vera at hyggja frameftir, við einum positivum sinni, sigur borgarstjórin á Húsum. Eingin fundur Tað kom helst óvart á mong fólk á Húsum og Syðradali, tá hinar bygdirnar í oynni fóru í samstarv við Klaksvík [...] hjá klaksvíkingum um at fáa tey uppí. Tey hava verið á einum fundi, men tá tey skuldu á næsta og avtalaða fundin millum partarnar í Kalsoynni gekk ikki eins væl: Tey í Húsa kommunu høvdu frammanundan gjørt [...] heldur hann vera í øðrum endanum - t.v.s. annaðhvørt á Trøllanesi ella á Syðradali. Sjálvur hellir hann til tað seinna, m.a. tí at ferjulegan í oynni liggur á hesum staðnum, og tí at hetta hevði lætt munandi
hendurnar á einum slíkum! Eftir valniðurlagið hjá javnaðarflokkinum í 1994 skrivaði ein journalistur, sum er limur í flokkinum, og fanst at tí arrogansu, sum hevði sett dám sín á flokkin, og vísti hann á hvørjar [...] eisini, at tey seks árini hesir flokkar vóru í samgongu, gekk framá. Fleiri máløki vóru yvirtikin, samstundis sum umsitingin av øðrum málum kom á føroyskar hendur. Hyggja vit hvat fer fram í hesum flokki [...] einans brúkt hetta til at tekkjast veljarunum við. Teir fóru jú á val, og góvu veljarunum tað fatan, at flokkurin hevði lagt seg munandi á sjálvstýrisbógvin, og gav hetta eisini bonus. Stuttligt hevði verið
Linda Hansen legði tær grønu á odda tíðliga í dystinum, men Skála kom upp á javnt aftur við einum máli, sum Anna Olsen skeyt. Men so fór Sonja Hansen í gongd ? hon skeyt trý mál á rað, tvey í fyrra og eitt [...] dystin 2-1 eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikssteðginum. B36-liðið var rættiliga skert við tað, at Sólvá Joensen breyt beinið í Leirvík, og Rakul N. Joensen var í Danmark á venjingarlegu við Kyndli. [...] ingini eftir at hava vunnið 4-0 á VB. Fyrru hálvfinaluna hevði VB annars vunnið 3-0 í Vági. Í finaluni var HB kortini betra liðið og vann uppiborið. Tá var HB eisini á odda í landskappingini, men so mistu
hevði langað tvey góð mál í kassan. Tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, men tá ið einir 20 minuttir vóru spældir, steðgaði upp hjá Kyndli. Havnarliðið var tá á odda 9-8, men so læstu Dejan í málinum og [...] mikukvøldið borðreiddi jugoslaviski málverjin hjá VÍF, Dejan Lacok, við málmansspæli á so høgum støði, sum sjáldan áður er sæð her á landi. Tendraðir vestmenningar Frá fyrsta bríksli sást, at vestmenningar vóru [...] dystum, har tað hevur staðið á hjá vestmenningum, hevur stóri trupulleikin verið, at verjan ikki hevur riggað. Mikukvøldið var tó sjón fyri søgn, at vestmenningar hava fingið skil á verjupartin. Teir vóru avgjørdir
llini á Hálsi. Hon hevur annars hildið til í Gundadalshøllini í fleiri ár. Alt byrjaði í Margarinfabrikkini fyri 12 árum síðani, tá sølan var á fyrsta sinni. Men sum Jórun sigur, er nógv hent á økinum [...] Jórun hevur verið við til at fyrireika jólasøluna, síðani hon byrjaði á Margarinfabrikkini fyri tólv árum síðani. Hon sigur, at støðið á handgjørdu lutunum er hækkað ótrúliga nógv. ? Tað er eitt einastandandi [...] ítróttarhøllini tann hálvanannan dagin, sølan vardi. Jórun hevur ikki nakað tal á, hvussu nógv varð selt fyri, men hon veit, at tað gekk væl at selja. Mong eru tey, ið nýta høvi til at keypa jólagávur, og fleiri
