Tað verður strævið

Halgir Dahl-Olesen heldur ikki, at normenn vóru serliga væl nøgdir um avrikið seinast, og tí kann tað verða, at teir fara at seta leikferðina væl upp leygardagin

Landsdystur

Liðformaður hjá føroyska landsliðnum í Noreg var sum kunnugt Halgir Dahl-Olesen, og tað er so ein leiklutur, sum hann ikki er so heilt óvanur við.
Ikki tí, teir báðar seinastu dystirnar á Letlands-ferðini var Halgir eisini liðskipari, tá Ingi Olsen hevði fingið ein skaða at dragast við, men eitt eru teir dystirnir, sum vóru á teirri ferðini. Nakað annað er, tá mótstøðumenninir teljast millum teir bestu í heiminum, og sjálvur heldur hoyvíkingurin eisini, at hetta var ein stór uppliving.
- Sjálvt um tað altíð er ein uppliving at vera liðskipari, so sigur tað seg sjálvt, at tað er munur á. Tað er so ikki á hvørjum degi, at tú kanst standa saman við Glen Solberg úr Barcelona og velja bólt, og hjá mær ráddi bara um at njóta hetta.
Nakað annað, sum Halgir heldur ikki er so vanur við, er at skula spæla sum spælskipari. Ein leiklutur, sum hann annars kom sera væl frá í Noreg, men sjálvur dylir hann ikki fyri, at hetta hjá sær er ein stór umstilling.
- Tá eg spæli á bakkinum, soleiðis sum eg eisini geri í H71, so skal eg fyri tað mesta bara hugsa um, hvussu eg komi til skot. Nú skuldi eg hugsa um at skipa spælið og syrgja fyri, at avtalur verða hildnar, so tað var nakað heilt øðrvísi, heldur Halgir.
Um dystin annars heldur Halgir, at liðið stríddist sera væl. Eisini hóast tað í seinna hálvleiki var ófatuliga tungt at vera við.
- Tá tú ert aftan fyri við somikið nógvum málum, so er tað altíð tungt at toga seg sjálvan uppaftur. Men vit royndu alt tað, sum vit kundu, og sjálvt um tað kanska verður enn tyngri leygardagin, nú vit hava tveir somikið tættar dystir, so góvu vit alt, sum vit høvdu í okkum.

Bakkarnir avgerandi
Hóast normenn eftir dystin mikukvøldið tóktist lata væl at egna avrikinum, so ivast Halgir Dahl Olesen tó í, um teir nú kortini vóru so nøgdir. Og tað roknar hann við, kann fáa týdning fyri dystin nú leygardagin.
- Tað er einki at ivast í, at leikararnir hjá teimum høvdu roknað við einum størri sigri enn tey 12 málini, sum vóru á muni mikudagin, og sjálvur haldi eg í øllum førum, at teir undirmettu okkum eitt sindur. Tað gjørdi so tað, at teir ongan helst tóku nakað lætt upp á uppgávuna, og tá so er, so er tað ótrúliga ringt at fáa ferðina uppaftur. Vit bóru eisini alla tíðina ótta fyri, at teir fóru at seta meira á mikudagin, men tíbetur hendi tað ikki, tí sum var, so var tað ríkiliga høg ferð til okkum.
- Men hetta kann viðføra, at tað fer at verða uppaftur truplari hjá okkum leygardagin. Eg rokni í øllum førum við, at spælararnir nú fara at leggja meira fyri, og so mugu vit bara stríðast ímóti.
Hvussu ætla tit so at gera tað?
- Enn hava vit so ikki fingið nakað upplegg til dystin, so eg fái ikki sagt nakað um spæliætlanina. Men sjálvur haldi eg, at vit sleppa nokk so væl frá bakk-plássunum, har teir nokk ikki roknaðu við, at vit vóru somikið væl fyri. Sveinur og Sámal skjóta jú ótrúliga væl, og sleppa teir inn um tríggja-meturin, so beri eg ongan ótta fyri, at vit ikki skora eins nógv sum mikudagin. Hinvegin kann tað verða sera tungt, um teir fara at verja meira offensivt, soleiðis sum teir gjørdu í seinna hálvleiki.