Strálur við styrki

Klumma: Vit eru rættiliga takknemligir – vit føroyingar. Nú hevur sólin skinið í nakrar dagar, og fólk eru í so góðum lag, at um tað fór at regna nú og fram til jóla, so høvdu fólk helst pástaðið, at summarið var sera gott.

 

Tað er stuttligt og hugaligt, tá ið sólin fyrstu ferð kagar fram soleiðis av álvara. Fyrstu strálurnar eru ótrúliga sterkar, og alt fer upp at renna og veipa. Lør og armar daga fram, tá ið ullintu undirbuksirnar og kotini verða løgd til síðis í nakrar dagar, og vit eru øll um at kódna. 16 hitastig eru heldur ikki so galið, tá ið mann meginpartin av árinum ballar seg inn í troyggjur og jakkar við hitalagi um frostmarki.

Datt inn á eina bensinstøð í Havnini mánadagin, og har var long kø frammanfyri diskin. Aftanfyri diskin runnu tvær ungar kvinnur aftur og fram millum kassan og ísmaskinuna. Samlibandsísur varð tveittur um diskin uttan steðg, so at fólk orkaðu at fara út í sólina aftur.

Og soleiðis er, tá ið summarið vísir seg onkra lítla løtu – fólk fara til stroks, grillirnar verða togaðar út í túnið, matroykurin stendur um geilar og tún, býurin verður málaður reyður ella hvítur, og fólk flenna býtt eftir ongum.

Um tað hóast virkar eitt sindur komiskt tað heila, so er tað í øllum førum gott, at humørið var eitt kvink rætta vegin, styttri er til smílið og minni grenj er at hoyra. Um tað ikki kann verða øðrvísi, lat tað so bara verða í løtum, at vit ordiliga leypa upp frá, halda summar og fegnast um, at landið er sera vakurt undir eini bakandi sól – eisini hóast bakarovnurin bert stendur á fjórðingshita...