Oljuhavn og floghavn

Nú vit eru á veg inn í eina nýggja øld, og inn í eitt nýtt ártúsund, standa stórar avbjóðingar fyri framman.

Løgtingið hevur júst havt fyrstu viðgerð av uppskotið til løgtingslóg, sum skal geva oljufeløgum loyvi til at bjóða uppá- og fara undir at leita eftir kolvetnum í føroyskum øki.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, at vinnan sjálv skal gera av, hvar møguligar oljuhavnir skulu vera. Tó leggur hann afturat, at landsstýrið ætlar at hava eftirlit við gongdini, so sleppast kann undan ovurstórum íløgum.

Nú vit eru á veg inn í eina nýggja øld, og inn í eitt nýtt ártúsund, standa stórar avbjóðingar fyri framman.

Løgtingið hevur júst havt fyrstu viðgerð av uppskotið til løgtingslóg, sum skal geva oljufeløgum loyvi til at bjóða uppá- og fara undir at leita eftir kolvetnum í føroyskum øki.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, at vinnan sjálv skal gera av, hvar møguligar oljuhavnir skulu vera. Tó leggur hann afturat, at landsstýrið ætlar at hava eftirlit við gongdini, so sleppast kann undan ovurstórum íløgum.

Tað er í tráð við politikk Sambandsfloksins, at vinnan sjálv skal gera av, hvussu hon skipar sítt virksemi. Men í landsstýrissamgonguni hava longu røddir verið frammi, sum beinleiðis hava sagt, at ein olju- og útgerðarhavn liggur best í Suðuroynni.

Við Sosialin tann 25. november í ár, sigur formaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, at støðan í Suðuroynni nú er so vánalig, at skal hon framhaldandi vera ein livandi partur av Føroyum, má ein komandi oljuvinna verða savnað har.

Ein kann spyrja, hvønn politikk, samgongan ætlar at reka á hesum øki, tá landsstýrismaðurin sigur eitt, meðan formaðurin fyri størsta samgonguflokkin sigur nakað annað.

Tað kundi eisini verið áhugavert at fingið at vita, hvat oljufeløgini siga til, at teirra størsta uppgáva í Føroyum, verður at halda lív í einum lokalum øki.


Føroyskur kajkantur og føroysk floghavn

Í viðmerkingunum hjá landsstýrismanninum verður eisini sagt, at øll útgerð sum kann, skal um føroyskan kajkant, og allur fólkaflutningur skal um føroyska floghavn.

Hvat siga oljufeløgini til slíkar treytir ? Ein umboðsmaður fyri hesi feløg hevur longu sagt alment, at verandi floghavn í Føroyum, er ikki nóg góð, tá talan er um oljuvinnu. Eisini hava røddir verið frammi sum hava sagt, at tað ikki verður góðkent, at ein og sami flogvøllur verður nýttur til bæði oljuvinnu og ferðafólkaflutning.

Tað hevur alstóran týdning, at vit hava ein hóskiligan kajkant, og eina nýtiliga floghavn, um treytin fyri at leita eftir olju er, at fólk og útgerð skulu tann vegin. Vit kunnu ikki seta treytir, sum vit sjálvi ikki klára at halda.

Men í viðmerkingunum verður eisini sagt, at neyðugt verður við stórum útbyggingum, um olja ella gass verða funnin. ? Er talan her kanska um nýggja floghavn á Glyvursnesi ?

Um oljuvinnan verður savnað í Suðuroy, sum nakrir politikarar ætla, so er floghavnin á Glyvursnesi ein náttúrligur partur av heildini. Tað er í miðstaðarøkinum, at flestu tænastuveitingarnar eru, og tí gevur tað onga meining at kunna flúgva úr Suðuroynni og vestur í Vágar, fyri síðani at koyra í bili aftur til Havnar eftir tænastuveitingum. Tá er baði skjótari og lættari at sigla.

Um floghavn verður bygd á Glyvursnesi, er møguleiki fyri at nýta hana til oljuvinnuna í fyrstu syftu, og síðani til ferðafólkaflutning, tá oljuævintýrið einaferð er liðugt.


Hvat sigur vinnan?

Hesa seinastu tíðina hevur kjak tikið seg upp, um hvar í landinum, ein oljuhavn skal vera. Nakrir politikarar hava longu bjóða seg fram, til at arbeiða fyri, at øll oljuvinnan verður savnað í Suðuroynni. Um nú eitt lógaruppskot verður samtykt, sum sigur, at oljuhavnir bert mugu vera í Suðuroy, og lat okkum siga, at 10 risafeløg koma at leita eftir olju, verður so pláss fyri øllum har? Og hvat hendir, um pláss ikki verður fyri øllum, og løgtingið hevur samtykt, at feløgini ikki mugu koma norður um Suðuroyarfjørð?

Ein annar áhugaverdur spurningur er eisini, hvat hendir, um løgtingið fellir uppskotið, um at leggja oljuvinnuna í Suðuroy? Er Suðuroyggin so, fyri allar tíðir, útilokað frá oljuvinnuni?

Tað einasta rætta í hesum samanhangi er, at vit í leitingarfasuni vísa oljufeløgunum á tær havnirnar, sum vit hava. Síðani kunnu vit, um olja verður funnin, saman við oljufeløgunum velja best egnaðu havnirnar (tað kundi til dømis verið Suðuroy, Sund og Skálafjørðurin).

Fá arbeiðspláss

Tá talan hevur verið um, at oljuhavnirnar í leitingarfasuni skulu bjarga allari Suðuroynni, so trúgvi eg ikki, at hetta verður so. Einastu arbeiðsplássini, ið hetta fer at skapa, eru nakrir fáðir arbeiðstímar, við lossiarbeiði.

Sambandsflokkurin hevur í skrivi til Suðuroyar Oljuvinnuráð boðað frá, at flokkurin einki hevur ímóti, at Suðuroyggin fær oljuhavnirnar, um feløgini ynskja at verða har. Men flokkurin heldur tað ikki vera rætt, at føroyskir politikarar longu nú skulu taka avgerðir hesum viðvíkjandi.

Føroyingar skulu vera við

Vit mugu ikki spæla kortini so illa út, at vit als ikki fáa lut í eini møguligari oljuvinnu á føroyskum øki. Tí hevði verið rættast um landsoljufelag varð sett á stovn, eins og gjørt varð í Noreg, tá oljuvinnan har byrjaði. Á tann hátt kundu vit tryggja okkum møguleikan, fyri luttøku í oljuvinnuni - um ikki nú, so seinni.

Heðin Mortensen

Løgtingsmaður