Tað verður rættiligt illveður um vikuskiftið

Tað verður nógvur vindur, og summastaðni verður tað eisini ringt í sjónum

 

 

Nú um vikuskiftið er rættiligt illveður væntandi í Føroyum og her um leiðir og danska veðurstovan, DMI, sigur, at vit kunnu væna hvirlur upp í 30 metrar um sekundið fríggjadagin og upp í 35 metrar um sekundið leygardagin.

Tað verður út á fríggjadagin, at vindurin fer at veksa av útsynningi við hvirlum upp í 30 metrar um sekundið.

Tað stendur við til út á leygardagin, men tá fer vindurin at veksa av vestri við hvirlum upp í 35 metrar um sekundið. Tað verður ikki fyrr enn seint seinnapartin leygardagin, at vindurin fer at hæsað av aftur.

DMI sigur, at tað verður eisini rættiliga ringt í sjónum, tí har tað stendur á, verða aldurnar yvir 10 metrar høgar leygardagin.