Suðuroyingar mugu standa meiri saman

Ein sameind Suðuroyggj hevði staðið sterkari, heldur løgmaður

Kommunusamstarv

? Tað er neyðugt hjá Suðuroyingum at standa meiri saman.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Jóannes Eidesgaard er suðuroyingur. Hann er gamal býráðspolitikari á Tvøroyri og vit hava spurt hann, hvat hann heldur um kommunala samstarvið í tí valdømi, sum hevur valt hann inn á Føroya Løgting og sum hevur ført hann í landsins hægsta sess.
Hann vil ikki gera seg til talsmann fyri at Suðuroyggin skal leggja saman til eina kommunu.
? Tað vildi verið skeivt av mær at komið við eini fráboðan um hesi viðurskifti, serliga beint uppundir eitt kommunuval.
Kortini ivast løgmaður ikki í, at tað er neyðugt at suðuroyingum at standa meiri saman enn teir gera nú.
? Tey allarflestu munnu vera samd um, at tað er umráðandi, at Suðuroyggin stendur meiri saman mótvegis landinum annars.
?Hvussu kann hon standa meiri saman, uttan at leggja saman?
Møguliga er samanlegging loysnin. Men í øllum Føroyum er tað neyðugt at samstarva meiri, tí eini meiri sameind oyggj, hevði staðið seg betri í kappingini ímóti landinum annars.
Løgmaður sipar til Norðoyggjar, sum eru rættiliga sterkar í teirra ynskjum, júst tí at har er ikki sami tvídráttur ímillum ymisk øki, sum tað eru í Suðuroy.
Heldur tú so at Suðuroyggin hevði staðið sterkari, var hon ein kommuna.
? Ja, tað hevði hon gjørt, sigur løgmaður.

Lættari at fingið ynski gingin á møti
Hann heldur, at tað hevði verið lættari hjá suðuroyingum at fingið síni ynski gingin á møti, stóð oyggin saman.
? Men stóð øll oyggin saman, hevði tað eisini verið nógv lættari at bjóðað seg fram og at bjóða ymsar tænastur fram.
hann nevnir kommunalu umsitingina sum eitt dømi.
? Hevði øll Suðuroyggin eina felags, kommunala umsiting hevði umisitingin verið nóg sterk til at hon hevði sjálv megnað at loyst nógvar uppgávur í Suðuroynni, sum allar kommunurnar í oynni nú, hvør í sínum lagi, fara norður til Havnar at fáa loyst.
Sum dømi nevnir hann bæði verkfrøði og aðrar, tekniskar uppgávur, fíggjarligar uppgávur og kanska eisini løgfrøðiligar uppgávur, og tað kundi skapt fleiri arbeiðspláss í oynni til fólk við útbúgving.
? Hetta haldi eg, er tann gongda leiðin, heldur Jóannes Eidesgaard.