var á Tórsvølli og hugdi at dystinum. Vit hava tosað við skotskan journalist frá Daily Record, sum eftir dystin hevur havt samband við Andy Watson, og hesin visti at siga, at hjálparvenjarin var ovfarin [...] Berti Vogts, táverandi landsliðsvenjari, segði í 2002. Hann fanst hvassliga at vøllinum, men nú sær út til, at skotar ætla at venda fokus á sjálvan dystin, og ikki kringumstøðurnar annars, sum ikki kunnu [...] ein framúr góðan dyst, og við tí avrikinum, teir vístu leygardagin, skulu vit vera sera fegnir við at vinna 1-0, hevur Andy Watson sagt. Hann rósti liðavrikinum frá føroyingum, sum hann helt vera framúr
tað í øllum førum gott, at humørið var eitt kvink rætta vegin, styttri er til smílið og minni grenj er at hoyra. Um tað ikki kann verða øðrvísi, lat tað so bara verða í løtum, at vit ordiliga leypa upp [...] ótrúliga sterkar, og alt fer upp at renna og veipa. Lør og armar daga fram, tá ið ullintu undirbuksirnar og kotini verða løgd til síðis í nakrar dagar, og vit eru øll um at kódna. 16 hitastig eru heldur ikki [...] og fram millum kassan og ísmaskinuna. Samlibandsísur varð tveittur um diskin uttan steðg, so at fólk orkaðu at fara út í sólina aftur. Og soleiðis er, tá ið summarið vísir seg onkra lítla løtu – fólk fara
pallinum við eini harðari hond, so skráin var hildin. Í kvøld skilst, at onkur annar skal røkja henda leiklut, men tað er at vónað, at tað gongur eins væl sum hjá Bill. Øðrvísi upplivingar Útlendsku nøvnini [...] verið líka sigandi at kalla tað eitt sangmøti. Bróðurparturin av bólkunum løgdu upp til felagssang, og í nógvum førum var stórskíggin, sum annars hýsti Føroya Banka lýsingum, nýttur til at varpa upp tekstin [...] lenda amerikonsku stjørnurnar Pillar um tað mundið at hetta blaðið kemur í handlarnar, og hesi nøvn fara saman við eini ørgrynnu av føroyskum nøvnum at bjóða okkum upplivingar, ið uttan iva verður heldur
greitt, at vit mugu viðgerða málið í størsta álvara, sigur Jóannes Eidesgaard. Løgmaður sigur, at eitt slogan hjá flestu politikarum altíð hevur verið: Arbeiði til allar hendur. Og sigast má, at hesin [...] Jóannes Eidesgaard. Løgmaður sigur, at mangul upp á arbeiðsmegi kann hava óhepnar avleiðingar við sær. Talan kann gerast um lønarglíðingar, sum aftur hevur við sær, at arbeiðir gerast dýrari. Og hetta kann [...] inflatión. - Tí er neyðugt at taka málið upp í størsta álvara. Ein lóg er á veg, sum eftir ætlan skal koma í gildi á nýggjárinum. Hetta er ein lóg sum gera tað smidligari hjá ES-borgarum at koma til Føroyar. Hon
Soleiðis at Norðoya Sparikassi nú er 8,2 milliónir ríkari. Stagneraði búskapurin hevur ikki minkað munandi um hugin hjá fólki at lána pengar, og innlánið hjá sparikassanum er eisini voksið. À at kalla øllum [...] vit, at úrslitið fyri seinna hálvár verður minst líka gott, um ikki betri, sigur Marner Mortensen. Tveir triðingar av handilsgrundarlagnum hjá Norðoya Sparikassa er at finna í Klaksvík. Ætlanin er at lata [...] ROKNSKAPUR - Vit eru væl nøgdir. Serliga tá vit hugsa um, at gongdin í samfelagnum er sum hon er. Orðini eigur Marner Mortensen, varastjóri fyri Norðoya Sparikassa. Hóast úrslitið fyri fyrstu seks mánaðirnar
