Allir býir við virðing fyri sær sjálvum hava eina ferðslunevnd, nøkur fólk, sum arbeiða við ferðslu og parkeringsplássum burturav. Men hvør býur hevur eina nevnd, hvørs arbeiði er at bøta um umstøðurnar hjá fótgangarum og fólki á súkklu – altso har menniskjað er í fokus og ikki bilurin? Hetta spurdi danski arkitekturin Jan Gehl fleiri føroyingar fríggjadagin í farnu viku. Ein viðkomandi spurningur til tey, sum eru við at planleggja býir, politikarar, embætisfólk, ráðgevar og annars øll sum búgva í bygdum og býum, helt Arkitektafelag Føroya, sum hevði fingið Jan Gehl í Norðurlandahúsið í Havn.
Salurin taldi sanniliga eisini nógv fakfólk. Stórur partur av tekniskudeild hjá Tórshavnar býráð var til staðar, eisini Landsverk var vælumboðað. Tað var fakligheitin sum heild.
Men salurin taldi eisini leik so væl sum lærd. Eg fari í tráð við ungsinta lyndi hjá arkitektinum at loyva mær at staðfesta, at fyrilesturin var viðkomandi fyri bæði báðar partar, og at talan var um eitt feitt ókeypis tiltak.
Fakligi parturin
Fakliga var tað ómetaliga áhugavert. Tí tað er rættiliga klikkað, fyri nú at halda fast við ungdómliga tónan, sum fólk kunnu skræða seg um at trý parkeringspláss hvørva á gongugøtuni í miðbýnum í Havn, ella at nøkur parkeringspláss hvørva á Skálatrøð ein lítlan vetur? Ein foreinklað útgáva av boðskapinum hjá Gehl kundi verið, at bilurin í alt ov stóran mun hevur valdið á okkum menniskjum. Vit planleggja heilar býir út frá vegum og parkeringsplássum. Úrslitið er, at bilurin ongantíð hevur verið lukkuligari enn tað sama, men umstøðurnar hjá tær og mær, menniskjanum, eru versnaðar munandi.
Harvið er tað ikki sagt, at skoytibreytin á Skálatrøð skal liggja har, sum hon liggur og vera ljótari á at lýta enn tær flestu lítið prýðiligu ítróttarhallirnar kring landið. Men hugsa vit utilitaristiskt, altso um samlaðu gleðina millum menniskju, so er lítið at ivast í, at tey túsundtals børn og vaksin, sum hava skoytað veturin burtur á Skálatrøð, hava havt størri gleði av hesum fermetrunum av ísi, enn teir 20 fornermaðu bilførararnir hava syrgt orsakað av, at teir seinastu vetrarnar hava verið noyddir at seta bilin aðrastaðni enn teir plaga gerandisdagar millum átta og fýra. Strævið?
Dømi við Skálatrøð er mítt. Gehl vildi ikki taka støðu til føroysk viðurskifti. Tað var ov vágið og ov djarvt, helt Gehl, sum hevði verið í Føroyum í minni enn eitt døgn, tá hann helt fyrilesturin. Sjálvandi hevur hann rætt í hesum. Og hetta var fyri so vítt tað einasta harmiliga við fyrilestri hansara, at hann ikki fekk svarað upp á spurningar, sum okkara nærumhvørvi reisir hvønn dag og sum eisini vórðu settir í salinum fríggjadagin.
Parfumuhyllin hjá konuni
Tað, sum eisini gjørdi Gehl ómetaliga áhugaverdan at lurta eftir, var, at hann dugdi so sera væl at flætta sín egna persón inn í søgurnar. Hetta gjørdi hann á ein dámligan, fangandi og sjarmerandi hátt. Við myndum kring knøttin vísti hann væl eydnaði og minni væl eydnaði støð.
Hann greiddi frá, hvussu arkitektar og býarskiparar í alt ov stóran mun bygdu út frá einum sokallaðum tyrluperspektivi. Á henda hátt síggja býar og bygningar bæði gott og rætt út frá í erva, men í eygnahædd og millum menniskju er als eingin vissa fyri, at hetta riggar. Tvørtur í móti tóktist boðskapurin at vera.
