Sunnvard Vang 60

Týsdagin 2. novembur verður glyvramaðurin Sunnvard Vang seksti. Sunnvard er úr góðum bergi brotin. Foreldrini vóru Sanna í Hoygarðinum, ættað av Toftum, og Jákup Andreas í Kálvhúsinum av Glyvrum. Sunnvard er yngstur av trimum systkjum, elstur er Martin, síðani Lena og so Sunnvard.

Pápin, Jákup Andreas, var skipari. Mettur ímillum fremstu rokskiparar hetta landið hevur fostrað. Hann fekk í trý fylgjandi ár heiðursplátu frá Føroya landsstýri, sum besti línuskipari í landinum. Sanna var heima, røkti hús og setti børnini við, meðan Jákup Andreas vann fyri breyðið á skiftandi miðum í Norðurhøvum. Tey bygdu hús á Glyvrum, og komu húsini á gomlu Kálvhúsgrundini, at verða heimið hjá Sunnvardi øll hansara barndómsár. Góð trøð lá til húsini, og har høvdu tey kúgv, seyð og gæs.

Jákup Andreasi dámdi væl at halda dreingjunum til, og Sunnvard slapp at vera uppi í, so skjótt hann dugdi á at skyna. Pápin førdi ”Vesturhavið Blíða”, fyrsta stállínuskipið í Føroyum og so ”Columbus”. Kálvhúsmenninir eru tiltiknir veiðimenn og skilamenn á sjónum, og hetta gjørdist eisini vinnuvegur Sunnvards, eitt slag av vøggugávu, - at sigla á bárðuni blíðu.

Tað sást longu á ungum árum, at Sunnvard var ein raskur, áhaldin og sera knáur maður; leyp ongantíð av, har ið á stóð, var álítandi – av sonnum ein maður mann kundi rokna við.

Sjólívið, saltrákin í æðrunum ígjøgnum fleiri ættarlið, má hava talað til Sunnvard. Longu eftir barnaskúlan fór hann sum 13 ára gamal á línuveiði við Columbus, sum pápin førdi. Við honum varð hann, til hann 19 ára gamal fór at læra til stýrimann á Føroya Sjómansskúla í Havn. Haðani fekk hann prógv fyri jól í 1971, og longu í januar mánaði í 1972 fór Sunnvard at sigla hjá kenda danska útgerðarfelgnum A. P. Møller, sum annar stýrimaður, bert 21 ára gamalur. Sunnvard sigldi í nøkur ár við skipum hjá Mærsk, sum fyrsti stýrimaður – síðani yvirstýrimaður. Eftir tað við langanesmonnum í Grønlandi, og síðani við Ø.K., sum yvristýrimaður.

Í 1971 hitti Sunnvard ungu skáladámuna Kristionnu Kallsoy. Kristianna er dóttir Tórodd og Jóhonnu Kallsoy innan av Skála. Hesi bæðu ungu funnu so saman, og í 1975 knælaði Sunnvard og gifta spurdist burturúr. Sunnvard og Kristianna eiga 4 børn; Súsonnu, Tórodd, Jákup Andreas og Jóhonnu. Og abbabørnini eru nú 6 í tali. Í 1982 setti Sunnvard búgv í egnum húsum eina sperlalongd frá barnaheiminum. Stóru og stásiligu húsini hava tey hildið sera væl. Røkiskapur rýkur frá umhvørvinum, og tíðum sæst húsfaðirin í takholt við eitthvørt, til bót og betran.

Lívið hjá Sunnvardi hevur tó verið annað enn familja og arbeiðslig hagtøl. Altjóða arbeiðaradagin í 1990 byrjaði Sunnvard í nýggjum arbeiði hjá Bakkamonnum. Tað hevur vignast væl hesi árini, tí neyvan hevur nakað arbeiðspláss í landinum er farið ígjøgnum eina størri menning enn júst Bakkafrost, frá eini trilvandi byrjan fyri tjúgu árum síðani og til at vera størsta einstaka felag í landinum, skrásett í keypsskálanum í Oslo, við einum virði ásett onkustaðni ímillum 2 og 3 milliardir føroyskar krónur. Tað var skjótt, at Sunnvard gjørdist oddviti í alingini hjá Bakkamonnum, og har starvast hann framvegis, sum formaður. Hugsi, - at báðir partar hava notið gott hvør av øðrum.

Eitt lívsverk hjá Sunnvardi er kappróðrarfelagið á Glyvrum. Tá felagið í 1999 kom at standa á egnum beinum, var tað Sunnvard, ið stóð fyri endanum, - sum peningarøkil. Hann andaði og livdi fyri felagið, brúkti stóran part av síni frítíð í felagshúsinum við Gomlu Støð á Glyvrum, ja, sigast má, at fáur hevur dugnað felagnum meira enn hesin bræsni kálvhúsmaðurin, ið hevði fíggjarligu leiðsluna hesi avgerðandi árini hjá kappróðrinum á Skálafirði. Har helt hann á í 10 ár. Tá hevði felagið stásiligastu hølir og bestu venjingarumstøðurnar í landinum og bestu kappróðrarúrslit at vísa á. Fyri hetta var ikki so nógv at breggja sær av hjá felagnum. Hetta eigur Sunnvard eina serstaka tøkk fyri, og hóast mangan baldrut, tá ið stóru tøkini skuldu takast í kappróðrarfelagnum, so eigur Sunnvard ein tann størsta partin av tøkkini fyri, at Kappróðrarfelagið NSÍ er ímillum fremstu ítróttarfeløg í landinum, í hesum serstaka partinum, sum eisini skal røkja mentanararvin hjá serstaka føroyska bátinum. Hann var óviti, tá ið fyrra gulltíðin var í kappróðrinum á Glyvrum, fyrst í sektiárunum, og hann royndi seg eisini tá sum rógvara og róðursmann við góðum úrslitum.

Sunnvard er ein serstakur persónur. Originalur, av tí góða slagnum, og sigast má, at hann er ikki hin størsti diplomaturin, eg havi hitt. Tað skal hann nú ikki leggja so nógv í, tí nógmikið er til av tí slagnum, sum bara kjálkast undan, alt eftir sum vindurin blæsir. Tað eru tey, sum megna at standa við sítt, í øllum líkindum, ið gera samfelagið fjølbrigdað og margfalt og harvið áhugavert at virka og liva í. Serstakliga í fábygdum landi sum okkara.

Sunnvard krokar ikki. Hann er meira í luv enn í lívd. Kemur eitt heglingsæl á hann, so spennir hann prúða bringukassan upp ímóti tí. Ein ivast ongantíð í Sunnvardi, mann veit hvar ein hevur hann, - støkkur ikki undan, tá á stendur.

Hóast arbeiðslívið hjá Sunnvardi hevur verið rull, og hann støðugt og áhaldandi hevur brotið næsar í havsins ótamda elementi, so kennist tað á øllum brøgdum, at Sunnvard hevur fingið gott fótafesti frá barnsbeini, tí sjálvsvirðingin er har, sum hon eigur og skal vera. Hann veit hvat hann kann og hvat ið hann dugir til, og tað er ikki so lítið, tað hava hesi seksti árini prógvað.

Nú Sunnvard í Kálvhúsinum rundar tey 60 árini, fer um eitt markamót, fari eg at ynskja honum og familju hansara hjartaliga tillukku við degnum, og ynskja, at Hann, ið øllum valdar, skal halda sína verndarhond yvir tær og tykkum í ókomnum døgum.
--------------
LvS-.