða ein partur av undirvísingini í fólkaskúlanum. Undan stevnuni var skriv sent út til allar skúlar í Føroyum, har teir vóru bjóðaðir til at taka lut í stevnuni. Tíverri var áhugin ikki so stórur [...] skúlar vóru umboðaðir. Børn úr skúlanum í Nólsoy framførdu ein leik, ein bólkur úr Kommunuskúlanum í Havn framførdi ein leik, og eisini var ein framførsla hjá børnum í Rituvíkar skúla. Birita Mohr sigur, at [...] skúlarnar at nýta sjónleik í undirvísingini. MÁF hevur bjóðað seg fram til at hjálpa til við undirvísingini, men hesum hava myndugleikarnir takkað nei til. Hinvegin kunnu tey í MÁF fegnast um, at tað er