at vit í Føroyum fáa eina krabbameinsætlan, eins og tey hava í øllum vælferðarsamfeløgum. Men hendan ætlanin má ikki vera nøkur avskrift av eini fremmandari ætlan. Hon má vera føroysk. Gjørd í Føroyum [...] umráðandi, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini, at fólk sjálv sleppa at velja, hvar tey eru stødd ta seinastu tíðina, tey stríðast við krabbamein. Í dag er einki val. Tey skulu liggja [...] formaðurin í Føroya Felag Móti Krabbameini tó. Tað er til teirra, sum sita á almenna pengakassanum. Jákup N. Olsen heldur ikki, at tað er nóg gott, at eingin patologur er í Føroyum. Hann hevur nú manglað í fleiri
verið fangaðir longu í 2009. Haraftrat hevur grunnurin ólógliga heimiðla sær loyvi at læna pengin út fyri slaka milliard. Hetta visti skrásetingin – í øllum førum hevur nevndin í skrivi til Skráseting [...] uppá at kanna, hvat er farið fram í Eik Grunninum. Vit vita, at tað gekk galið, og vit vita, hvør hevði ábyrgdina – tað hevði nevndin í Eik Grunninum, sum var tann sama sum í Eik Bankanum. Granskingin av Eik [...] fingið. Í apríl 2013 gjørdi fíggjarnevndin av, at kanningarstjórin ikki skuldi hava eina millión aftrat at gera kanningina lidna fyri. Stutt eftir fall eitt broytingaruppskot frá andstøðuni somuleiðis í løgtinginum
seg nevnliga, at útlendingarnir í Tórshavn Open, feb. anno 1997, fingu sømdir, sum teir ikki fáa í samband við líknandi kappingar. Men við føringunum var sum vanligt: Alt í síðstu løtu. Tí seti eg her nakrar [...] heldur ikki við! Eg prátaði við danska altjóða meistaran Carsten Høi í maj, úti í Brønshøj. Hann segði fyri mær, at hann var bjóðaður í nov. 96. Hann skuldi gjalda 2000 kr. Fyri tað fekk hann ferð aftur [...] tann 22/1-97, at Talvsambandið hevði sett ein samskipanarbólk. Í honum sótu Jákup Mikkelsen, Rani Nolsøe og Suni Merkisstein (formaður í Havnar Telvingarfelag). Eg telvi við Havnar Telvingarfelag, og ringdi
føroyingar í Danmark. Nú vitjaði hann so sum formaður í grunninum, sum var við til at stuðla 1000 ára haldinum fyri kristniboðan-ina í Føroym. -Eg haldi føroyingar eru sera dugnaligt og stolt fólk, ið eg í allar [...] eri stæddur í Føroyum, tí tað eg sigi, er meint til at vera til felags besta. Gamal í garði Erling Olsen er so heldur ikki nakar tilvildarligur persónur í donskum politikki. Hann er gamal í garði ella tað [...] sera ringt at seta orð á. Eg kann í hvussu er siga fyri meg, at eg havi sterkar kenslur í so máta. -Men hevur tað ikki nakað at gera við ynskini hjá Danmark at eiga lut í einum so stórum øki, sum alt Føroyar
l., sum longu eru settir. Tað eigur tí sum liður í teimum fyrireikingunum til broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya, sum eisini eru nevndar í løgtingsmáli nr. 5/1998, at verða sett ein stjór [...] spurningin um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya. § 2. Løgmaður setir stjórnarskipanarnevndina, sum skal hava 11 limir. Stk. 2. Hvør flokkur á løgtingi velur sín løgtingslim í nevndina. Stk. 3. [...] Løgmaður er formaður nevndarinnar, og ein av løgtingsmonnunum er næstformaður. Stk. 5. Nevndarlimirnir úr løgtingi og landsstýri velja afturat sær 3 nevndarlimir, sum skulu hava hægri útbúgving í samfelagsvísindum
