Fólkaítakið fyri tjóðfundi ímóti Nyrupvitjan

Harra

Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri

Keypmannahavn

Tann 15. desember 1997 sendu vit tygum eitt bræv, har vit søgdu, at tygum vóru vælkomin, um so var at tygum komu við játtandi svari til krav okkara um val av einum tjóðfundi í ríki okkara.

Nú er skrá tygara fyri ferðina almannakunngjørd, at har stendur einki um, at tygum fara at geva eina tílíka fráboðan.

Tí skulu vit boða tygum frá, at tygum ikki eru vælkomin til ríki okkara í døgunum 6. til 8. januar 1998.


Við hávirðing

Líggjas í Bø, Maria Jacobsen,

Hans Tausen Olsen, Eirikur Simonsen,

Olaf á Stongunum, Ingeborg Vinther

og Zakarias Wang