125. partur
Anna Trondina Joensen
Tann elsta av systrunum var Anna Trondina Joensen, fødd 1874. Hon tók lærararprógv í 1893. Anna Trondina fór undir privatskúla í 1908 í húsum teirra. Maðurin var prentarin Palli Trykk, sum hon giftist við í 1896. Í 1916 fluttu tey til Noregs at búgva. Ein sonur teirra Sakaris, var reiðari á Oyrnafjall, farmaskipinum hjá landsstýrinum.
Anna fekk tað skoðsmál, at hon dugdi ógvuliga væl við børnunum, og tey vóru eisini vóru góð við hana.
Hansina Rein
Tá ið Anna flutti til Noregs, helt systir hennara Hansina fram við skúlanum.og hevði hann í aðrari stovuni heima hjá sær sjálvari. Hansina var fødd í 1881 og doyði í 1966. Í 4 ár var hon lærarinna í øllum fýra bygdum í Kalsoynni.
Hon giftist við Niels Rein, Niels hjá Pedda, í 1905. Tað var gott skil í skúlanum hjá henni. Børnini høvdu stóra virðing fyri henni, samstundis sum tey vóru góð við hana. Tað undrunnarverda var, at hon kundi hava fleiri hold av børnum. Víst komu børnini í skúla ymsar tíðir á degnum, men so umskaraðust tey sjálvandi.
Hansina nýttu hin gamla siðin at seta í skammikrók. Ein av næmingunum, sum í dag hevði verið kallaður evnaveikur, men sum var so skemtiligur, var rættuliga ofta í “krókinum”.
Hann plagdi at lúra seg til at kveita so mikið til viks, at hann sá onkran av næmingunum. So froysti hann út úr og mangan við tí úrsliti, at allur flokkurin sat í skellilátri.
Tey nýttu penn og pennaskaft. Ein keypmanssonur hevði ein dagin við sær so fínan fjarðapenn, sum allir dreingirnir máttu hava á hondum. Men so knappliga sendir ein pennin sum ein dart, og hann rakar Arthur Askham so fast í skallan, at hann verður standandi við hini litføgri fjøðrini peikandi upp í loft, so at Arthur sær út sum hin seinasti mohikanin.
Anna Sofía Mohr gjørdist einkja ung
Tað var eyðkenniligt fyri frú Rein, at tá ið systir hennara Anna Sofía gjørdist einkja, lat hon hana yvirtaka privatskúlan, tí at henni tørvaði tað mest.
Petur Háberg (1914-1984) fór í 1923 at ganga í skúla hjá frú Mohr, sum tók læraraprógv í 1905.
Hon var fødd í 1878 og giftist í 1912 við Jens Martin Mohr, sum var føddur í 1886 á Sandi. Foreldrini hjá honum vóru Anna og Mourits Mohr.
Jens Martin fór á læraraskúlan í Havn í 1902 og tók læraraprógv í 1905. Hann var fyrst lærari í Fuglafirði í 1906. Seinni var hann lærari á Sandi og síðan i Havn. Hann doyði 28. desember 1918 av sponsku sjúku, bert 32 ára gamal. Anna Sofía sat eftir við trimum børnum.
Hon skrivaði til løgtingið og greiddi frá støðuni, at hon var 41 ár, og hevði eina lívrentu uppá 317 krónur árliga. Hetta var ov lítið at liva av, og hon søkti um pensjón.
J. Dahl próstur bað løgtingið taka væl undir við áheitanini og mælti vegna skúlanevndina til, at hon fekk 100 kr árliga úr pensjónskassanum. Hann helt, at hon fór kanska seinni at gerast lærari í fólkaskúlanum, og so fall hetta burtur.
Hon fekk sær skrivstovupláss tey fyrstu árini, men so lat sum nevnt systir hennara Hansina Rein hana yvirtaka privatskúlan hjá sær í 1921. Tað gjørdi hon so og hevði hann fyrst nøkur ár í húsunum hjá Palla Trykk, har ein skúlastova var bygd afturat.
Í yvirliti frá 1922 sæst, at har gingu 23 næmingar í fyrra flokki og 19 í tí eldra. Fleiri av næmingunun lósu ikki føroyskt eftir ynski frá foreldrunum. Men tey lærdu eitt sindur av enskum, so tey kundu fara í realskúlan.
Fru Mohr var sera gudrøkin, og hetta setti dám á kristniundirvísingina.
Tað kom væl við hjá kommununi, at lærarar sum frú Mohr kundi átaka sær so nógvar næmingar, so eina ferð fekk hon kr. 500 í stuðul at hampa um skúlan.
Tá Petur Háberg fekk undir vangan
Seinni bygdi hon sjálv eini væl hóskandi hús við síðuna av hjá Niels Rein, og hon fekk vist grundstykkið frá teimum. Næmingatalið vaks í stórum.
Í skúlanum vóru tríggjar borðlongdir, og frú Mohr sat við endan á miðlongdini. Hon hevði viðhvørt eina smágentu í fanginum, tá ið hon undirvísti. Tað var Ester Rein, sum undir krígnum giftist við Kenneth Williamson, fuglafrøðinginum, ið skrivaði bókina Tha Atlantic Islands um Føroyar.
Hon var hugnalig og góð lærarinna, men hon kundu eisini tendra, sum Petur sjálvur eina ferð fekk at kenna. Hann greiðir frá:
“Eg hevði eina ferð, so ótrúligt tað ljóðar, gjørt einum dreingi fortreð í fríkorterinum, og hann sat og smágræt, tá ið eg var innaftur komin. Frú Mohr spurdi, hvat ið bagdi. Og genturnar, sum sótu hinumegin borðið, vóru kvikar at svara, at tað var Petur Juvensen, føðinavnið hjá Petur var Joensen, sum hevði skuldina. Eg hoyrdi frú Mohr reisa seg og koma aftanfyri meg. Mær dámdi illa, at síðufelagararnir fluttu seg eitt sindur burtur frá mær, sum var eg spidalskur. Meðan hon skeldaði dúgliga, langaði hon mær ein lúsing undir høgra vanga, so undir vinstra, høgra vinstra, eg veit ikki hvussu ofta. At kjálkarnir brendu er óneyðugt at siga, ikki minst tí eg mátti líða hendan tort fyri eygunum á øllum skúlanum.
Ein av merkisdøgunum var, tá ið hon gjørdi av, at nú skuldu vit fara ein túr til Velbastaðar, til gongu sjálvandi. Eg minnist, at eg til eina tílíka útferð fekk loyvi til at keypa eina fløsku av einum nýggjum slag av sodavatni, sum Ydun seldi, Tutti Frutti. Hetta var av sonnum ein merkisdagur.”
Tá ið hennara egnu børn høvdu føðingardag, bjóðaði hon altíð skúlanæmingum okkurt gott, og tað dámdi teimum stak væl.
Skúlapeningurin var 4 kr um mánaðin. Anna Sofía hevði skúlan fram til 1943, og hon doyði í 1952.
Keldur:
Petur Háberg: Hugbirtingar
Jens Marius Hentze: Tórshavnar skúlasøga
Rætting:
Yngsti sonur Ludda í Dali æt: Ludvig Eliesar, vanliga kallaður Eliesar