har vit søgdu, at tygum vóru vælkomin, um so var at tygum komu við játtandi svari til krav okkara um val av einum tjóðfundi í ríki okkara. Nú er skrá tygara fyri ferðina almannakunngjørd, at har stendur einki [...] einki um, at tygum fara at geva eina tílíka fráboðan. Tí skulu vit boða tygum frá, at tygum ikki eru vælkomin til ríki okkara í døgunum 6. til 8. januar 1998. Við hávirðing Líggjas í Bø, Maria Jacobsen
genir at gera. Tann hugburðurin má skapast. Fyri at fáa okkara tjóð aftur á føtur, mugu vit m.a. evna tað torføra kynstri, at sópa fyri egnum durum, og fyri alt í verðini mugu vit gevast við at grenja [...] politisk makt royndi at steðga ella at tálma útviklingini. Tvørturímóti. Tey, sum í dag geyla um at fáa innlit í alskins bankaskjøl, rasaðu í 80?árunum móti fólkið, ið diddaðu sær at skíra kalkuleringarnar [...] luktaði av tí almenna, setti hin spakmælti skaðafuglurin Sámal Petur í Grund sær fyri at syndra. Nakra sakliga grundgeving fyri at privatisera skotlandssiglingina, sum Strandferðslan yvir eitt drúgt áramál hevði
siði. At hesin siður er við at vinna føroyska áhoyraran, var góða undirtøkan svitaleyst prógv um: Tvær framførslur fyri fullum húsum. Hevði leitað mær niðan í Húsið til fyrru konsertina. Hetta fyri at hava [...] hava møguleika at uppliva konsertina bæði í høll og á skermi. Tað svitast ikki, at høllin er størra upplivingin ? haldi eisini at fyrra konsertin eydnaðist betur í fleiri førum ? men skermurin og útvarpið [...] Eitt sindur vandamikið er at fara undir kend verk, sum »An der schönen, blauen Donau«. Verkið er sera kent, og ikki serliga samanhangandi. Ikki er lætt at fáa øll skiftini at »glíða« hvørt inn í annað
borgmeistaranum, um persónliga at ábyrda nevndarlimirnar hongur nú í leysari luft. Grov provokatión móti samgongufelaga At royna at berja fakfelagsrørsluna við at ræða fólk frá at átaka sær nevndarsessir er [...] varð avtalað, og hetta hevði tí við sær, at fakfelagið lýsti verkfall fyri teirra limir, sum ikki fingu ta løn, nýggi sáttmálin ásetti. Býráðið vardi seg við, at landsstýrið ikki vildi góðtaka lønarhækkingina [...] og uppskotið varð samtykt. Rokningin bíða til eftir gerðarrættin So hendi tað, at partarnir samdust um at leggja málið fyri ein gerðarrætt, og uppskotið hjá Leivi Hansen skuldi tí bíða til gerðarrætturin
uppfinsamt. Í verjuni tóku vestmenningar sær ikki av løttum, og tað at teir vóru so nærlagdir í báðum endum av vøllinum, gjørdi, at sigurin gjørdist so stórur, sum hann sjáldan gerst, sjálvt tá VÍF spælir [...] einki mðoti sterka VÍF-liðnum, sum rættiliga dusaði sær í veiku Neistaverjuni og skoraðu eitt mál fyri og annað eftir. Fyrstu løtuna av dystinum gekk báðar vegir, men hóast Neistamenn løgdu stóra orku
tað var í grundini eingin trupulleiki hjá Neistanum at vinna móti kvinnunum úr Klaksvík. Í seinna hálvleiki var Neistin munandi betri, staðfesti at liðið hevði størri breidd, og fór væl fram um botnliðið [...] 25-17. Mildrið Jacobsen og Inga Danberg gjørdu átta mál í part fyri Neistan, meðan Joan Midjord Joensen og Simona Hansen skoraðu fýra mál hvør fyri Stjørnuna. [...] verjan riggaði væl og álopsspælið móti illa skipaðu Neistaverjuni gav opnar kjansir. Neistin kom fyri seg, og tá eitt korter var spælt, fóru tær fram tær fram um 7-6, og so hildu tær seg frammanfyri restina
av tíðina, at enda vóru 11 mál á muni. Dysturin hevði stóran týdning, tí tapti VB dystin mistu tær eitt fet sammett við bæði Stjørnuna og GÍ, men nú vann VB-liðið, og tað hevði við sær, at tað er sera [...] Sólrun Krosslá og Eydis Kjærbo gjørdu átta mál í part fyr VB, og Sunrid Gleðisheygg gjørdi 10 mál fyri tapandi liðið.
útbúgvingardeildini hjá FSF, sigur, at ætlanin, sum teir hava lagt fyri 1998, gevur øllum teimum, ið hava áhuga fyri at betra um sín førleika at venja, møguleikar at koma á skeið. Ymsu skeiðini hava ymsar [...] Fótbóltssambandinum, sum skipar fyri. Formaðurin Jákup Simonsen sigur, at skeiðið er fingið í lag eftir ynski frá venjarafelagnum. Felagið hevur havt á orðið við FSF, at teir halda, at tað hevði verið gagnligt [...] er stórur gravgangur millum føroyskar fótbóltsvenjarar at sleppa á venjaraskeið. Síðsta dømið um hetta er áhugin fyri skeiðnum, sum norðmenn fara at halda í Havnini komandi vikuskifti. Ikki færri enn 34
Jóannes Eidesgaard verður endurgivin fyri at siga, at brúk er fyri broytingum í samstarvinum millum Føroyar og Danmark. Eftir kreppuna, sum byrjaði í 1992-93, er áhugin fyri føroyskum sjálvsstýri støðugt vaksin [...] ivast ikki, at tað er rætt at loysa nú. - Ríkisfelagsskapurin hevur víst seg at byggja upp á eina lygn, og tí er ongin vegur aftur. Ríkisfelagsskapurin kann ikki halda fram sum er, og eg haldi, at føroyingar [...] millum annað frá, at fimm av átta flokkum í Løgtinginum ikki vilja tosað við Poul Nyrup Rasmussen, umframt at MFS heldur ikki ynskir, at møta honum. Jyllands-Posten leggur dent á, at túrurin hjá forsæ
sum í fjør vann føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð í 35 ár, men sum skilst er tað serliga hansara avrik á føroyska landsliðnum, m.a. móti Malta, sum fekk norðmenn at bjóða honum ein sáttmála. Kongsvinger