Fyri einum tíma síðan komu grindaboð. Grind skuldi verða sædd út fyri Sersjantavíkina. Ivasamt var tó, um talan var um grindahval. Tað vísir seg nú, at tað vóru mastrahvalir Upprunaliga ljóðaði, at talan var um springarar, men so varð sagt at talan var um grind.
Nú er staðfest, at talan var um bóghvítuhval ella mastrahval, ið hann eisini verður kallaður.
- Vit hava skilt á fólki, sum hava ringt til okkara, at mastrahvalir eru sæddir í Nólsoyarfirði, sigur løgreglan í Havn.