Tríggjar eykasýningar av Poe-morðunum

Komandi vikuskiftið vera tríggjar eykasýningar av leikinum ”Poe – morðini”. Leygarkvøldið 6. oktober verður ein miðnáttarsýning kl. 23.00 til teirra, sum vilja hava eitt eyka kryddarí til spennandi upplivingina sum ”Poe – morðini” eru.

– Her hava øll, ið hava áhuga fyri Poe ella føla seg drignan at tí makabra ella bara vilja uppliva nakað, sum er nýtt og øðrvísi, nakað at gleða seg til. Í eini atmosferu, sum er ørvísi enn tann vit vanliga uppliva í Sjónleikarhúsinum, við kertiljósum og skýmligum krókum verður borðreitt við tekstum, sum glógva sum tinnur í heimsins bókmentum, skrivar Sjónleikarhúsið:

– Tá vit lesa Poe, verða vit drigin inn í ein heim, har vit alla tíðina ferðast á eggini og í daprastu avkrókum tilvitskunnar. Í eini søgu letur hann detektivin Dupin siga: »Deyðin hjá eini vakrari kvinnu er, ongin ivi um tað, tað mest poetiska evnið í heiminum«.

Ónatúrligi deyðin, fólk, ið doyggja ov ung. Fólk, ið vera upptærd av sálarsjúku. Tey, ið av tilvild, ella tilvitað gerast mordarar – og so tey, ið gerast offur fyri brotsgerðum, verða dripin, ella jarðað livandi. Mordarin er sum oftast, fyri Poe, meira áhugaverdur enn offrið.