Lerwick: Eins og í undanfarnu dystunum í bólkaspælinum, so vunnu føroysku flogbóltskvinnurnar ein tryggan 3-0 sigur. Men í dystinum móti Álandi fingu okkara tó nakað av mótstøðu. Og tí kundi hesin dysturin kanska eisini brúkast til at meta um formin hjá føroyska liðnum, helt liðskiparin, Herborg á Mýruni.
- Eg haldi, at spælið er vorðið betri og betri fyri hvønn dyst. Men tað gevur nakað av nervum, tá tú ikki veitst, hvussu hini eru fyri. O tað haldi eg eyðkendi bæði liðini í dag. Bæði tær og vit hava skift nógv út í mun til seinast, og tað gevur nakað av ótryggleika.
Hálvfinalan verður allar helst ímóti Jersey. Hava tit sæð tær spælt nakran dyst?
- Vit hava sæð tær, men eg haldi slettis ikki, at vit eru serliga bangnar fyri teimum. Vit taka ein dyst í senn, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur.
Tit eru ikki farnar at hugsa um eina finalu móti Saaremaa enn?
- Nei. Tað gera vit ikki. Sjálvandi hevur tú vónir um at koma í finaluna, tá tú hevur vunnið tríggjar sigrar á rað, men tað ræður framvegis um at taka ein dyst í senn.
Hava tit so heldur ikki hugt at Saaremaa?
- Jú. Tað hava vit. Tær eru nokk á sama støði, sum tær vóru fyri tveimum árum síðani, men eg haldi ikki, at tær hava so nógvar møguleikar fyri útskifting. Higartil hava tær spælt tríggjar dystir mest sum uttan at skifta út, og tær, sum sita á beinkinum, tykjast ikki vera so sterkar.
Breiddin er styrkin
Og júst hetta heldur Herborg eisini vera størstu styrkina hjá føroyska liðnum.
- Vit hava kanska ikki so sterkar einstaklingar, sum vit hava havt. Men vit hava ein sera breiðan og javnt sterkan hóp. Byrjar onkur at møðast, so kann ein eins góð setast inn uttan stórvegis trupulleikar, og tað er avgjørt ein styrki.
So tit hava kanska einki ímóti, at talan enn einaferð verður um ein fimm-settara í finaluni, uim tit koma so langt.
- Nei. Vit eru í góðum formi, so tað skuldi ikki gjørt nakað. Vit hava vant regluliga í longri tíð, og seinastu tvær vikurnar undan oyggjaleikunum hava vit vant hvønn dag. So tann parturin skuldi verið klárur.










