Nú fáar dagar undan 3. samráðingarumfarinum millum Føroyar og Danmark um fullveldisætlaninar hjá landsstýrinum hevur hesin ?garvaði? danski pol-itikarin einki ímóti at siga sína hugsan, tí nú stendur hann mest sum eygleiðari á síðulinjuni til tað, sum hendir á politiska vígvøllinum. Hann er ikki bundin av tagnarskyldum ol, men kann tosa frítt frá livrini um øll mál, hann hevur áhuga fyri og sum hann metir seg hava skil fyri eisini.
Stórir møgleikar
Tað er so einki dulsmál, at Erling Olsen sær nógv størri møguleikar fyri at fáa økt sjálvstýri innan Heimastýrislógina og innan fyri Ríkisfelagskapin.
Honum dámar einki ta víðgongdu leið, sum landsstýrið hevur sett út í kortið.
-Men vil landsstýrið kvetta á stokkinum við Danmark, soleiðis sum samráðingarupplegg teirra eisini leggur upp til, so mugu vit danir bara taka tað til eftirtektar. Og tá haldi eg eisini fýra ár eru nóg nógv sum skiftistíð.
Erling Olsen heldur tó, at tað má bera til at finna eina loysn innan fyri Ríkisfelagsskapin, sum kann gagna báðum londum. -Eg teljist millum teir danir, har ríkisfelagsskapurin hevur nakað at siga. Ríkisfelagsskapurin hevur týdning bæði søguliga, mentanaliga og familjuliga. Eg síggi helst ikki, at hann dettur niðurfyri, men sjálvandi er hetta ein avgerð, sum føroyingar sjálvir taka. Fyri meg merkir Ríkisfelagsskapur ikki, at tað eru danir, sum skulu ráða og bestemma. Eg meini bert, at tað ber til at koma víðari innan fyri henda karmin.
Erling Olsen sigur víðari, at sjálvandi skulu danir hava virðing fyri føroysku ynskjunum um størri sjálvstýri, men verður hetta gjørt á slíkan hátt sum mangt bendir á, nevniliga við at venda Danmark bakið, og tað tí er at meta sum eitt seinasta farvæl, so heldur hann eisini, at fýra ár eru nóg mikið at fáa hetta frá hondini í. -Føroyingar eru eisini sera dugnaligir, so tað man fara at bera til innan fyri hetta tíðarskeiðið.
Hetta er slit
Erling Olsen heldur sjálvur, at tað eru so nógvir aðrir møguleikar at tacla støðuna uppá, eitt nú at taka tingini stig fyri stig í mun til hetta endaliga stigið hjá landsstýrinum, sum hann metir sum eitt veruligt slit í samstarvinum við Danmark.
-Eg haldi vit hava skyldu til at bera okkum væl og skilagott at móti hvørjum øðrum, tá hugsað verður um tey bond, sum eru knýtt millum fólkini í mong mong hundrað ár.
-Hvat sigur tú til tey, sum seta spurnartekin við Ríkisfelagsskapin og skýra hann einki annað enn tóma luft?
-Við fullveldisætlanini hjá landsstýrinum í hondini, so er tað rætt, at Ríkisfelagsskapurin er einki annað enn tann bera luft.
Erling Olsen hevur sjálvur havt nógv við Føroyar og føroyingar at gera. Hann hevur verið her ótaldar ferðir og hevur eisini havt tilknýti til nógvar føroyingar í Danmark.
Nú vitjaði hann so sum formaður í grunninum, sum var við til at stuðla 1000 ára haldinum fyri kristniboðan-ina í Føroym. -Eg haldi føroyingar eru sera dugnaligt og stolt fólk, ið eg í allar mátar havi stóra virðing fyri. Her hugsi eg ikki minst um tey mongu mentanarfólk tit hava fostrað, og her kann eg ikki lata vera við at nevna William Heinesen.
-Men tá føroyingar eru eitt stolt og gott fólk, skil-ur tú so ikki eisini teir føroyingar, sum vilja vera ein sjálvstøðug tjóð?
-Tað geri eg væl, men harfyri nýtist tú ikki kvetta øll bond millum londini. Ger tú tað, so verður Ríkisfelaskapurin til luft og einki annað.
-Hví hevur tað so nógv at siga fyri teg sum dana, at Føroyar halda fram sum partur av Ríkisfelagsskapinum tú tosar um?
-Tað er ringt at siga frá. Tað eru nøkur ting, sum eru kensluliga og mentanarliga tengd og sum tað er sera ringt at seta orð á. Eg kann í hvussu er siga fyri meg, at eg havi sterkar kenslur í so máta.
-Men hevur tað ikki nakað at gera við ynskini hjá Danmark at eiga lut í einum so stórum øki, sum alt Føroyar jú eru, og hevur hetta ikki eisini nakað við stórpolitikk at gera, tá Danmark treyðugt vil av við Føroyar?
-Tað dugi ikki at síggja hevur nakran týdning. Vit eru sum er eitt lítið land. Hetta hevur so heldur einki við stórpolitikk at gera.
Nyrup gevur seg neyvan
Nú samráðingar verða aftur hósdagin og við tí kunnleika Erling Olsen hevur til danskan politikk og her ikki minst til sínar egnu partamenn og har ikki minst Nyrup spurdu vit hann, um møguleiki er fyri, at Nyrup fer at geva seg í samráðingunum?
-Tað trúgvi eg ikki. Í hvussu so er ikki, tá talan er um skiftistíðina uppá fýra ár. Har fer hann at standa fastur. Meg eg trúgvi, at hann fer at royna at finna aðrar loysnir, sum kunnu vera rímuligar og góðar fyri báðar partar. Eg vóni partarnir koma nærri hvørjum øðrum, men eg beri ótta fyri, at teir ikki gera tað kortini. Hetta er ein prosess, sum tekur nakað av tíð sigur Erling Olsen, sum tó leggur stóra áherðslu á, at hann er farin úr politikki, og tí onga sum helst ávirkan hevur á tann politikkin, sum javnaðarflokkurin og stjórnin reka. -Hetta er borðið hjá Nyrup, men eg havi eina meining um tingini, og hana havi eg einki ímóti at koma fram við, nú er eri stæddur í Føroyum, tí tað eg sigi, er meint til at vera til felags besta.
Gamal í garði
Erling Olsen er so heldur ikki nakar tilvildarligur persónur í donskum politikki. Hann er gamal í garði ella tað vit plaga at nevna - hann er garvaður politikari og ein av ?the grand old men? á Christiansborg, til hann ikki stillaði uppaftur til seinasta val.
Hann er útbúgvin búskaparfrøðingur og var fyrsti rektari á Lærda Háskúlanum RUC. Hann kom í fólkatingið í 1964 og sat har nærum uttan íhald til 98. Sjálvur sigur hann seg hava verið fólkatingsmaður í ein heilan mansaldur. Hesa tíðina umsat hann tvey ráðharrastørv. Hann var íbúðarmálaráðharri og løgreglumálaráðharri og hann hevur eisini verið formaður fyri fólkatingið.
Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.
Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.
-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.