ídnan íðkara í míni ítróttargrein allan mín ungdóm, hvar hann sjálvur var formaður og rósti mær upp um skýggja. Men ikki bara tí, men av virðing fyri hvørjum einstøkum borgara í samfelagnum í einum demokratiskum [...] tá hann hevði etið morgunmat, men annars var hann enn í feriu, eg umskyldaði meg, eg skuldi bert í boxina eftir onkrum til døgurða, og tað var alt í ordan, men tá hann kom upp trappugongina ringlandi við [...] var broitð upp – fekk eg at vita frá timburmanninum, og tað var ikki kostnaðarmikið. Nú bíði eg í ein i íbúð í Johannes Patursonargøtu, har trivnaðarnevndin hjá kommununi hevur sett meg at bíða. Ein íbúð
skipanina í kjakinum. Teir umboðaðu ávikavist samgongu og andstøðu umframt at báðir sita í Trivnaðarnevndini í Løgtinginum, har Jørgen Niclasen eisini er formaður. Fitt av fólki hevði leitað sær oman í Miðlahúsið [...] Trapputingi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hesaferð vóru aftur alternativar løgmannarøður á skránni, og evnið hesaferð var forsorg. Tað er Tinghelluredaktiónin á Sosialin, sum skipar fyri Trapputingum. Í hesum [...] minuttir í part at leggja sínar hugsanir fram fyri almenningin. Síðani fingu politikararnir 6 minuttir í part til at gera viðmerkingar. Eftir at Sosialurin hevði bjóðað fundarfólkinum ein kaffimunn í steðginum
ímyndað mær. Eg føli tað sum ein knív í ryggin, men fyri meg er aftur ein dagur í morgin, sum eg nokk skal klára at liva við, segði Jørgin Niclasen, meðan hann beit seg í vørrina. Samstundis gjørdi hann tað [...] tað púra greitt, at hansara uppsøgn neyvan er tað síðsta, sum hendir í málinum. ? Í dag gongur tað út yvir meg, men í morgin er aftur ein politiskur dagur, og hann sær neyvan út sum hesin, staðfesti la [...] við fiskvinnumálum, og harvið var ein dramatiskur og søguligur dagur í løgtinginum av. Hetta hendi týsdagin stutt fyri klokkan 17. Í samfullar tríggjar tímar hevði løgtingið viðgjørt uppskot um misálit
skyldmenninir úr Klaksvík, Aksel V. Johannsen, formaður Javnaðarfloksins, og bróðirsonur hansra, Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, sum vóru greiðir toppskorarar í persónligum atkvøðum. Næstir honum kom [...] Johannsen var á tveimum teimum undanfarnu valunum eisini toppskorari við 2.323 persónligum atkvøðum í 2019 ogt 2.405 í 2015. Beinir Johannesen var á seinasta løgtingsvali toppskorari hjá Fólkaflokkinum við 998 [...] 305 E 33 Eirikur í Jákupsstovu 295 E 34 Grímur Sundstein 290 A 35 Liljan Weihe 290 E 36 Helgi Abrahamsen 284 B 37 Súsanna Bertholdsen 275 C 38 Fía Selma Nielsen 269 A 39 Sámal Petur í Grund 265 D 40 Rógvi
sum í mong ár arbeiddi í Radiobúðini í Runavík, og hin er Petur Højgaard Simonsen á Barnaheiminum. Petur tók studentsprógv í Keypmannahavn í 1969. Áðrenn Petur fór á Læraraskúlan, var hann vikarur í Skúvoy [...] læraraprógv í 1974 var Petur lærari í Venjingarskúlanum í tvey ár, áðrenn hann gjørdist lærari í heimbygdini. 1979-80 røkti Petur varaskúlastjórastarvið í Fuglafirði. Petur hevði ábyrgdina av bókasavninum í Fuglafirði [...] enjari í Fuglafirði, og tá fór hann eisini undir karrieru sum fótbóltsvenjari. Petur hevur í fleiri skiftum verið venjari í Fuglafirði, og eitt nú á Skála, í NSÍ, B68, KÍ og í tveimum umførum í B36. Petur