Bíði eftir íbúð míni

Eg skrivaði herfyri um íbúðina hjá mær á Hvarvinum, ið fekk ein vatnskaða í marsmánaði í ár, og sum skuldi verða í ordan eftir 14 døgum til ein mánað, meðan eg í eini tryggingaríbúð skuldi biðja, til arbeiðið varð liðugt.

Kommunan eigur bygningin, har fimm familjur leiga – har ímillum eg og maðurin, men, sum eg segði frá í fyrra lesarabrævinum, ongantíð bleiv gjørt liðugt og enn stendur órørd vegna eina lygn fyri og aðra eftir. Tað var ov kostnaðarmikið, tað var svampur, teir funnu meira skaðar, so var eingin svampur, og tað manglaði ikki peningur, húsið skuldi rívast niður, og so skuldi tað ikki rívast niður.
Havi havt ein timburmann inni og hugt og kannað, har var eingin svampur, eingin fuktur, ein lítil vatnskaði, men tað var meira brotið upp enn neyðugt, og tað tók minni enn eina viku at gera alt aftur, ið var broitð upp – fekk eg at vita frá timburmanninum, og tað var ikki kostnaðarmikið. Nú bíði eg í ein i íbúð í Johannes Patursonargøtu, har trivnaðarnevndin hjá kommununi hevur sett meg at bíða. Ein íbúð, har gólvini eru við at rapla undan mær, fái ikki fingist við mat vegna mangul upp á køk, tó stendur ein komfýrur úti á trappugongini beint við síðuna av wc'inum - har wc-hurðin kemur í komfýrin. Havi fingið at vita, at Heilsufrøðilga Starvsstovan hevur verið har fyrr og forbjóðað kommununi at leiga hetta út sum íbúð, vegna forholdini av køki og wc. So eg havi livað ógvuliga vánaligt føðimessugt. Her havi eg verið nú í meira enn tríggjar mánaðir.
Teir fyrrnevndu menninir, ið skriktu teppið undan beinunum á mær hin ringa dagin í mars, eru aftur upp á spæl einaferð enn, tað hendi fríggjadagin 22. juli. Ein maður ringir á mín mobil og spyr, um mobilnummarið hjá manninum, hvat hann avgjørt ikki behøvdist, men helt hann líka so gott kundi geva ær boðini – at hann hevði verið á Hvarvinum og skift lás út í íbúðini og stongt av – og um nakað var, eg skuldi hava út, so kontakta teir, sum hann segði, so skuldi teir nokk koma við tí, eg reageraði forkert – var ovurfegin í telefonini, tí eg trúði, tað var ein arbeiðsmaður eg tosaði við, og at nú var arbeiðið byrjað, hann presenteraði seg ikki, og eg kendi ikki málið, nummarið, eg skuldi kontakta, var 3020120. Tá tað gekk upp fyri mær seinni, at 302010 var Snarskivan, og at tey ikki ánaðu har, hvør hevði ringt til mín, fekk eg gásarhold.
Teir høvdu læst allan mín eigindóm av fyri mær, hóast tað ikki var nógv. Klæði, ið hanga har vegna at eg ikki kann so væl hava tey her, tí luktur er í skápinum her. Seymimaskina stóð á boðrinum, tí eg hevði gingið út at seyma eitt hvørt eg skuldi brúka á ólavsøku – s. s. gardinur til her o. a. annað hjá mær sjálvum, har hanga mín ólavsøkuklæði, skótøj, taskur, har stendur frystiboxin, hvar er fari eftir døgurðamati, og m. a.
Tað kann eg so ikki nú, tá lásini eru skift, og alt er læst inni fyri mær.
Nú vóru góð ráð dýr, og maðurin byrjaði at ringja til Per og Poul og traff síðani ein persón, ið kundi gera nakað við málið, av tí hann var formaður í vissari nevnd.
