Gongur strúkandi hjá John

Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin John Petersen hevur fingið eina flúgvandi byrjan í nýggja felagi sínum Holstebro. Í teimum trimum venjingardystunum, sum Holstebro higartil hevur spælt, hevur John skorað fimm ferðir.

Ikki kann sigast annað, enn at John Petersen hevur gjørt vart við seg í nýggja felagi sínum, Holstebro Boldklub, sum til dagligt spælir í donsku 2. deild, ið er triðfremsta deildin í Danmark.

Fimm mál í trimum dystum
Sum vit eisini hava umrøtt í Sosialinum áður, so skeyt tvey mál í fyrsta venjingardystinum hjá Holstebro á árinum. Tá blivu bæði málini skotin upp á brotsspark, men í teimum næstu dystunum prógvaði John, at tað ikki bert er úr ellivu metrum, at hann finnur vegin til meskarnar.
Í næsta venjingardystinum leikti Holstebro móti Tjørring, og tá var John á vøllinum teir fyrstu 45 minuttirnar. Tá hevði John longu prógvað sítt virði við at hava skotið tvey mál fyri Holstebro. Fyrra málið kom, tá ið hann gjørdist leysur við málverjanum og hegnisliga lyfti upp um málverjan. Nakað seinni økti John til 2-0, tá ið hann skallaði bóltin í netið eftir innlegg úr høgru síðu.
Holstebro vann dystin 3-2, eftir at teir høvdu verið á odda 3-0 í hálvleikinum.
Mánakvøldið var so aftur ein venjingardystur á skránni. Hesaferð var mótstøðuliði Viborg Søndermarken, sum spælir í kvalifikatiónskappnigini til 2. deild. Holstebro vann dystin 4-1, og John Petersen skoraði málið til 2-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Sostatt hevur John Petersen fingið eina flúgvandi byrjan í Holstebro, og spurningurin er so, um landsliðsvenjararnir fara at royna at lokka skálamannin at taka enn eitt tørn á landsliðnum.