Fýra fundir, nógv alment og óalment virksemi, men framvegis eingin endaliga avgerð.
Tað er gongdin í málinum um nýggja leiðaran fyri Listasavn Føroya.
Men nú hevur meirilutin í stýrinum fyri Listasavnið eftir øllum at fingið nóg mikið og fer at venda sær beinleiðis til landsstýrismannin við mentamálum fyri at fáa hann at staðfesta starvsetanina.
Tríggir av fýra limum í stýrinum fyri Listasavnið vilja hava Helga Fossádal í starvið, og hann er eisini umsøkjarin, sum Listafelagið og Myndalistafólkini hava stillað inn til starvið. Formaðurin í stýrinum er ímóti, tí hann heldur, at leiðarin á savninum skal hava listfrøðisliga útbúgving, og tað hevur Helgi Fossadal ikki.
Fýra ferðir hevur stýrið roynt at avgreitt málið, men tað er hvørja ferð endað við tí sama. Meirilutin vil hava Helga Fossádal settan, men formaðurin vil hava ein listfrøðing í starvið.
Meirilutin ræður
Mentamálaráðið, sum velir formannin í stýrinum fyri Listasavn Føroya, hevur ikki viljað blandað seg upp í málið, men nú fær landsstýrismaðurin eina áheitan afturat. Og tað verður frá meirilutanum í stýrinum, sum vil hava Jógvan á Lakjuni at staðfesta avgerðina hjá meirilutanum.
Tað er tó ivasamt um, landsstýrismaðurin kann gera nakað, tí sambært viðtøkunum fyri Listasavn Føroya er tað stýrið, sum hevur endaligu ábyrgdina av viðurskiftunum á Listasavninum ? eisini tá ið leiðari skal setast. Og avgerðir í stýrinum verða sambært viðtøkunum tiknar við vanligum meiriluta.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá formanninum í stýrinum fyri Listasavnið fyrrapartin týsdagin.