Petur Simonsen 60 ár

Í morgin, leygardagin 7. juli, verður Petur Sigurðson Simonsen í Havn 60 ár. Petur er stjóri í Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð, og hann hevur í mong ár verið fótbóltsvenjari.

Mamman var Martha (1910-1995) fødd Joensen og ættað úr Jógvansstovu í Leirvík. Pápin var Sigurd (1912-1994) ættaður Uppi í Húsi í Sandavági. Tey bæði búsettust í Fuglafirði, har Sigurd var skipari og reiðari, og Martha ansaði barnaflokkinum, sum fevndi um níggju børn: Ása (1934), Árni (1936-1999), Marjun (1937), Anna (1940), Sigurd (1942), Hjørdis (1944), Petur (1947), Randi (1950) og Jákup (1952).

Ása og Sigurd búgva í Fuglafirði, Anna býr niðri, og hini búgva í høvuðsstaðnum. Petur er uppkallaður eftir abbanum í Sandavági, Peturi Simonsen Uppi í Húsi. Teir eru tríggir, sum eita Petur Simonsen eftir sama abba. Hinir eru Petur Simonsen á Eiði, sum í mong ár arbeiddi í Radiobúðini í Runavík, og hin er Petur Højgaard Simonsen á Barnaheiminum.

Petur tók studentsprógv í Keypmannahavn í 1969. Áðrenn Petur fór á Læraraskúlan, var hann vikarur í Skúvoy. Eftir lokið læraraprógv í 1974 var Petur lærari í Venjingarskúlanum í tvey ár, áðrenn hann gjørdist lærari í heimbygdini. 1979-80 røkti Petur varaskúlastjórastarvið í Fuglafirði.

Petur hevði ábyrgdina av bókasavninum í Fuglafirði 1983-88, og í 1989 tók hann skúlabókavarðaprógv í Føroyum. 1980-88 var Petur limur í skúlanevndini í Fuglafirði. Millum fleiri onnur álitisstørv, sum Petur hevur røkt, er sessur í stýrinum fyri Føroya Blindastovn og sessur í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús.

Í 1987 gjørdist Petur leiðari í Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð. Í tí sessinum situr hann framvegis. Í eitt ár var hann skrivstovustjóri á Løgmansskrivstovuni.

Í øllum, sum Petur fæst við, er hann álitisfullur, støðugur og neyvur.

Petur hevur verið ógvuliga virkin í ítrótti. Í lestrartíðini spældi hann hondbólt við Kyndli og flogbólt við Læraraskúlanum. Eftir at hann var fluttur aftur til Fuglafirðar, var Petur formaður í ÍF 1978-82. Tað var í hansara formanstíð, at ÍF vann fyrsta og higartil einasta FM heitið, og tað var í hansara formanstíð, at ódnartakið varð tikið at víðka um fótbóltsvøllin í Fuglafirði.

Petur var hondbóltsvenjari og flogbóltsvenjari í Fuglafirði, og tá fór hann eisini undir karrieru sum fótbóltsvenjari. Petur hevur í fleiri skiftum verið venjari í Fuglafirði, og eitt nú á Skála, í NSÍ, B68, KÍ og í tveimum umførum í B36. Petur hevur lokið hægstu venjaraútbúgving, sum tað ber til at taka í Føroyum. Í 1994 og 1995 var hann hjálparvenjari hjá Allani Simonsen, sum tá var vorðin landsliðsvenjari, og tey seinnu árini hevur Petur saman við øðrum í FSF høpi havt ábyrgdina av at útbúgva nýggjar føroyskar fótbóltsvenjarar.

11. oktober 1969 giftist Petur Gunrið fødd Guttesen og ættað úr Havn. Tey eiga hugnaligt og gestablítt heim við Dalavegin í Havn. Gunrið og Petur eiga fimm børn: Marta á Lakjuni (1970), Pavla Eliasen (1971), Sigrun Kabeya (1974), Jens Sigurð (1981) og Leivur (1987). Marta býr í Fuglafirði, Pavla og Jens Sigurð búgva niðri, Sigrun í London og Leivur í Havn. Abbabørnini eru 11 í tali - 7 dreingir og 4 gentur.

Petur dámar væl sang og tónleik, og hann syngur í Ebenezerkórinum. J