Í VIKUNI gjørdist tann størsta fusiónin, te. samanleggingin av fleiri fyritøkum, í Føroya søgu veruleiki. Í hvussu so er á pappírinum. Tær ymsu deildirnar í tryggingarsamtakinum ?Tryggingarsambandið Føroyar [...] stóra ábyrgd á bæði nevnd og leiðslu í nýggja risastóra Tryggingarfelagnum Føroyar. EIN onnur og skjótt nýggj dimensión í øllum hesum er kappingin við umheimin. Stjórin í samanlagda felagnum sigur, at tað [...] skrivaðu týsdagin undir samanleggingina, sum ber í sær, at nýggja felagið, ið hevur fingið navnið ?Tryggingarfelagið Føroyar?, verður tann fyritøkan í landinum, sum hevur størstu eginognina. Hon er uppá
til at fáa fund við Blair, júst um sama mundið sum hesin hevur tikið við formansskapinum í ES. Í DIMMALÆTTING í gjár nemur Jákup Joensen, tingmaður eisini við marknamálið. Hann skuldsetur Sosialin fyri [...] bretar á dupultmoralsku støðu teirra í øðrum marknatrætum, har teir hava góðtikið miðlinju sum mark, tí tað fall í góða jørð hjá teimum. Vit hava víst á tað láturliga í, at teir fyrst hava avtalað eitt fiskimark [...] r avgera at hava val í seinasta lagi 7. juli. Tvs. til ta tíð hevði landsstýrið við sambandinum á odda havt møguleikan fyri at kunnað fingið hesar avtalur í land: 1. Endurgjald í bankamálinum. 2. Avtalu
bankamálið og uttanlandsskuldin, sum hava tørv á eini loysn eftir valið í næstum. Eitt annað stórmál, sum hevur verið tagt burtur nú í eina tíð, er marknatrætan við bretar. HETTA er eitt eins týðandi stórmál [...] avgerð her og nú undan valinum. Tá kunnu vit eisini bíða í nakrar vikur og latið nýggjar kreftir sleppa framat HETTA málið hevur staðið óloyst nú í meira enn 20 ár. Partarnir høvdu nærkast nógv hvørjum øðrum [...] samráðingarnevndini og flyta tað upp á hægsta politiska støði. Í brævi 27. januar heitir Edmund Joensen, løgmaður á danska forsætisráðharran um at fáa í lag ein fund við bretska starvsfelagan, Blair, har teir
annan høgravendan fólkafloksmann í løgmanssessinum, at taka veljarakanningina hjá SVF í størsta álvara. Hon er ein álvarslig og greið ávaring um, hvat okkum stendur í væntu, um vit bara lata standa til [...] flokkin hjá Óla Breckmann: vit vilja ikki hava ekstremistar at stýra Føroyum. TAÐ er øll orsøk til at taka ávaringina frá veljarakanningini í størsta álvara. Miðvísa ætlanin hjá fólkaflokkinum við Óla Breckmann [...] landsstýri einsamallur. Hetta var eisini dreymaynskið hjá fyrrverandi formanninum Jógvan Sundstein í samrøðu her í blaðnum fyri stuttum. Tað skal tí vera áheitan okkara á allar flokkar, sum ikki taka undir við
útviklingi, sum teir helst síggja í Føroyum, nevniliga einar sjálvstøðugar suverenar Føroyar. Eitt er málið, annað er hvussu tú røkkur tí og nær. Samgonguskjaliðsetir út í kortið karmarnar og skal landsstýrið [...] leggja lunnar undir ein útvikling,ið einaferð í framtíðini skal staðfesta Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land. LANDSSTÝRISMAÐURIN í sjálvstýrismálum hevur í hyggju at leggja uppskot fyri tingið, helst longu [...] øllum økjum í samfelagnum, leggja sína vitan fram fyri almenningin. Og tað er neyðugt, at andstøðan, sum er ein týðandi liður í demokratisku prosessini, ger heimaarbeiði sítt og aktivt luttekur í tí almenna
