Dejan sendi VÍF í finaluna

Við einum málmansavriki á altjóða støði var Dejan Lacok stóra hetjan hjá VÍF, sum mikukvøldið sendi arvafíggindarnar úr Kyndli úr steypakappingini og samstundis seg sjálvar í finaluna.

Í hesum døgum verður HM í manshondbólti leikt í afrikanska landinum Tunesia, og har verður borðreitt við hondbólti í heimsflokki. Men ikki er neyðugt hjá okkum føroyingum at leita sær allan vegin niður til Afrika, um vit vilja síggja hondbólt í heimsflokki, tí mikukvøldið borðreiddi jugoslaviski málverjin hjá VÍF, Dejan Lacok, við málmansspæli á so høgum støði, sum sjáldan áður er sæð her á landi.

Tendraðir vestmenningar
Frá fyrsta bríksli sást, at vestmenningar vóru sera tendraðir til dystin, og at teir høvdu ætlanir um at vaska talvuna reina eftir eyðmýkjandi ósigurin fyri kollfirðingum sunnudagin í Vestmanna.
Leikferðin var høg, og nærdystirnir vóru harðir og kontantir, og tað gav eisini báðum liðunum nøkur brotskøst tíðliga í dystinum. Tað hevur verið eitt eyðkenni fyri VÍF í ár, at tað hevur verið ógvuliga trupult hjá mótstøðuliðunum at fáa bóltin framvið Dejan, tá ið brotskøst eru á skránni. Soleiðis var eisini mikukvøldið, tá ið Kyndil megnaði at brenna fimm út av fimm royndum móti Dejan av brotsteigarblettinum.
Í byrjanini av dystinum vóru tað serliga teir báðir málverjarnir, Dejan Lacok hjá VÍF og Johan Danielsen hjá Kyndli, sum gjørdu vart við seg á vøllinum. Av útileikarunum vóru tað serliga Ingi Olsen hjá VÌF og Hans Áki Dal-Christiansen, sum hildu seg til í byrjanini av dystinum.
Tað var eitt sindur undrunarvert, at Kyndlaverjan var so mikið passiv yvir fyri Inga, sum fleiri ferðir slapp heilt inn at tríggjarmetrinum, áðrenn hann stakk seg upp og langaði í kassan. Ella fór hann við sínum eyðkendu fótfintum framvið verjuni hjá havnarliðnum, sum tóktist alt ov passiv í sínari markering av veteraninum hjá vestmenningum.
Hans Áki fekk hinvegin fleiri mál av vonginum, har hann hegnisliga breyt seg ígjøgnum, áðrenn hann skrúvaði bóltin framvið Dejan í málinum.

Frustreraðir Kyndlamenn
Í fleiri av teimum dystum, har tað hevur staðið á hjá vestmenningum, hevur stóri trupulleikin verið, at verjan ikki hevur riggað. Mikukvøldið var tó sjón fyri søgn, at vestmenningar hava fingið skil á verjupartin. Teir vóru avgjørdir og kontantir í sínum taklingum, og hóast teir grønu úr Havn viðhvørt hildu seg fáa ov harða viðferð, so vardu vestmenningar ikki harðari, enn dómararnir loyvdu teimum.
Stinna verjan hjá vestmenningum førdi eisini við sær, at tað tóktist sum um, at tað vóru fleiri av spælarunum hjá Kyndli, sum als ikki hildu seg til í álopspartinum. Í veruleikanum vóru tað bara Hans Áki, Finnur Hansson og Rókur Akralíð, sum tordu at bjóða VÌF-verjuni av og royna seg við skotum upp á mál. Alt ov nógvir av teirra liðfeløgum vóru at kalla blindir passagerar í álopspartinum.
Tí kann man eisini seta spurnartekin við, hví venjararnir hjá Kyndli valdu at taka Rók út aftur so skjótt, eftir at hann annars hevði langað tvey góð mál í kassan.
Tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, men tá ið einir 20 minuttir vóru spældir, steðgaði upp hjá Kyndli. Havnarliðið var tá á odda 9-8, men so læstu Dejan í málinum og verjan hjá vestmenningum í slakar 10 minuttir, og tá ið teir samstundis skoraðu nærum eftir vild í álopspartinum, vóru teir bráddliga á odda 14-9!

