Seinastu nógvu árini hava skálamenn átt heiðurin av, at skjóta stevnuárið í gongd. Bygdastevnan á Skála hevur verið tann fyrsta í røðini í fleiri ár, og árið í ár er einki undantak í so máta. Við bygdastevnunum byrjar eisini kappróðurin, og nú fáa manningarnar møguleika at síggja, hvussu langt tær eru ávegis í venjingunum, sammett við hinar bátarnar.
Trølla-Pætur vitjar
Ì ár hava skálamenn verið so hepnir, at fáa fatur á Trølla-Pæturi, sum annars er nokkso nýggjur á undirhaldspallinum. Hann var við á fløguni hjá Kularótum í fjør, men framførdi fyrstu ferð á palli á Kambsdali fyri einum mánaði síðani ella so. Tá segði hann børnunum, at hann var fluttur í Eysturpynna at búgva, men um tað er tí tað hevur eydnast at fáa hann út á Skála at framføra skal vera ósagt.
Trølla-Pætur verður at síggja í høllini í tveimum umførum leygardagin. Fyrru ferðina klokkan 16.30.
Klokkan níggju leygarkvøldið fer Sámal Ravnsfjall á pallin at undirhalda. Sámal er einastandandi góður tónleikari og yrkjari, sum við sínum framúrskarandi beinraknu yrkingum, fær áhoyrararnar at liva við.
Nógvur ítróttur
Sum vera mann er nógvu ítróttur á skránni til eina bygdastevnu. Á Skála verður fótbóltur í øgiligt mát og á øllum stigum. Dýra Biðidag spæla tey vaksnu sínar dystir, og tíðliga leygarmorgunin leggja teir ungu til brots. Klokkan níggju byrja teir, so hildið verður fram til umleið klokkan fýra seinnapartin.
Seinni leygardagin verður skemtidystur á skránni. Arbeiðsfólki á Skála Skipasmiðju hevur bjóðað starvsfeløgunum í Havn av, og steyp eru sett upp á spæl til dystin eisini.
Sunnudagin verður so kappróðurin. Nógvir bátar plaga at vera við og tað vera tað væntandi eisini hesaferð. Aftaná róðurin verða steyp og heiðursmerki latin vinnandi bátunum.
Undan og aftaná kappróðrinum verður eisini súkklukappingar. Bæði ung og eldri fara at royna seg á teimum tveyhjólaðu, og súkklukappingarnar eru vornar afturvendandi táttur á bygdastevnuni á Skála.
Stórdansur í høllini
Sum vera mann verður eisini skipað fyri dansi. Seinastu árini hevur verið vanligt, at dansurin hevur verið í bygdarhúsinum á Strondum, men so verður ikki í ár.
Ítróttarfelagið á Skála roynir seg í ár við stórdansi, og tað merkir, at tveir bólkar skulu spæla til dans. Annar fyri teimum yngru, sum spælir í høllini, og hin fyri teimum, sum ikki eru yngri meir og hann verður í bygdarsalinum.
Hetta er fyrstu ferð, at dansurin verður skipaður á henda hátt, og nevndin í ítróttarfelagnum á Skála vónar, at undirtøkan verður góð.
Bólkarnir, sum spæla, verða All that rain og X-Rays.
Tey, sum ikki hava hug at fara í dans, hava kortini okkurt at fara til. Allar dagarnar vera møtir og sunnudagin verður eisini kirkjugongd, har Jógvan Fríðriksson, prestur, fer at prædika.
Annars verður tað Súni Kristiansen, skúlastjóri, sum setir stevnuna klokkan 16 leygardagin.