hoyrt sama ÓB taka til orðanna í seinastuni, at av tí at hann nú er í so góðum hýri fer hann ikki at fella eina sosialistiska stjórn Nú hevur pípan í hansara egna flokki í Danmark, bráddliga fingið eitt [...] skuldi til at fáa menn sum Nyrup og Lykketoft á glið og broyta kós móti Føroyum. Hesum eigur hann rós fyri. Um tað ikki er skomm skapt í fólkaflokkinum - og ÓB aftur fer at atkvøða saman við teimum konservativu [...] seg ikki vilja leggja seg út í føroysk viðurskifti aftur, eiga vit at síggja føroysku fólkatingsumboðanina sum eina heild, ið saman ger av, heldur ikki at leggja seg út í donsk viðurskifti. Men vil ÓB
báðir flokkarnir at bera so í bandi, at útviklingurin í Føroyum verður bæði rættvísur, sunnur og góður. Heldur enn at mótarbeiða føroyingum, so eigur danski javnaðarflokkurin nú - í tann mun hetta er ynskiligt [...] bygdir í Føroyum rætt og slætt verða avtoftaðar. Er hetta ein náttúrlig gongd, sum vit einki kunnu og skulu gera nakað við fyri at steðga, ella eiga vit miðvíst frá politiskari síðu at stinga út í kortið [...] aftur, tá vit fara inn í eina nýggja øld. Eins væl og viðurskifti okkara við Danmark skulu viðgerast her í blaðnum, so vóna vit at kunna umrøða spurningin: hvat vilja vit við Føroyum - við bygdunum, við
framtíðar samstarv í ella uttan fyri ríkisfelagsskapin. Hóast danska stjórnin týðuliga hevur sagt, at hon ikki fer at leggja seg út í hetta orðaskifti, tí hon heldur tað eigur at fara fram í Føroyum fyrst, so hava [...] minst á búskaparliga økinum. DANSKA fólkatingið skuldi góðtaka avtaluna í gjár. Hetta kemur beint í kjalarvørrinum á einum orðaskifti í fólkatinginum um ríkisfelagsskapin. Sambart tí orðaskiftinum skulu føroyingar [...] skiljast sum politikkurin frá danskari síðu mótvegis Føroyum nú eftir juniavaluna. Hvussu verður við flogvallarspurninginum fáa vit helst meira av vita um í næstu framtíð, og áhugavert verður at frætta, hvat
Í hesum døgum hevur Norðurlandaráðið fund í Føroyum. Talan er um tær ymsu nevndirnar í ráðnum, sum hava fundir komandi dagarnar. Hetta er helst størsta politiska tiltak í norðurlandahøpi, sum hevur verið [...] verið í Føroyum. Tað er at fegnast um, at slíkir fundir verða hildnir í Føroyum og ynskja vit ølllum luttakarunum vælkomnar til Føroya. SKRÁIN fyri teir ymsu fundirnar er sera fjølbroytt og fevnir um hópin [...] bolverk móti tí stóra og fremmanda ES, og at hini Norðurlondini, sum eru limir í ES, nettup hava brúk fyri at vera í Føroyum og saman við føroyingum fyri harvið at verða mint á felags norrønu røturnar. Ein
fara í gongd. Og altíð hevur ein hug at fara undir nakað, sum ein annar er byrjaður uppá. Tað nýtist ikki at liggja nakað ringt og skeivt í tí. Kanska tvørturímóti. Soleiðis hevur tað verið í Føroyum altíð [...] setir nakað í gongd, sum annars vil koma ov seint. Drelnes ella Sund! Tað er ikki spurningurin í løtuni. Hann er, hvussu vit vilja plasera eina oljuvinnu í einum framtíðar vinnupolitikki. Og í hvønn mun [...] oljuútgerðarhavnina/havnirnar í Føroyum. Ikki meira enn vóru dyrnar latnar aftur til tíðindafundin á Hafnia um Drelnes sum oljuútgerðarhavn, so vórðu dyrnar til býráðssalin í Havn latnar upp - til tíðindafundin