Nærkast botninum í Norðoyatunlinum

Tveir kilometrar av Norðoyatunlinum eru asfalteraðir, og Leirvíksmegin eru teir við at koma á lægsta punkt í tunlinum

Norðoyatunnil

Um einar fýra mánaðir verður Norðoyatunnilin skotin ígjøgnum. Upprunaliga ætlanin um, at arbeiðsliðini Leirvíksmegin og Klaksvíksmegin skulu hittast undir Leirvíksfirði í juni mánaði í ár, heldur í løtuni.
? Leirvíksmegin hevur arbeiðið gingið støðugt alla tíðina, og Klaksvíkmegin gongur eisini betur nú, eftir at vatnlekar hava órógvað arbeiðið nakað, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri fyri Norðoyatunnilin.
? Í løtuni heldur tíðarætlanin, og vit rokna framvegis við at skjóta tunnilin ígjøgnum í summar, sigur hann.

Tveir kilometrar asfalteraðir
Leirvíksmegin hevur arbeiðsliðið borað einar 2600 metrar av tunlinum, og um einar 400 metrar eru teir komnir til lægsta punktið í tunlinum. Klaksvíksmegin eru boraðir um 1700 metrar.
Eitt strekkið á tveir kilometrar er longu asfalterað. Arbeiðið Leirvíksmegin er eitt sindur frammanfyri arbeiðið Klaksvíksmegin, og har eru einir 1500 metrar asfalteraðir. Klaksvíksmegin er fyrsta strekkið eisini asfalterað, og har eru einir 500 metrar lagdir við asfalti.

Sprekkur og lekur
Arbeiðið at gera Norðoyatunnilin gongur sostatt eftir ætlan. Leirvíksmegin hevur fjallið so at siga alla tíðina verið gott at spreingja ígjøgnum. Tað kemur tó fyri, at stórar sprekkur eru, sum volda nakað av trupulleikum. Summar av hesum kunnu í einstøkum førum verða fyltar við leiri.
Klaksvíksmegin hava tað serliga verið vatnlekar, sum hava seinkað arbeiðnum, og tað eru framvegis lekar, hóast tað er frægari nú.
Ætlanin er, at vatnið úr Háfjalli skal gagnnýtast, og tí verður ein vatnleiðin løgd inn, har lekarnir eru. Norðoyatunnilin ger eisini eina kanning av grundvantinum í Háfjalli.