skriftin leggur stóran dent á, samkomur og einstaklingar eru við í missión og kenna ábyrgd yvirfyri missión. Missión er ein máti at dýrdargera Gud og Frelsara okkara, og tí er tað týdningarmikið, at hetta verður [...] men heldur soleiðis, at stevnan kann vera við til at birtia upp undir og kveikja, og at nýtt ljós kann kastast yvir missiónina og týdningin, sum hon hevur. Tilrættaleggingin Ein partur av stevnuni eru [...] at taka lut á framsýningini. Hon verður í ítróttarhøllini, og hon verður opin undan fundunum og aftaná fundirnar. Tey, sum fara at hava orðið, og sum fara at sýna fram, verða úr samkomunum í Føroyum. Onkrir
eru røturnar í Klaksvík virknar og arbeiða við fullari ferð, so tónleikur og mentan blóma. Henda fløgan til børn og ung er eitt dømi um dúgliga virksemið í Klaksvík og í Pegasus. Tvær fløgur við Kulum [...] Stentór Rasmussen hevur skriva nærum allar tekstirnar og nøkur løg og skipað fyri. Ingi Isaksen hevur lagt tilrættis, tikið upp, ljóðblandað, forritað og umframt hevur hann eisini gjørt fleiri av løgunum. [...] .Umframt Arnfríð og Rannvá Lútzen, Jógvan Hansen og Trøllapætur, so er eisini ungi Brandur Enni av Tvøroyri millum røddirnar Manningin í Kulum Rótum takkar fyri mangar kular løtur og góðar konsertir. Men
heiðursmerki latin vinnandi bátunum. Undan og aftaná kappróðrinum verður eisini súkklukappingar. Bæði ung og eldri fara at royna seg á teimum tveyhjólaðu, og súkklukappingarnar eru vornar afturvendandi táttur [...] Havn av, og steyp eru sett upp á spæl til dystin eisini. Sunnudagin verður so kappróðurin. Nógvir bátar plaga at vera við og tað vera tað væntandi eisini hesaferð. Aftaná róðurin verða steyp og heiðursmerki [...] roynir seg í ár við stórdansi, og tað merkir, at tveir bólkar skulu spæla til dans. Annar fyri teimum yngru, sum spælir í høllini, og hin fyri teimum, sum ikki eru yngri meir og hann verður í bygdarsalinum
verka. Hann var trúgvur og tolin, góður og stillur, glaðlyntur og bjartsýntur. Hann verður saknaður av mongum. Og mong eru tey, sum hesar seinastu mánaðirnar hjartaliga hava biðið Drottin um at halda [...] f. 1909. Hon doyði ung í 1940. Hon var gift við Niels Petur Johan Michael Olsen f. 16.5.1904, vanliga kallaður Niels í Skúvoy. Hann var skiparalærdur og førdi sluppina Seagul og trolarar sum Varðberg [...] Hugnaligt er tá at práta og hoyra, hvussu tað gongst teimum; tí altíð er tað okkurt, sum tey vilja duga meira... Og nú selji eg fyri mong teirra.« Trond Hansen var handilsgartnari og seldi ein hóp av blómum
Annu-Claru Tidholm, mynda- og spælibókin "Á garðinum hjá Malju" eftir Lucy Cousins og barnabókina "Gylta svørðið" eftir Maj Bylock. Allar tríggjar bøkurnar eru prentaðar hjá Hestprent, og harumframt hevur Hestprent [...] ein stuttligt og mennandi smábarnabólk í føgrum litum til foreldur og tey minstu at hugna sær við. Í bókin eru fleiri hurðar í ymsum litum. Ætlanin er so, at børnini skulu banka uppá og vita, hvat goymir [...] í litum og kostar 49 krónur. Á garðinum hjá Malju er fjórða bókin um Malju í ár. Tá tú letur bókina upp, springur garðurin hjá Malju uppúr, og so er bara at fáa sær pappírsdukkuna av Malju og øllum vinum
