Óseriøsar tryggingar?

 Stjórin í Trygd, Ali Celebi, hevur fyrst í Dimmalætting og nú eisini í Sjónvarpinum lagt Tryggingarfelagið Føroyar undir at reka óseriøst tryggingarvirksemi við tilboði um ókeypis barnavanlukkutryggingar. Hesum má Tryggingarfelagið Føroyar vísa aftur, tí einki hald er í hesum, sigur Mortan Poulsen, stjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyar

Mortan Poulsen, stjóri Tryggingarfelagið Føroyar







Nú Tryggingarfelagið Føroyar er komið á marknaðin við einum serstakliga góðum tilboði upp á barnavanlukkutryggingar, tykist tilboðið tó vera so gott, at ovasta leiðsla í Trygd hevur hug at geva ilt av sær.
Í øllum førum hevur stjórin í Trygd, Ali Celebi, í tveimum førum innan fyri eina góða viku lagt Tryggingarfelagið Føroyar undir at reka óseriøst tryggingarvirksemi. Orsøkin til tað skal vera tilboð okkara um barnavanlukkutryggingar, ið vit geva fólki møguleika at tekna á tann hátt, at fyrsta árið er ókeypis.
Fyri tað fyrsta eru slík tilboð einki óvanligt, hvørki innan tryggingarvirksemi ella aðrar vinnur, og ei heldur eru slík tilboð ókend í Føroyum. Í grannalondum okkara finnast dømi um tilboð av sama slagi, har barnavanlukkutryggingar kunnu teknast ókeypis undir ávísum treytum.
Tað er heldur ikki óvanligt, at eitt nú bløð royna at draga nýggjar haldarar til við tilboðum, ið lata fólk fáa blaðið ókeypis restina av einum ársfjórðingi, um nýggj hald verða teknað innan ávísa tíðarfreist.
Einki óvanligt ella óseriøst er við slíkum introduktiónstilboðum, og heldur ikki liggur nakað óseriøst aftan fyri góða tilboðið frá Tryggingarfelagnum Føroyum. Tvørturímóti fáa øll okkara viðskiftafólk bjóða eina sera vælvirkandi barnavanlukkutrygging.
Fyri kortum kom fram, at nógv føroysk børn í skúlaaldri ikki eru tryggjað. Tí valdu vit at bjóða foreldrum eitt gott tilboð, tí eftir okkara tykki eigur tað at vera líka sjálvsagt at tryggja seg sjálvan og børnini móti vanlukkutilburðum, sum tað er at tryggja hús, bil og annað.
Júst hetta við at bjóða nýggjum viðskiftafólkum ókeypis tryggingar átti ikki at verið ókent hjá Trygd. Sum dømi kunnu vit nevna, at millum annað í sambandi við nýbygging av sethúsum hevur Trygd sett fram tilboð um, at øll, ið vóru við í eini útstykking, skuldu fáa ókeypis sethúsatrygging tað fyrsta árið, um tey valdu at taka av tilboðnum frá Trygd.
Tí undrar tað okkum ikki sørt, at Ali Celebi fyrst í Dimmalætting og síðani í Degi og viku velur at leggja Tryggingarfelagið Føroyar undir óseriøsitet.
Tryggingarfelagið Føroyar er bert komið við einum góðum tilboði, ið enntá er galdandi restina av árinum. Hetta er eitt seriøst tilboð og eitt tilboð, vit standa við!
mp@trygging.fo