Grunnaeftirlitið skal kannast

Ósemja er framvegis um, um Eik Grunnurin skal kannast til fulnar, men breið semja er um, at føroyska grunnaeftirlitið, sum var hjá Skráseting Føroya, skal kannast. Er okkurt skeivt farið fram, skal tað hava avleiðingar, siga umboð fyri flokkarnar á tingi

Síðan kanningin av Eik Grunninum varð almannakunngjørd, hevur verið greitt, at nógv óreglusemið fór fram í Eik Grunninum.
Kanningarstjórin, Eyðfinnur Jacobsen, hevur gjørt kanningina vegna Skráseting Føroya, i hevði eftirlit við Eik Grunninum, og hann hevur staðiliga mælt til at kanna viðurskiftini nærri, tí tann kanningin, sum er gjørd, er ikki nóg umfatandi. Hann manglanði pening til at kanna, um tap hevur verið í grunninum vegna hesum óreglusemi, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Tað merkir millum annað, at einki endurgjaldskrav kann gerast galdandi. Skrásetingin hevur tískil biðið um eina eykajáttan á eina millión, sum hon ikki hevur fingið. Í apríl 2013 gjørdi fíggjarnevndin av, at kanningarstjórin ikki skuldi hava eina millión aftrat at gera kanningina lidna fyri. Stutt eftir fall eitt broytingaruppskot frá andstøðuni somuleiðis í løgtinginum, har nakrir tinglimir við Akseli Johannesen á odda, vildu hava løgtingið at játta kanningarfólkinum eina millión at gera kanningina lidna fyri. Nú tykist tó verða størri áhugi fyri kanningini. Løgmaður sigur, at hann vil hava kanningina lidna, eins og fleiri politikarar hava mælt til hetta undir orðaskiftinum í tinginum týsdagin 6. mai.

Einki eftirlit
Spurningurin er, hvussu hetta óreglusemi kundi halda á, uttan at Skráseting Føroya varnaðist tað. Granskingin hjá Eyðfinni Jacobsen vísir millum annað, at roknskapurin hjá Eik Grunninum var skeivur og manglaði niðurskrivingar fyri slakar tvær milliardir. Hetta vóru feilir, sum kundu verið fangaðir longu í 2009.
Haraftrat hevur grunnurin ólógliga heimiðla sær loyvi at læna pengin út fyri slaka milliard. Hetta visti skrásetingin – í øllum førum hevur nevndin í skrivi til Skráseting Føroya og Erhvervsstyrelsen biði um loyvi at broyta endamálsorðingina fyri grunninin. Kortini kannar Skráseting Føroya eftir øllum á døma ikki, hvat ætlanin er.
Í Sosialinum mánadagin 5. mai finst Jørn Astrup Hansen at føroyska eftirlitinum við grunninum. Hann sigur sostatt:
- Tann fíggjarliga sera sterki sjálvsognarstovnurin, Føroya Sparikassi, varð gjørdur til eitt partafelag í 2002 og harfrá tók tað bara átta ár, til alt var burtur. Alt hetta fór fram, meðan føroyska samfelagið hevði eftirlitið við grunninum.
Í dag siga fleiri flokksumboð á tingið við Sosialin, at leikluturin hjá skrásetingini eigur at verða kannaður.

Ímóti kanning av grunninum
- Tað er greitt, at eftirlitið hevur ikki verið nóg gott, og um nakað skal kannast, so er tað hetta, sigur Bill Justinussen frá Miðflokkinum. Hann heldur ikki, at fleiri pengar skulu brúkast uppá at kanna Eik Grunnin.
- Eg havi alla tíðina verið ímóti, at brúka pengar uppá at kanna, hvat er farið fram í Eik Grunninum. Vit vita, at tað gekk galið, og vit vita, hvør hevði ábyrgdina – tað hevði nevndin í Eik Grunninum, sum var tann sama sum í Eik Bankanum. Granskingin av Eik Grunninum hevur intil víðari bara víst á viðurskifti, sum vit vistu í forvegin, sigur Bill ustinussen. Hann heldur, at um løgtingið játtar eina millión afrat til at gera kanningina lidna fyri, er tað bara fyri at geva einum sakførara eina millión og tað er Palleba, sum skal gjalda. Bill Justinussen heldur ikki, at ein kanning av, hvat fór fram í Eik Grunninum kann forða fyri, at tað hendir aftur.
- Vit seta fólk í fongsul alla tíðina – tað forðar ikki øðrum at gera brotsverk. Trupulleikin er, at eftirlitið sveik. Tað var eftirlitið, sum skuldi forða fyri at nakað gekk galið, men tað gjørdi tað ikki, sigur hann. Um nakað skal kannast er tað tí eftirlitið og leikluturin hjá Skráseting Føroya. Um ein kanning av skrásetingini vísur, at hon ikki hevur livað upp til sína ábyrgd, eigur tað at fáa avleiðingar, heldur Bill Justinussen.

