Týsdagin og mikudagin sluppu føroysku Team Rynkeby súkklararnir veruliga at royna seg, tá teir tveir dagar upp í slag máttu súkkla í oysandi regni, nógvum vindi og kulda niður í fimm stig.
Les eisini: 93 kilometrar frá París
Í eini roynd at halda hitanum í kroppinum og reginum úti, fóru fólk í ruskposar og baðihettur. Hóast fleiri hava vant í líknandi veðrið í Føroym, so var ikki væntandi, at veðrið skuldi verða so ringt í miðevropa í juli mánaða.
Tí høvdu tey flestu valt vetrarklæðini frá, tí avmarkað pláss er til viðføri. Hetta máttu tey bøta fyri og mátti í baðihettur og ruskposar. Onnur fóru í klæði, sum als ikki var ætlað at súkkla í.
Tað hevur eisini verið trupult at fáa klæðini vaksaði og turkaði á túrinum, men tíbetur hava hjálpararnir og gistingrhúsini í hesum førinum víst stóra vælvild og hjálpt til.
Team Rynkeby kom í gjár til franska býin Chateau-Thierry. Tíbetur var veðrið á góðari leið, so allir súkklararnir komu gjøgnum teir yvir 200 kilometarnar úr belgisku ardennunum
Í dag verður súkklað teir seinastu 93 kilometarnar til París, har stór móttøka verður fyri øllum Team Rynkeby súkklarunum í heiminum. Samanlagt eru 1.153 Team Rynkeby súkklarar.