Dejan avgjørdi
Í seinna hálvleiki komu gestirnir úr Havn eitt sindur meiri við aftur í dystin. Undir leiðslu av liðskiparanum, Hans Áka Dal-Christiansen, tóku teir seg inn á vestmeningar, og tá ið 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, stóð á jøvnum 18-18. Kyndil hevði eisini møguleikan at økja til 19-18, men Jónleif Sólsker fekk ikki brotskastið framvið Dejan.
Ístaðin legði VÍF seg á odda 19-18.
Kyndil hevði ein góðan møguleika at javna til 19-19, men Finnur Hansson bleiv rendur um koll av Inga Olsen, tá ið hann leyp inn, og tí var royndin ikki nóg neyv. Allarhelst átti her at verið dømt brotskast til Kyndil og tveir minuttir til Inga, men dómararnir lótu ikki við seg koma. Ístaðin fóru vestmenningar í álop, og Ingi legði teir á odda 20-18. Júst hendan løtan stóð dysturin til at fara báðar vegir, og tí var avgerðin eitt sindur óheppin fyri gestirnar.
Tað skal tó einki takast frá VÍF, sum næstu løtuna streyk avstað frá Kyndli. Høgni Klein skoraði til 20-19 í 16. minutti, men so kom Dejan, ið hevði havt ein steðg á beinkinum í nakrar heilt fáar minuttir, aftur á vøllin, og hann gjørdi av, at nú skuldi Kyndil ikki hava fleiri mál. Við fleiri bjargingum í heimsflokki syrgdi hann fyri, at Kyndil ikki skoraði næstum 12 minuttirnar, og tá ið tað langt um leingi eydnaðist føroyameistarunum at fáa bóltin framvið honum, var dysturin langt síðani avgjørdur.
Spurnartekin kann setast við, hví Kyndil ikki royndi at skifta meiri út á liðnum hesa løtuna. Eitt nú kundi verið roynt við Jónleif Sólsker sum playmakara, tí Høgni Klein hevði ikki ein av sínum bestu døgum, og royndirnar hjá Jónleifi kundu møguliga komið væl við.

Kostnaðarmikil málturkur
Bæði í fyrru hálvfinaluni í Havn og tí seinnu í Vestmanna mikukvøldið hendi tað, at Kyndil í eitt longri tíðarskeið als ikki skoraði, og hesin málturkur kostaði havnarliðnum dýrt.
Í fyrru hálvfinaluni skoraðu teir einans fimm mál eftir steðgin, og mikukvøldið fingu teir einki mál í 12 minuttir. Slíkar løtur hevur tú ikki ráð til, um tú ætlar tær at røkka tindinum í føroyskum hondbólti.
VÍF var snøgt sagt betra liðið mikukvøldið, og serliga hugaligt var tað at síggja, hvussu væl verjan hjá vestmenningum virkaði. Havi hug at nevna Sámal Joensen, sum royndist ein sannur brandur í verjuni, og vanliga so sterki strikuspælarin hjá Kyndli, Janus Einar Sørensen, fekk als einki gjørt móti Sámali, sum fullkomiliga pakkaði hann inn.
Komandi sunnudagin hittast liðini aftur í Vestmanna í landskappingini, og tað er lítið at ivast í, at VÍF hevur sálarligu yvirvágina á Kyndli í løtuni. Hinvegin verða havnarmenninir óivað sera uppsettir upp á at hevna ósigurin í steypakappingini, og tí verður helst talan um ein heilt annan dyst sunnudagin.

VÍF-Kyndil 29-22(14-11)
VÍF: Ingi Olsen 9(1), Sámal Joensen 8, Agnar Joensen 7, Áki Olsen 2, Harald Bjørgvin 1, John Zachariassen 1, Jákup Súni Andreasen 1
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 9, Finnur Hansson 4, Rókur Akralíð 2, Høgni Klein 2, Janus Einar Sørensen 2, Jakob Jónsson 1, Josef Abrahamsen 1, Jónleif Sólsker 1(1)
Brotskøst: VÍF 2(1), Kyndil 6(1)
Útvísingar: VÍF 7, Kyndil 3
Beinleiðis reytt: Finnur Hansson, Kyndil
Dómarar: Kristian og Karstin Joensen: Tað er ongantíð lætt at døma VÍF-Kyndil, men teir báðir ungu klaksvíkingarnir dømdu ein framúr góðan dyst. Gamaní vóru onkur smá mistøk, men ikki nakað av týdningi.