Brøðrasamkomurnar í Eysturoy skipa á hvørjum ári á páskum fyri tí, sum verður kallað fyri samfelagsstevnu. Annaðhvørt ár eru tað samkomurnar eystanfyri Gøtueið, sum skipa fyri, og annaðhvørt ár eru tað samkomurnar á Skálafjørðunum, sum skipa fyri. Í ár eru tað samkomurnar í Nerija á Skála, í Elim í Søldarfirði, í Berøa í Saltangará og í Nebo á Toftum, sum skipa fyri. Og tað verður trúboðan ella missión, sum verður høvuðsevni á stevnuni.
Sjøtul verður settur á við evangeliskum møti í Nerija á Skála skíriskvøld klokkan sjey. Langa fríggjadag og hinar dagarnar verður stevnan í ítróttarhøllini í Runavík.
Samkomurnar í Føroyum eru uppi í nógvum trúboðanarverki, bæði í Føroyum og í fleiri øðrum londum. Á stevnuni verður millum annað upplýst um trúboðanarverk, sum verður gjørt, um tørvir, sum ikki eru nøktaðir og um verk, sum tað er ætlanin at fara undir.
Samkomurnar, sum bjóða inn til stevnuna, siga, at skriftin leggur stóran dent á, samkomur og einstaklingar eru við í missión og kenna ábyrgd yvirfyri missión. Missión er ein máti at dýrdargera Gud og Frelsara okkara, og tí er tað týdningarmikið, at hetta verður havt frammi, verður sagt frá brøðrasamkomunum á Skálafjørðinum.
Fyrireikararnir vóna, at stevnan kann vera við til at gera tilvitanina um tann týdningarmikla partin av samkomulívinum, sum missión er, størri enn hon er í dag. Tað skal ikki skiljast soleiðis, at hetta ikki longu er ein partur av samkomulívinum, men heldur soleiðis, at stevnan kann vera við til at birtia upp undir og kveikja, og at nýtt ljós kann kastast yvir missiónina og týdningin, sum hon hevur.
Tilrættaleggingin
Ein partur av stevnuni eru fundirnir, har tað út frá skriftini fer at verða tosa um evni, sum hava við missión at gera. Harafturat fara onkur, sum hava verið í trúboðanarverki og onkur, sum eru á veg út í trúboðanarverk, at greiða frá teirra royndum og teirra ætlanum.
Ein annar partur av stevnuni er ein framsýning. 21 felagsskapir, sum á ein ella annan hátt hava við missión at gera, fara at taka lut á framsýningini. Hon verður í ítróttarhøllini, og hon verður opin undan fundunum og aftaná fundirnar.
Tey, sum fara at hava orðið, og sum fara at sýna fram, verða úr samkomunum í Føroyum. Onkrir av trúboðarunum, sum dagliga arbeiða uttanfyri landoddarnar, eru heima og fara at taka lut. T. d. Símin í Túni, sum síðani 1975 hevur verið í Venezuela, og Øssur Berghamar, sum síðani 1972 hevur verið í Danmark.
Nógvur sangur
Í sambandi við samfelagsmøtini kemur ein nýggj útgáva av sangheftinum Lova Harranum, sum tey seinnu árini hevur verið nógv brúkt í samkomunum m. a. í Eysturoy. Nógvur felagssangur verður, og hann verður umframt úr hesum heftinum eisini úr Songbók Guds Fólks. Onkur missiónssangur, sum so at siga ongantíð áður hevur verið frammi, fer at verða sungin.
Kór og bólkar úr samkomunum fara at taka lut. Leygarkvøldið klokkan tíggju verður ein serlig sangløta, har felagssangur, kórsangur, solo, duett, trio og kvartett sangur er á skránni. Tað verður lagt upp til, at fólk í øllum aldri skulu koma til hesa løtuna.
Serlig tiltøk vera fyri ung. Hesi vera langa fríggjakvøld og páskakvøld í Berøa í Saltangará. Eisini á hesum tiltøkunum verður reyði tráðurin missión.










