ørkymlaður av tí, sum fer fram í føroysku fiskivinnuni í løtuni. Her verður hugsað um tey risastóru skipahandlar, sum eru gjørdur seinastu tíðina fyri hundraðtals milliónir. Í hesum sambandi verður ført fram [...] fram, at fyri tað fyrsta eru tað í veruleikanum útlendingar sum keypa fiskiloyvir og kvotur í Føroyum ígjøgnum føroyskar stráðmenn og í øðrum lagi kunnu teir reiðarar, sum selja skip og loyvi, stinga allan [...] skattafrítt í lumman. Kári P.Højgaard heldur, at hetta er ein ólevnaður, sum má halda uppat í stundini og hetta má politiski myndugleikin taka upp beinanvegin. - Tað sær út til, at tað eru so stór hol í lógini
at ein olju- og útgerðarhavn liggur best í Suðuroynni. Við Sosialin tann 25. november í ár, sigur formaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, at støðan í Suðuroynni nú er so vánalig, at skal hon [...] til at bjóða uppá- og fara undir at leita eftir kolvetnum í føroyskum øki. Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, at vinnan sjálv skal gera av, hvar møguligar [...] hvat oljufeløgini siga til, at teirra størsta uppgáva í Føroyum, verður at halda lív í einum lokalum øki. Føroyskur kajkantur og føroysk floghavn Í viðmerkingunum hjá landsstýrismanninum verður eisini sagt
fyrireika aðalfundin hjá FSF, sum verður síðst í januar, uppá. Hetta segði Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, eftir at fótbóltsfeløgini leygardagin hittust í høvuðsstaðnum at eftirmeta farna kappingarárið [...] róðrið í FSF. ? Tí skilji eg ikki, at onkur av feløgunum ikki vóru umboðað á fundinum, og at onnur feløg ikki vóru umboðað av teimum, sum sita í felagsleiðslunum. Hesir áttu at verið áhugaðir í at mynda [...] vikum síðani boðaði nevndin í HB frá, at teir hava gjørt av at leggja uppskot fyri aðalfundin hjá felagnum, sum verður í komandi viku, um at leggja raksturin av besta liðnum í eitt partafelag. ? Hetta er
stríð og í ringasta føri klovning í flokkinum. Tað sama er galdandi í øðrum flokkum, serliga í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, men Tjóðveldi er í tí serligu støðu, at flokkurin er í holtur vi [...] innanhýsis ósemju í Tjóðveldi, at kreftir í flokkinum við Unga Tjóðveldi á odda krevja, at tað kemur at standa í stevnumiðum floksins, at samkynd skulu hava sama rætt til at ganga í hjúnalag sum hinskynd [...] reiðar at trumfa rættindini hjá einum ávísum samfelagsbólki beinleiðis inn í stevnumið floksins. Men Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur als ikki, at slík lobbyisma er nøkur fólkaræðislig hóttan
avbjóðingin at halda fast í at skapa eitt samfelag, har tann einstaki kennir seg væl í felagsskapinum, kennir seg at taka lut og gera mun í felagsskapinum - kennir seg til nyttu og virdan. Í hesum liggur tann [...] savningarmegin í samfelagnum. - Uttan at koma við nakrari niðurstøðu, havi eg hug at seta fram spurningin, um tað í dag veruliga er savningarmegin, ið er grundleggjandi og býr undir øllum. Í hesum viðfangi [...] irði og menniskjatilfeingi. Styrkin í einum samfelag er, um øll trívast og kunnu taka aktivt lut og kenna at tey taka aktivt lut. Tað eru ikki kaldar justeringar í einum rokniarki, ið styrkja og menna
víðari í oyðimarkargongdini”. Hvørja oyðimarkargongd meinar Eirikur Lindenskov við? Tjóðveldi hevur sitið í andstøðu í smá 8 ár ,rætt, men hesi 8 árini hevur flokkurin og tingmanning luttikið jaliga í tin [...] floksins, Høgna Hoydal. Sjálvandi ikki eitt orð um at formaður Tjóðveldis var toppskorari í atkvøðum, tað vildi eisini verið heilt óhugsandi, og í andsøgn við huldustevnuna hjá hesum óhefta miðlinum. [...] hana soleiðis..? Ella tá hann í somu oddagrein, eftir at hava greitt støðuna bæði í Fólka – og Sjálvstýrisflokkinum, staðfestir at: “Stóri spurningurin er, hvussu verður í Tjóð¬veld¬i¬num, ella um nakar
Lognberg longu í næstu viku. Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum almannakunngjørdi í gjár, at hann tekur undir við tilmælinum hjá tunnilsbólkinum hjá samgonguni um undirsjóvartunnilin í Eysturoy og í Sandoy. Men [...] partur í Javnaðarflokkinum á Løgtingi og sostatt eisini ein partur í samgonguni, ella um hann setir seg uttanfyri. Men treytin fyri at hann kann verða verandi í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og í samgonguni [...] milliónir í partafelagið um árið tað er eitt stórt og avgerandi stig fram ímóti at fremja ætlanina. Men beint nú vil ikki hongja seg í, hvør tunnil skal gerast fyrst, tann í Eysturoy ella tann í Sandoy.
formaðurin í Standmyndanevndini frá. Fleiri standmyndir í væntu Elisabeth Eldevig er forkvinna í Mentanarnevndini í Fuglafjarðar kommunu. Og fyri hana er standmyndin av Victor Danielsen bert ein í eini røð [...] býráðslimur og formaður í mentanarnevndini tók upp málið um at reisa eina standmynd av Victor Danielsen í býnum, har hann búði. Umframt Jóhan Hera sótu eisini Ditlev Róin og Øssur Mohr í teirri serligu [...] til slíkt. Í dag kann ein staðfesta, at fleiri slík fríøki eru í býnum. Teir tríggir í nevndini vóru fyrst á ferð kring landið fyri at hyggja eftir ymiskum standmyndum, og settu seg síðani í samband við
møguleikar fyri at spæla í 1. deild sostatt eru størri, og tað kann eisini vera gott fyri HB í longdini, um hesir spælararnir koma aftur til barndómsfelagið ? nakað sum Gunnar Mohr ikki ivast í. ? Teir eru allir [...] gerast ordiligt, sigur HB-formaðurin. Nýggju tíðirnar í HB síggjast eisini aftur á vøllinum. Fyrr var tað sera sjáldsamt at síggja avbygdamenn í HB, men í dag eru fleiri, sum eru komnir úr øðrum feløgum ? [...] nærlagdir í okkara ungdómsarbeiði í eini 3-4 ár. Eitt nú er bert ein spælari eftir av 74-75 árganginum, sum var ein ótrúliga góður árgangur. Allir hinir eru burtur, og tað sæst longu aftur í felagnum.
Noregi og við Fiskaaling. Í Noregi hava 3% av starvsfólkunum í fiski- og alivinnuni master- ella doktaraheiti. Í Føroyum er talið 1,2% - 3,9% í alivinnuni og 0,7% í fiskivinnuni. - Fiskivinnan ger munandi minni [...] granska í teimum evnum, sum geva mest meining fyri okkara tjóð. Tað sigur Tórheðin Jensen, sum er formaður í nýggja Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan. Ráðið er farið til verka og er í løtuni við [...] um nýskapan í fiski- og alivinnuni. Hann er sannførdur um, at gransking í teimum báðum høvuðsvinnunum, fiski- og alivinnuni, eigur at verða raðfest høgt í Føroyum. - Vit kunnu granska í so nógvum, men