árið, at bæði gentur og kvinnur rógva við fimmmannaførunum. Ikki kann annað sigast enn, at Sílið veruliga fekk uppreisn í Miðvági leygardagin. Tvær ferðir hava fleiri av manningini verið við til at tapt [...] men tær sýntu væl og virðiliga, at tær eru rætta manningin, sum fer at standa við gullkrónunum Ólavsøkuaftan. Sílið fekk annars kapping frá fleiri øðrum bátum, men megnaði at halda tørn allan vegin og vinna [...] sera tætt millum Fípuna og Frúnna. Hvussu verður á Ólavsøku er ikki gott at vita nú, men óivað verða Sílakvinnurnar sera uppsettar at vinna Ólavsøkuróðurin á heimasjógvi. 5 mannafør kvinnur 1 Sílið 05:13
siga, so er tað nú tíð til at spæla fótbólt aftur. Undir øllum umstøðum, so er avleiðingin, at Bergur Midjord ikki er tøkur sunnudagin. Tað er Klæmint Matras neyvan heldur, eftir at hann hevur fingið trupulleikar [...] stigum. B36 er eitt stig frá toppinum, og við dystinum á Skála, har HB vitjar, í mentu, er einki at ivast í, at teir enn eina ferð medda eftir trimum stigum. Fuglfirðingarnir eru hinvegin bara eitt stig frá [...] Rúni Elttør leikbann, eftir at hann fekk reytt kort seinast. Eisini Poul Ennigarð noyddist av vøllinum ta ferðin. Hjá honum var tó talan um skaða, og tað verður ikki roknað við, at hann verður tøkur. Og tað
meirilutin í stýrinum fyri Listasavnið eftir øllum at fingið nóg mikið og fer at venda sær beinleiðis til landsstýrismannin við mentamálum fyri at fáa hann at staðfesta starvsetanina. Tríggir av fýra limum [...] í stýrinum er ímóti, tí hann heldur, at leiðarin á savninum skal hava listfrøðisliga útbúgving, og tað hevur Helgi Fossadal ikki. Fýra ferðir hevur stýrið roynt at avgreitt málið, men tað er hvørja ferð [...] rin eina áheitan afturat. Og tað verður frá meirilutanum í stýrinum, sum vil hava Jógvan á Lakjuni at staðfesta avgerðina hjá meirilutanum. Tað er tó ivasamt um, landsstýrismaðurin kann gera nakað, tí
eina flúgvandi byrjan í Holstebro, og spurningurin er so, um landsliðsvenjararnir fara at royna at lokka skálamannin at taka enn eitt tørn á landsliðnum. [...] bæði málini skotin upp á brotsspark, men í teimum næstu dystunum prógvaði John, at tað ikki bert er úr ellivu metrum, at hann finnur vegin til meskarnar. Í næsta venjingardystinum leikti Holstebro móti [...] Ikki kann sigast annað, enn at John Petersen hevur gjørt vart við seg í nýggja felagi sínum, Holstebro Boldklub, sum til dagligt spælir í donsku 2. deild, ið er triðfremsta deildin í Danmark. Fimm mál
Sprekkur og lekur Arbeiðið at gera Norðoyatunnilin gongur sostatt eftir ætlan. Leirvíksmegin hevur fjallið so at siga alla tíðina verið gott at spreingja ígjøgnum. Tað kemur tó fyri, at stórar sprekkur eru, [...] eisini betur nú, eftir at vatnlekar hava órógvað arbeiðið nakað, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri fyri Norðoyatunnilin. ? Í løtuni heldur tíðarætlanin, og vit rokna framvegis við at skjóta tunnilin ígjøgnum [...] Norðoyatunnil Um einar fýra mánaðir verður Norðoyatunnilin skotin ígjøgnum. Upprunaliga ætlanin um, at arbeiðsliðini Leirvíksmegin og Klaksvíksmegin skulu hittast undir Leirvíksfirði í juni mánaði í ár