av teimum umleið 10 persónunum, ið alt ov ofta eru inni á støðini og sova rúsin av, og eru teir ikki á støðini, gista teir antin úti á gøtuni ella á Herberginum hjá Frelsunarherinum. Friðarligt Tá maðurin [...] Vaktin byrjar kl. 7 á morgni, og møtast skal rættstundis. Tá ið eg komi á støðina, eru løgreglumenninir, sum eg skal fylgja, longu klárir og onkur longu farin út at keypa morgunmat. Á vaktini hendan morgunin [...] morgunin og vakthavandi boðar frá, at eitt ferðsluóhapp er inni á Sundi. Jákup Martin býður seg fram at koyra inn á Sund at fáa greiðu á, hvat er hent. Tíbetur hevur óhappið ikki nógv uppá seg, bilarnir
Tað stóð at lesa á tí almenna úrslitalistanum. Men har stóð ikki, at Kanakuri var ongantíð komin aftur - hvørki so ella so. Onnur søgdu seg hava sæð hann miðskeiðis á teininum, men aftan á tað hevði eingin [...] eingin borið eygað við hann. Hann var ikki skrásettur á teimum ávísu støðunum, har rennararnir blivu skrásettir undir kappingini, hann var ikki at síggja á málinum ella har um vegir, og fyrireikararnir høvdu [...] vera við, at hann hevði mistikið seg á einum krossvegi og var farin skeivan veg, og at hann framvegis rann onkunstaðni. Tað vóru bara tveir japanskir luttakarar á leikunum í Stockholm, og teir høvdu sum
tónan, sum fólk kunnu skræða seg um at trý parkeringspláss hvørva á gongugøtuni í miðbýnum í Havn, ella at nøkur parkeringspláss hvørva á Skálatrøð ein lítlan vetur? Ein foreinklað útgáva av boðskapinum [...] um, eru versnaðar munandi. Harvið er tað ikki sagt, at skoytibreytin á Skálatrøð skal liggja har, sum hon liggur og vera ljótari á at lýta enn tær flestu lítið prýðiligu ítróttarhallirnar kring landið [...] økið fullkomiliga lívleyst og sterilt, hóast túsundtals fólk brúka tað hvønn dag. Á ein skemtiligan hátt vísti Gehl á hugtunga veruleikan við hesum býarrúminum, ið er, at fólk einans brúka rúmið til at
í Nólsoy. Víst varð á hóskandi øki, men so hendi ikki meir. Hjá bátaeigarum er óarbeiðsligt, at neyðugt er at nýta krana at lyfta bát á keiina, og tað sama, tá ið bátur skal aftur á sjógv. Munandi lættari [...] hetta trupult í høvuðsstaðnum, so er upp aftur truplari á bygd - tí bankarnir stýra marknaðinum. Eg haldi, at tað hevði verið rætt at bygt lestraríbúðir á bygd, soleiðis at lesandi kundu nomið sær útbúgving [...] sjónvarp og telefonsamskifti flutti seg upp á nýmótans støði. Tað eru mong ár síðan, at tú í Finnlandi nýtti sjónvarp til bæði internet og sjónvarp, og hetta gekk skjótt fyri seg við fipurkaðali. Í Kanada
Jógvan Zacharias Sørensen er annars snikkari. Lærdi á snikkaravirkinum úti í Grønlandi. Fór til Danmarkar at ganga í skúla, men á Grønjordskolleginum á Amager møtti hann Camillu. Camilla er úr Alaska, og [...] nógvir, og staðið er eitt paradís, kunnu vit siga. Her ber til at fara á veiðu ella at fiska. Um veturin ber til at aka á skíð ella koyra á kavaskutara. Eg haldi, at fólki dámar hetta væl. Sum amerikanarar [...] náttúruna. Enn havi eg ikki verið nógv á veiðiferð, men ætlanin er at fara á elsdjóraveiðu í desember í økinum, haðani Camilla kemur. Fyri tveimum árum síðani vóru vit á reinsdjóraveiðu saman við svágrunum