Tríggjar nýggjar bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út smábarnabókina "Eg vil hava Pottin", barnabókina "Pippi í Suðurhøvum", og barnabókina "S P ella K, sannleiki ella avleiðing"

"Eg vil hava pottin" er ein stuttligt og fitt bók til tey smáu. Tony Ross hevur skrivað og Niels Jákup Thomsen hevur týtt úr enskum.

Bókin er um lítlu prinsessuna, sum roynir at læra seg at sita á potti heldur enn at brúka blæu. Og ert tú kongaligur, verður nógv gjørt burtur úr. "Blæur eru púllak!", sigur lítla prinsessan. "Tað má vera okkurt sum er betri!"

Henda sera skemtiliga søgan hjá heimsgitna barnabókahøvundanum og teknaranum Tony Ross um kongaliga pottavenjing fer heilt vist at stuttleika smábørnum og hjálpa foreldrum. Tony Ross hevur skrivað og teknað nógvar smábarnabøkur, sum eru týddar til nógv ymisk tungumál. Til dømis er "Eg vil hava pottin" týdd til nøkur og tjúgu mál.

"Eg vil hava pottin" er 28 síður, innbundin og í litum. Bókin kostar 59 krónur. Hestprent stóð fyri prentgerðini.


"Pippi í Suðurhøvum"

"Pippi í Suðurhøvum" er sjálvandi um sjáldsomu og heimskendu gentuna Pippi Langsokk, sum Astrid Lindgren hevur skrivað. Turið Sigurðardóttir hevur týtt.

Á vári 1993 gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út fyrstu bókina um Pippi, og í 1995 kom onnur bókin, "Pippi fer umborð". Astrid lindgren hevur skrivað tríggjar bøkur um ta heimsgitnu Pippi, og nú, ið góð 50 ár eru liðin, síðani Pippi kom út í Svøríki á fyrsta sinni, kemur so triðja og seinasta bókin á føroyskum, "Pippi í Suðurhøvum".

Bøkurnar um Pippi Langsokk eru merkisverdar. Pippi er frek, uppreistrarhugað og kann vera ófólkalig í okkara eygum. Hon ger akkurát so, sum henni lystir - og onkuntíð sigur hon eisini ósatt. Men hóast tað gerast vit góð við hana, hon er øðrvísi og hevur eina sterka kenslu av, hvat er rætt og hvat er rangt. Bøkurnar eru ævintýrkendar, men ikki tíðarbundnar. Systkini Annika og Tummas eru púra vanlig børn, men Pippi er ævintýrliga sterka og rík. Soleiðis verða veruleiki og ævintýrkendur hurlivasi blandaður saman í bókunum um Pippi.

Í "Pippi í Suðurhøvum" er hon enn líka sterk, og hon ger alt, sum hon hevur hug til. Her fara vit at ferðast saman við Pippi og pápa hennara, Efraim kongi I. Langsokki, á teimum sólríku Suðurhøvum, har hon m.a. kemur í hóslag við hávar, ið hon roynir at tosa upp í lag, og sjórænarar, sum royna at stjala virðismiklar perlur. Men eftir nógvar hendingaríkar dagar og við nógvum frøknum á nøsini kemur hon heim aftur á Villingavál saman við hestinum og Nilla. Og eitt er vist, á Villingaváli kennir Pippi seg heima, og har ætlar hon sær altið at vera.

"Pippi í Suðurhøvum" er 126 síður við myndum eftir Ingrid Vang Nyman. Bókin kostar 105 krónur. Hon er umbrotin, prentað og heft á Einars Prent.


Sannleiki ella avleiðing

"S P ella K - Sannleiki ella avleiðing" er um 12 ára gomlu Noru og skúlafelagar hennara. Annika Thor hevur skrivað og Katrin Michelsen hevur týtt úr svenskum.

Tá ið Nora byrjar í sætta flokki eftir summarfrítíðinda, er onki longur sum tað plagar at vera. Sabina, sum hevur verið besta vinkona hennara, síðani tær vóru lítlar, vil nú bara vera saman við Fanný og teimum hørðu í flokkinum. Nora ger alt, hon er ment, at koma sær upp í klikuna, har Sabina og Fanný eru leiðarar. Hon bæði roykir, stjelur og lýgur, og at enda eydnast henni at verða boðin í veitsluna hjá Fanný, men Fanný setur eina treyt: Nora skal hava Karina við í veitsluna. Karina, sum av øllum alvi roynir at gerast vinkona hjá Noru. Men hví er tað týdningarmikið fyri Fanný og Sabinu at Karin er við í veitsluni?

"Eg kundi havt sagt nei. Nei, eg vil ikki. Tað kundi eg havt sagt. Eg hevði ikki fyri neyðini at lokka Karina við til veitsluna. Eg kundi havt sagt nei. Eg kundi havt sagt nei, men eg gjørdi tað ikki. Fer hon nakrantíð at fyrigeva mær?"

Soleiðis hugsar Nora eftir veitsluna. Og eins og Nora, fær lesarin nógv at hugsa um, tá ið hann lesur S P ella K - sannleiki ella avleiðing: Happing, vinalag, børn og foreldur millum annað.

"S P ella K - Sannleiki ella avleiðing" er 159 síður. Bókin er skrivað eftir filminum við sama heiti. Hon kostar 120 krónur. Repro-Z stóð fyri prentgerðini, Einars Offsett prentaði og Helge Justinussen hevur heft.