Dagny Joensen
Á fundinum helt Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri eina røðu fyri føroyingunum, har hann kom inn á viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. - Eitt nú nevndi hann samráðingarnar um avtaluna, sum skulu verða í heyst og skuldarpolitikkin, men hetta var ein óformallur fundur sigur Marita Petersen.
Av tí at hon var stødd á øðrum fundi, tá forsætisráðharrin byrjaði røðuna, ber illa til at endurtaka innihaldið í røðuni.
- Tað, at Nyrup Rasmussen bjóðaði føroyingum á hesa samkomu, kom heilt óvart á meg. Eg hevði onga innbjóðing fingið, men fekk at vita frá embætisfólkunum, at vit skuldu hittast.
- Av tí at hetta var ein slíkur óformellur fundur, var hetta týðuliga ein roynd hjá Nyrup Rasmussen at rætta okkum eina hond, sum eg eisini haldi, at vit skulu taka ímóti. -Tónarnir vóru avgjørt positivir. Tí haldi eg, at Poul Nyrup Rasmussen átti at komið til Føroya at vitja, ongantíð ov skjótt, sigur Marita Petersen.