teirra fer til Svøríkis. Hann ivast ikki í, at tað fer at vera ivaleyst at gera á virkinum, bara fiskur fæst. Hann væntar, at tað fer at bera til at arbeiða í døgndrift, sigur hann. Marknaðurin er til, sigur [...] so er sent av landinum uttan at verða reinskorið. Orsøkin er stutt og greitt, at ov lítið fólk er til arbeiðis. Men søkt verður nú eftir reinskerarum. Sum er, verður bara alifiskur arbeiddur á virkinum [...] seinni at fara undir at arbeiða hvítan fisk eisini, sigur Hendrik Tausen. Bíða verður eftir loyvum til hetta virksemið. Sum er, hava teir bara loyvi at arbeiða alifisk, sigur hann. Sum skilst, standa sviar
Suðuroynni Pauli Lassen heldur, at tað var einki forgjørt um Vaktar og Bjargingartænastan setti ein ring rundanum og ráddi bátum og skipum frá at sigla har, uttan í allarbestu líkindum, tí tað er øgiliga [...] Stapin sigldi yvir Knokkinum, var fínasta veður, men bara tað at steymurin var harður, var nog mikið til at ørkymla teir so mikið, at boðaðu frá.
munur á okkum og teimum er t.d., at teir fara aldrin einsamallir til arbeiðis ? Sama hvussu lítið tað er, fara teir altíð fýra, fimm mans til verka, har føroyingar ofta høvdu farið einsamallir. Viberg Sørensen [...] samstarvsavtalu við japanska felagið, sum eigur skipið, um at fiska tunfisk undir Føroyum. Teir fóru til fiskiskap 10 september og tað var ein vælnøgdur Viberg Sørensen, sum leygardagin legði at Tvøroyri [...] áðrenn hann fer í sjálva frystilastina, har hann verður goymdur í 55 kuldastigum. Fingu metstóran fisk Til stuttleika kann nevnast, at størsti tunfiskurin, teir fingu, vigaði einki minni enn heili 350 kilo
Í innleiðandi kappingini, sum verður hildin fyri at avgera plaseringarnar til finaluumfarið er møguleiki at vinna sær upp til 720 stig. Men millum finalistarnar í Compound vóru bara trý stig á muni innleiðandi [...] var somuleiðis klár til hálvfinalu. Seinasti dysturin var millum Magnus Andreassen og Per H. Andersen. Magnus koppaði veteraninum úr felagnum við trimum stigum, og var tí klárur til hálvfinalu. Í hálvfinalunum [...] Guttesen og Eirikur í Jákupsstovu hittust, og hóast munurin innleiðandi var rættiliga stórur til fyrimuns til seinna nevnda, so vann Jim S. Guttesen sera sannførandi. Í hálvfinalunum vunnu tey, ið nú vóru
so var ikki væntandi, at veðrið skuldi verða so ringt í miðevropa í juli mánaða. Tí høvdu tey flestu valt vetrarklæðini frá, tí avmarkað pláss er til viðføri. Hetta máttu tey bøta fyri og mátti í baðihettur [...] tíbetur hava hjálpararnir og gistingrhúsini í hesum førinum víst stóra vælvild og hjálpt til. Team Rynkeby kom í gjár til franska býin Chateau-Thierry. Tíbetur var veðrið á góðari leið, so allir súkklararnir [...] teir yvir 200 kilometarnar úr belgisku ardennunum Í dag verður súkklað teir seinastu 93 kilometarnar til París, har stór móttøka verður fyri øllum Team Rynkeby súkklarunum í heiminum. Samanlagt eru 1.153
tí tað eru nógvir átrokandi spurningar ið liggja óloystir. Pedagogisk tilboð til børn upp til skúlaaldur og eldrarøkt til dømis eru stórar uppgávur at loysa. Hetta eru viðurskifti kvinnurørslan kundi [...] á arbeiðsmarknaðinum er ikki bara fyri at tjena til lívsins uppihald. Okkum dámar at vera til arbeiðis og tað gevur innihald. Skulu konufólk vera við til at byggja landið upp mugu tey eisini taka lut í [...] hevur verið við til tiltøk, ið kvinnur hava skipað fyri. - Kvinnumál vórðu nógv viðgjørd í mínum ungu árum í Keypmannahavn, men ikki fyrr enn børnini vóru frá hondini hevði eg yvirskot til at fara virkin
bóghvítuhval ella mastrahval, ið hann eisini verður kallaður. - Vit hava skilt á fólki, sum hava ringt til okkara, at mastrahvalir eru sæddir í Nólsoyarfirði, sigur løgreglan í Havn.
ótrúliga ringt at fáa ferðina uppaftur. Vit bóru eisini alla tíðina ótta fyri, at teir fóru at seta meira á mikudagin, men tíbetur hendi tað ikki, tí sum var, so var tað ríkiliga høg ferð til okkum. - [...] bakkinum, soleiðis sum eg eisini geri í H71, so skal eg fyri tað mesta bara hugsa um, hvussu eg komi til skot. Nú skuldi eg hugsa um at skipa spælið og syrgja fyri, at avtalur verða hildnar, so tað var nakað [...] vit bara stríðast ímóti. Hvussu ætla tit so at gera tað? - Enn hava vit so ikki fingið nakað upplegg til dystin, so eg fái ikki sagt nakað um spæliætlanina. Men sjálvur haldi eg, at vit sleppa nokk so væl
, at vindurin fer at veksa av útsynningi við hvirlum upp í 30 metrar um sekundið. Tað stendur við til út á leygardagin, men tá fer vindurin at veksa av vestri við hvirlum upp í 35 metrar um sekundið. Tað [...] seinnapartin leygardagin, at vindurin fer at hæsað av aftur. DMI sigur, at tað verður eisini rættiliga ringt í sjónum, tí har tað stendur á, verða aldurnar yvir 10 metrar høgar leygardagin.
Tað verður ringt at fáa politiska undirtøku fyri at Strandferðslan aftur skal fara at sigla til Skotlands. Tað heldur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. Á hundrað ára hátíðarhaldinum hjá [...] helt, at Strandferðslan skuldi útvega sær eina hóskandi ferju, og farið aftur undir uttanlandssigling til Skotlands og Noregs. Les eisini: Tað hevði havt øgiliga nógvar fyrimunir Hilmar Eliasen, stjóri á [...] brádliga verðið neyðugt at tikið hann úr sigling av einum breki, ella einum óhappi Strandferðslan sigldi til Skotlands fyri einum mansaldri síðani, men Henrik Old heldur, at tíðirnar eru broyttar nú. Ein stór