tók aftur í tíðina og vísti á, hvussu mynstrið er broytt upp gjøgnum søguna. Báðar vegir Tað bjartskygnið, sum ræður í vinnuni í Vágum, er í fleiri førum grundað á, at framleiðslan frá virkjunum í oynni sleppur [...] varð í tí sambandinum á, at tað gongur í so seint við tí arbeiði, sum longu er farið í gongd fyri at betra um ferðslutrygdina. Hetta fekk summi handilsfólk at bera fram, at skeltingin í Vágum er ikki nóg [...] handilslív í oynni, er nakað av tí, vágafólk vænta sær, tá undirsjóvartunnilin komandi vetur verður tikin alment í nýtslu. Vága Vinnufelag skipaði mánakvøldið fyri almennum fundi í bygdarskúlanum í Miðvági
grannanum - í allari viðskipiligheit. Enn hevur tað ikki eydnast okkum. Ein javnleikur er frægasta úrslitið higartil. Danskarar plaga at taka til: - På det område er svenskerne foran os. Vit noyðast vist í mongum [...] stuttligt. Tað ræður um at vinna. Nothing else. Meira og meira peningur er eisini við í spælinum (um so er, at talan yvirhøvur er um spæl longur). Ikki bara peningur til útlendskar venjarar og annað slíkt [...] teir gingu í skúla í Havn. Sjáldsamari var tað, at onkur ikki-innføddur spældi við KÍ ella TB. Nú á døgum verða klaksvíkingar keyptir til Havnar og havnarmenn til Gøtu. Osfr. Tað mundi vera í fyrraárið
sum er besta land í allari verðini tá tað kemur til kappingarføri, og hetta er sama oddapláss, sum teir eisini høvdu í fjør. Nummar 2 er supermaktin USA. Nr. 3 er Svøríki, og á 4. plássi liggur í ár Danmark [...] hugsunarhátti. Tað er ofta gamalt vín í gomlum fløskum. Í Føroyum verður (næstan) ikki granskað í búskapi. Tað mesta sum verður sagt, er herming og eftiraping, sum í fyrsta lagi gongur út uppá at fremja ser-áhugamál [...] Forum er ein privatur felagsskapur, sum heldur sínar árligu fundir í Davos í Schweiz. Kanningin byggir á tilfar frá 11.000 business-monnum í øllum hesum londunum. Hetta er ein felagsskapur sum hevur liberalismu
tykir mær, at ungdómurin í Havn dugir at koma saman til stuttleika í góðum lagi. Tað tykir mær, at tað er ein broyting í mátanum at stuttleika sær og haldi eg, at tann broytingin er góð. Væl var fyristaðið [...] Tað er eingin ivi um, at tað finst nógv áhugavert tilfar í Baldursbrá, tá hugsað verður um øll tey megnarfólk, sum hava skrivað í blaðnum. Í hesum umfari er bert pláss fyri einum lítlum broti. Í november [...] Samlaða síðutalið er omanfyri 1.000. Her er nógv spennandi tilfar, sum vit uttan iva fara at koma aftur til. Fyrst og fremst lýsir hetta tilfar tey áhugamál, sum ungdómurin í Havn hevði. Eins og í dag var fótbóltur
sítt, í øllum líkindum, ið gera samfelagið fjølbrigdað og margfalt og harvið áhugavert at virka og liva í. Serstakliga í fábygdum landi sum okkara. Sunnvard krokar ikki. Hann er meira í luv enn í lívd. [...] seksti. Sunnvard er úr góðum bergi brotin. Foreldrini vóru Sanna í Hoygarðinum, ættað av Toftum, og Jákup Andreas í Kálvhúsinum av Glyvrum. Sunnvard er yngstur av trimum systkjum, elstur er Martin, síðani [...] hann 19 ára gamal fór at læra til stýrimann á Føroya Sjómansskúla í Havn. Haðani fekk hann prógv fyri jól í 1971, og longu í januar mánaði í 1972 fór Sunnvard at sigla hjá kenda danska útgerðarfelgnum A.
