Gerhard Lognberg lagdur á pínubonkin

Javnaðarflokkurin leggur nú Gerhard Lognberg á pínubonkin og krevur eitt greitt svar frá honum um hann svølgir kamelin ella um hann fer úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og sostatt eisini úr samgonguni

Skal Gerhard Lognberg framvegis roknast sum ein partur av tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og sostatt eisini ein partur av samgonguni, ella stendur hann uttanfyri?

Tað vil Javnaðarflokkurin nú hava eitt endaligt og ófrávíkiligt svar upp á frá Gerhard Lognberg longu í næstu viku.

Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum almannakunngjørdi í gjár, at hann tekur undir við tilmælinum hjá tunnilsbólkinum hjá samgonguni um undirsjóvartunnilin í Eysturoy og í Sandoy.

Men tann eini tinglimurin hjá flokkinum, Gerhard Lognberg, hevur ikki verið til at vika. Hann vil ikki taka undir við tilmælinum av tí at hann heldur, at tað veitir alt ov lítla trygd fyri, at farið verður undir arbeiðið at bora Sandoyartunnilin í hesum valskeiðnum og tað er eitt ófrávíkiligt krav frá honum.


Troyttast av Gerhard

Men nú er restin av Javnaðarflokkinum væl og virðiliga farin at troyttast av sjálvdráttinum hjá tingliminum úr Sandoynni.

Tingbólkurin vil sostatt hava eitt greitt svar frá Gerhard Lognberg um hann svølgir kamelin og góðtekur tunnilssemjuna.

Ger hann ikki tað, er hann ikki longur ein partur av tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum og sostatt heldur ikki limur í samgonguni longur.

- Tað er ógvuliga umráðandi fyri meg, at eg veit við fullari vissu, hvussu nógv eg skal telja uppí, tá ið tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum verður taldur upp, sigur John Johannessen, formaður fyri Javnaðarflokkin á tingi.

Tað hevur eisini týdning fyri at vita um samgongan hevur ein meiriluta aftanfyri seg, leggur hann afturat.

Tí fer Javnaðarflokkurin á fundi í næstu viku at krevja av Gerhard Lognberg, at hann gevur eitt greitt og endaligt svar um at framvegis skal vera ein partur í Javnaðarflokkinum á Løgtingi og sostatt eisini ein partur í samgonguni, ella um hann setir seg uttanfyri.

Men treytin fyri at hann kann verða verandi í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og í samgonguni, er, at hann tekur undir við tilmælinum hjá tunnilsbólkinum hjá samgonguni?

- Ja, sjálvnandi er tað tað, staðfestir John Johannessen


Havt ómetaliga gott tol

Hann vil ikki hugsa um, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, skuldi tað hent, at Gerhard Lognberg heldur fast um sína støðu og ikki vil taka undir við tunnilssemjuni og sostatt í veruleikanum meldar seg úr samgonguni.

- Tað er ein spurningur, sum vit taka støðu til, tá ið støðan er komin hartil og fyrrenn tá fari eg ikki at hugsa so nógv um tað, sigur John Johannessen.

Men er tað ikki at stinga tykkara egna tingmann í ryggin, tá ið tit fráboðað uttan um hann, at tingbólkurin tekur undir við tunnilssemjuni.

- Vit stinga avgjørt ikki Gerhard Lognberg í ryggin, tí Sandoyartunnilin hevur ongantíð verið so nær sum hann er nú og hendan semjan er so góð, sum hon fær verið.

John Johannessen sigur tvørturímóti, at eftir hansara tykki, hevur tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum havt ómetaliga gott tol við Gerhard Lognberg og víst hon stórt trúfesti.

- Eg sakni, at tað eisini gongur hinvegin.

- Men tað ber ikki til at vit ganga í tveimum og tí vil eg hava greitt svar frá Gerhard í næstu viku, tí eg vil hava greiði á, hvussu nógv, eg skal telja upp í, tá ið tingmanning Javnaðarfloksins skal teljast saman og vit skulu finna útav grundarlagnum undir samgonguni, sigur John Johannessen.

John Johannessen staðfestir, at tað hevur avgerandi týdning, at tunnilsmálið fæst aftur um og endaliga avgreitt so at samgongan kann fara í holt við onnur stórmál, sum ríða samfelagnum, eitt nú hækkandi renta, dýrkandi olja og matur, minni fiskur og so víðari.


Sandoyartunnilin nærri enn nakrantíð

Annars váttar John Johannessen, at javnaðarflokkurin á tingi tekur undir við tilmælinum hjá tunnilsbólkinum hjá samgonguni.

- Við hesi semjuni í tunnilsbólkinum er Sandoyartunnilin komin nærri enn nakrantíð, men samstundis verður atlit tikið at búskaparligu støðuni.

- Eftir avtaluni skal partafelagið Sandoyartunnilin stovnast longu í næstu tingsetu. Samstundis er avtalan at skjóta 50 milliónir í partafelagið um árið tað er eitt stórt og avgerandi stig fram ímóti at fremja ætlanina.

Men beint nú vil ikki hongja seg í, hvør tunnil skal gerast fyrst, tann í Eysturoy ella tann í Sandoy.

Annars staðfestir hann, at endamálið er, at farast skal undir Sandoyartunnilin, tá ið fíggjarlógin í 2011 er samtykt.

- Men sjálvandi mugu vit eisini taka øll teknisk og búskaparlig fyrilit. Talan er um heimsins longsta undirsjóvartunnil og tí ber ikki til at rista eina loysn úr ermuni og tí

skilji eg landsstýriskvinnuna í vinnumálum væl, tá ið hon ikki treytaleyst vil binda seg til eina dagseting fyri, nær farast skal undir Sandoyartunnilin, sigur John Johannessen.

Hann vil heldur ikki í eitt kjak um, hvør tunnil skal gerast fyrst, tann í Eysturoy ella tann í Sandoy. 

GG: Les eisini greinina "Míni egnu stinga meg í ryggin".