Fríðrikskirkjuni á Toftum klokkan 19:30 og sunnudagin klokkan 16 í Gøtu kirkju. Gøtu kirkju Ungdómskór varð stovnað á heysti í fjør. Kórið er fyri ung millum 14 og 28 ár. [...] so mong onnur við hesar seinastu mánaðirnar. Á skránni fyri konsertina eru bæði rútmiskir og klassiskir sangir, og sum verða væl stjórnaðir av Símuni Hammer, ið sjálvir virkar sum organistur við Gøtu kirkju [...] kirkju. Til kórið er ein bólkur mannaður, har Petur Martin Johannesen spælir klaver og orgul, meðan John Eliasen spælir bass og Martin Rúni Joensen trummur. Konsertin í Hoyvíkar kirkju byrjar klokkan 15. Sama
vilja uppliva nakað, sum er nýtt og øðrvísi, nakað at gleða seg til. Í eini atmosferu, sum er ørvísi enn tann vit vanliga uppliva í Sjónleikarhúsinum, við kertiljósum og skýmligum krókum verður borðreitt [...] í heiminum«. Ónatúrligi deyðin, fólk, ið doyggja ov ung. Fólk, ið vera upptærd av sálarsjúku. Tey, ið av tilvild, ella tilvitað gerast mordarar og so tey, ið gerast offur fyri brotsgerðum, verða dripin [...] Sjónleikarhúsið: Tá vit lesa Poe, verða vit drigin inn í ein heim, har vit alla tíðina ferðast á eggini og í daprastu avkrókum tilvitskunnar. Í eini søgu letur hann detektivin Dupin siga: »Deyðin hjá eini vakrari
var fødd í 1878 og giftist í 1912 við Jens Martin Mohr, sum var føddur í 1886 á Sandi. Foreldrini hjá honum vóru Anna og Mourits Mohr. Jens Martin fór á læraraskúlan í Havn í 1902 og tók læraraprógv [...] Sandi og síðan i Havn. Hann doyði 28. desember 1918 av sponsku sjúku, bert 32 ára gamal. Anna Sofía sat eftir við trimum børnum. Hon skrivaði til løgtingið og greiddi frá støðuni, at hon var 41 ár, og hevði [...] tað ljóðar, gjørt einum dreingi fortreð í fríkorterinum, og hann sat og smágræt, tá ið eg var innaftur komin. Frú Mohr spurdi, hvat ið bagdi. Og genturnar, sum sótu hinumegin borðið, vóru kvikar at svara
sambandinum, sigur vaktleiðarin. Og í Klaksvík er eitt harðskapsmál meldað til løgregluna. Ein persónur fór á sjúkrahus til kanningar. Tað snúði seg um ung fólk undir 18 ár, og tað málið verður kannað nærri [...] fingurin, longutong, og tað kostar eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Men annar persónurin var sera stravin, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Hann vildi ikki siga hvør hann var, og tað kostar eisini [...] eisini eina bót á skilhaldsreglarnar. Og tá hann so skuldi handtakast, so setti hann seg uppímóti handtøku, sum eisini kostar eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. So hesin persónurin fekk tríggjar bøtur
Almannamálaráðið. Bú- og umlættingarheim og virknistilboð til børn og ung við autismu Av teimum fýra byggiverkætlanunum til vardar bústaðir, er tað bert bústovnurin til børn og ung við autismu, sum gongur [...] rplássum; og einari virkiseind til áleið 16 børn og ung, sum koma til ymiskt frítíðarvirksemi. Almannamálaráðið sigur, at sambært tíðarætlanini verður arbeiðið boðið út 19. november í ár, og farið verður [...] bústovnar skuldu byggjast: Ein bústovnur til børn og ung við autismu, eitt nýtt barnaheim og tveir bústovnar til fólk, ið hava menningartarn. Av teimum fýra verkætlanum er bert ein, sum í løtuni koyrir eftir