Statoil-støðin, Leirvík: Tað er kalt í veðrinum henda fyrrapartin her uttarlaga í bygdini. Klokkan er ikki farin nógvar minuttir av hálvgum tíggju í henda týsmorgunin, tá teir fyrst menninir koma til ein [...] kaffistovuni á Statoil-støðini í bygdini. Her verða mong skilaorðini søgd og viðmerkt. Teir skunda sær inn í hitan, tí tað er so bítandi kalt í veðrinum fyriuttan. Eitt grovt æl er á veg, og tað ræður um at [...] valstríðnum - og vónandi eisini á tingi. Hon er sjálv ikki uppstillað í Eysturoynni, men tað er Norðoya Sambandsfelag sum hevur stillað hana upp. - Tað er júst hetta sum er so gott, at hon fer at tryggja okkum
ganga í skúla í miðbýnum, og tað kann ikki vera rætt. Tað er at meta sum at fýra børn í Runavík skulu ganga í skúla á Skála ella at fýra børn í Hvalvík skulu ganga í skúla á Oyrabakka, tí tað er plásstrot [...] sett í gildi eftir níggju árum. Stk 2 Er nærmingatalið í einum flokki hægri enn 22, kann skúlaleiðarin í ávísum førum avgera ikki at býta flokkin í tveir flokkar. Og so skrivar trivnaðarnevndin í Løgtinginum [...] at ganga í skúla í sínum nærumhvørvi norðanfyri og sunnanfyri, vestanfyri og eystanfyri, so má tað eisini vera galdandi fyri børnini í okkara bygdum í miðstaðnum. Spurningurin er um børnini í Kollafirði
yvirgangi, loyniligu CIA-fongslunum í Eysturevropa, trygdarmúrinum í Gaza, Guantanamo-fangaleguni á Kuba og krígnum í Irak, er tað Amnesty International. Og manningin í Føroyum hevur eisini fingurin [...] tá tað er neyðugt, sigur Margretha, sum í næstum skal á Amnesty-aðalfund í Meksiko. Jú, stórar hugsanir og globalar visiónir eru av sonnum partur av lítlu skrivstovuni í miðbýnum í Havn. Og eitt [...] Hvør er ímóti amerikanska uttanríkispolitikkinum hjá George W. Bush? Hvør er ímóti sonevnda krígnum móti yvirgangi? Hvør vil avdúka loyniligan CIA-fangaflutning í føroyskum loftrúmi? Hvør er ímóti
leita. – Tað er ringt at síggja mun á vørunum á handilshillunum. Til dømis eru øll kryddarí’ini í eins pakkum, og bókstavirnir eru sera ringir at lesa hjá mær. Hon er við í einum bindiklubbi í Vestmanna [...] Brillurnar eru á nøsini og í hondunum hevur hon stokkarnar. Hon fer uttar í køkin. Kemur inn aftur eina løtu seinni við einum kaffikoppi í einu hondini og heimabakaðum køkubita í hinari. Ein av yndissendingum [...] hevði helst fallið í fátt av slíkum álvarsligum afturstigi, men ikki Anna. Hon er av slíkum bergi brotin, at hon kann ikki annað, enn vera í sving. Og var tað ikki tí at ein visti tað, so er trupult at fáa
Jarðarráðnum um fjósbygging er, at teir vilja strekkja seg til eitt básatal sum er á leið tað sama básatalið, ið abbi hevði í kjallaranum, tá ið hann bygdi fyrst í øldini. Annars er tað soleiðis at fígging [...] sunnanfyri. Tað er óneyðugt at siga hvar hesi tilboð koma frá. Tað sum kann geva nakað av sær skal dragast inn í miðstaðarøki. Her í bygdini eru trý fjós við eini mjólkarkvotu uppá ca. 110.000 litrar í alt, neyvan [...] ognarbrøv til festini uttan nakað viðurlag. Tað hevði í hvussu so er verið ein »trøstpremia«. Annars er bert eftir at skoyta uppí, at her í oynni er skuldin til Jarðargrunnin neyvan størri, enn at hon kundi