Ein annar kritikkur hjá Gehl var, at alt ov nógv verður bygt við fokus á formin og ikki lívið. Úrslitið er, at bygningurin í sjálvum sær kann vera bæði vakur og væl úr hondum greiddur, men lívið millum bygningarnar er dripið og deytt, tí hetta verður gloymt í tilgongdini.
- Hygg eftir Dubai. Býurin minnir mest um parfumuhyllina hjá konu míni, helt Gehl skemtandi fyri.
Nyhavnin og Ørestad
Gehl dugdi eisini væl at lýsa, hvussu býarrúm kunnu vera væl eydnað og minni væl eydnað. Tá Gehl ikki ynskti at taka føroysk dømi, tríva vit í dømini, hann brúkti, sum eru mongum føroyingum kend. Nyhavn í Keypmannahavn er sambært Gehl eitt væleydnað býarrúm. Og hetta býarrúm hevði ein felagsnevnara við fleiri onnur væleydnaði býarrúm kring knøttin, sum bygdi á, at ein listi við 12 punktum – fyrilitum, sum skuldu takast og krøv, sum skuldu uppfyllast – vóru fylgd.
Eitt dømi um eitt púra miseydnað býaarúm er sambært Gehl øki millum metrostøðina við Ørestad station og so sølumiðstøðina Fields. Tað einasta positiva við hesum økinum var, sambært Gehl, pysluvognurin, sum stóð har viðhvørt. Annars var økið fullkomiliga lívleyst og sterilt, hóast túsundtals fólk brúka tað hvønn dag. Á ein skemtiligan hátt vísti Gehl á hugtunga veruleikan við hesum býarrúminum, ið er, at fólk einans brúka rúmið til at sleppa burtur úr tí.
- Tað tekur akkurát 42 sekund at ganga frá metroini og inn í Fields. Eingin, ikki ein, hevur hug at steðga á, práta ella roykja eina sigarett har. Eingin brúkar meiri tíð enn absolutt neyðugt har, vísti Gehl á. Hann var sum heild ikki serliga hugtikin av Ørestad-byggingini.
- Tað nyttar lítið at tekna fólk í hópatal inn í tekningar og í modellir, tá vanliga fólki ikki hevur hug at vera har. Tí skulu vit fyrst og fremst hugsa um lív, síðani rúm og at enda um bygningar, segði Gehl millum annað. Hansara boðskapur var tí, at, vit framyvir skulu leggja okkum eftir at hugsa sum vit gjørdu, áðrenn bilurin kom upp í myndina og tók yvir.
Ger miðdepilin í Sidney
Vónandi løgdu mongu fakfólkini orðini hjá Gehl í geyma. Tí hann er sanniliga ikki hvør sum helst. 75 ára gamal og júst afturkomin úr Moskva í Russlandi, har hann hevur viðgjørt býarrúmið í russiska høvuðsstaðnum saman við borgarstjóranum har. Síðani eitt lítið legg til Føroya at halda fyrilestur, sum Arkitektafelag Føroya skipaði fyri, áðrenn leiðin gekk til teknistovuna Gehl Architects í Keypmannahavn, har Jan saman við samstarvsfeløgum sínum nú er farin undir at greina og greiða, hvussu miðbýurin í Sidney í Avstralia verður lættari atkomiligur hjá fótgangarum og fólki á súkklu. Henda verkætlanin skal ætlandi vera liðug í 2030. Tá verður Jan Gehl 93 ára gamal.
Og soleiðis sum hann sá út, og soleiðis sum hann tóktiskt at vera fyri fríggjadagin í farnu viku, tá hann helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum í Havn, tykist einki at vera til hindurs fyri, at Jan Gehl verður til staðar, tá broytti og bøtti miðdepilin í avstralska stórbýnum verður tikin í nýtslu um 18 ár.
--
FAKTA
Jan Gehl er føddur 17. september í 1936 í Keypmannahavn. Hann er arkitektur og býarskipari. Í sínum yrki hevur Gehl í stóran mun arbeitt við at greina og bøta býarrúm. Hann hevur havt ein avgerandi leiklut í stríðnum fyri at minka um ferðsluna í býarrúmum og stórum gøtum kring knøttin, og skapa gongugøtukend umhvørvi. Gehl hevur vunnið nógvar virðislønir fyri sítt arbeiði og í 2009 kom hann á donsku fíggjarlógina, soleiðis at hann framyvir fær fíggjarligan stuðul frá Statens Kunstfond.