Leygarmorgunin fekk eg so at vita, at ein persónur for at koma við lyklinum, eg snakkaði eisini sjálv við hann, hvar hann segði, at hann kom, tá hann hevði etið morgunmat, men annars var hann enn í feriu, eg umskyldaði meg, eg skuldi bert í boxina eftir onkrum til døgurða, og tað var alt í ordan, men tá hann kom upp trappugongina ringlandi við lyklum her á Jóannesar Paturssonargøtu ljóðaði søgan óhugnaligari enn nakrantíð. Hví vit ikki vildu verða her í frið - tí hann hevði fingið at vita, at her skuldi alt byggjast um til okkum, nýggjan køk og tað heila, og svaraði, sum man nú ger, hampuiga, jamen vit blivu beind inn her fyribils og skuldi ikki ein gong taka for nógv við, tí tað bleiv bert í ein mánað ella so. Eg hevði eisini prøvað at biðið um at eina rest av einum ella ørðum at leggja á ójavnt trægólv her og fekk nei, tí at eg bert var her fyribils og at her skuldi eingin búgva.
Jamen góða tú, segði hann, er hetta ikki betri enn hatta har úti á Hvarvinum, sum stendur uppbrotið, eg spurdi um hann hevði verið har, nei hann hevði ikki verið har. Hvar eftir hann knappliga fekk øðið og peikaði ímóti mær við knýttum nevum, eg beliv totalt skelkað av at síggja ein so høgan topp á býráðnum ganga amokk, eg fekk ikki ordiliga skil á tí, hann rópti, men hann nevndi tveir yvirbúgvar hjá mær á Hvarvinum, ið hvødu meldað meg, tí hurðin hevði verið opin og ovnarnir frá, eg betali fulla húsaleigu har úti hvønn mánað, eisini nú ímeðan eg ikki eri har, havi adressu har, so eg veit ikki, hvat hann meinar við tí. Síðani fór hann í øðini og smekkaði hurðina so, at alt skalv eftir lítlari løtu kom hann aftur avdempaður og bjóðaði sær at koyra meg út eftir tí, eg skuldi hava úr boxini, men eg takkaði nei.
Eg lati meg ikki ústilla, havi aldrin gjørt nøkrum nakað, siti væl um sátt vit øll í mínum nábla har og her og øll mennisku yvirhvøur.
Eg skilji væl, at maðurin var strongdur av at ganga tílík fyri hann óneyðug ørindi í frítíðini, men eg skilji enn minni ei heldur, hví eitt so lítisigandi mál hjá kommununi mátti blíva eitt so stórt rumbul, ið ikki kundi fáast upp á pláss aftur, tað stendur sum eitt stórt?
Kanska manglaðu teir goymslurúm? (Sang ein fuglur) og at tað mátti onkur vígkja fyri, og kanska er sannleikin tá for eyðmjúkandi at siga við borgarin.
Havi nú annars fingið at vita, at 23. august fái eg sannleikan um íbúðina verður gjørd aftur ella ei.
Í hvussu so er, er mín áhuga fyri 23. august
Eg loyvi mær hervið at seta ein spurning til kommununa. Er tað ikki betri at siga meg upp á Hvarvinum heldur enn at halda mær uppi við ósannindum um eitt so litiðsigandi mál? Eg vil, sum ein og hvør onnur vita, hvar er flóti, fái ikki hjálpt mær sjálvum uttan.
Ongantíð betri, um eg fekk svar frá tí høga borgmeistaranum, ið uttan iva kennir meg væl, sum ein ídnan íðkara í míni ítróttargrein allan mín ungdóm, hvar hann sjálvur var formaður og rósti mær upp um skýggja.
Men ikki bara tí, men av virðing fyri hvørjum einstøkum borgara í samfelagnum í einum demokratiskum samfelag, hvar hann sigur, at øll skulu hava tað gott, hann sigur tað ikki, sum eg sigi tað - men sum tann, ið setur dagsskránna og ræður fyri borgum.