Skal fáa avleiðingar fyri skrásetingina
Hóast ósamdir um granskingin av Eik Grunninum skal halda fram eru tinglimirnir, sum Sosialurin hevur tosað við samdir um, at manglandi eftirlitið við Eik Grunninum skal kannast. Somuleiðis, at um kanningin vísur, at eftirlitið hevur svikið, skal tað hava avleiðingar.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum Aksel V. Johannesen hevur alla tíðina talað fyri eini eykajáttan til granskingina av Eik Grunninum. Hann heldur somuleiðis, at tað er av stórum týdningi, at eftirlitið verður kannað, og at tað fær avleiðingar, um eftirlitið ikki hevur riggað.
- Um vit ikki gera eina nøktandi kanning av, hvat er farið fram, so læra vit heldur ikki, av tí. Um einki fær avleiðingar, so fáa vit eitt samfelag, har alt ber til, sigur Aksel V. Johannesen. Hann heldur somuleiðis, at tað eigur at verða staðfest um eftirlitið var, sum tað skuldi, og kemur ein granskari fram til, at tað var tað ikki, ja so má tað fáa avleiðingar, sigur hann.

Vit mugu taka ábyrgd
Tað er serliga týdningarmikið, at vit sum tjóð eru før fyri at taka ábyrgd, heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóveldið.
- Hetta er so ómetaliga oyðileggjandi, og tað er alneyðugt, at vit eru før fyri at staðfesta eina ábyrgd hjá grunnaeftirlitinum, sigur hann.
- Av øllum londum, áttu vit við okkara søgu og bankakreppum, at havt eitt neyvt eftirlit við grunninum, tá tað lág á okkara borði. Tað er alneyðugt at hetta verður kannað, so vit kunnu staðfesta hvat er fari fram, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at granskingin av Eik Grunnurin eigur at verða gjørd liðug, eins og tað skal kannast til fulnar, hvussu eftirlitið hevur riggað, so tað kann fáa avleiðingar um nakað skeivt er farið fram.

Nokk við bankakanningini
Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum Jákup Mikkelsen heldur ikki, at nøkur orsøk er til at gera neyvari kanning av Eik Grunninum.
- Kanningin av Eik Banka, sum Fíggjarligt støðufestið hevur sett í verk, fer at avmynda, hvat fór fram í Eik Grunninum. Vit skulu nokk fáa staðfest eina ábyrgd. Tað er eingin orsøk til at gjalda eina millión fyri at kanna Eik Grunnin, tá alt verður endavent í kanningini av Eik Banka, sigur Jákup Mikkesen.
Sostatt heldur hann ikki, at tað føroyska samfelagið skal brúka pening upp á at kanna Eik Grunnin.
Hinvegin eigur skráseting Føroya at vera kanna, sigur hann.
- Eg legði merki til tvey ting, sum Jørn Astrup segði við Sosialin í gjár. Tað var 1) at eftirlitið ikki hevur verið nóg gott og 2) at tað er løgi, at tað skal kosta 1,5 millión at gera kanningina, sigur Jákup Mikkelsen. Sostatt eigur manglandi eftirlitið at verða kannað, men vit skulu ikki brúka ,5 milliónir upp á at kanna Eik Grunnin, heldur hann.
Eisini Bárður á Steig Nielsen, sum er formaður í fíggjarnevndini, og som var ímóti at lata eina millon til víðari kanning av Eik, heldur, at eftirlitið eigur at kannast.
Tað er sostatt semja um, at tað føroyska eftirlitið við Eik Grunninum eigur at kannast og um tað ikki hevur livað upp til sína ábyrgd, má tað fáa avleiðingar, siga umboð fyri flokkarnar sum ein.